MARJUN OG PÁLL POULSEN - leguhús í Eqaluitfjørðinum

2019-02-26 08:56

Kristiliga Tíðindatænastan - v/Poul Jóhan Djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com 

Skrivað: pjd, Glyvrar 08.02.2019

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini á R7.fo

______________________________________________________________________________________________

MARJUN OG PÁLL POULSEN

- leguhús í Eqaluitfjørðinum

Trúboðarahjúnini Marjun og Páll Poulsen, sum eru trúboðarar í Suðurgrønlendska býnum Qaqortoq, fingu eitt rættuligt herðaklapp, tá tað varð boðað frá, at tey vóru útvald at gerast ársins borgarar í býnum Qaqortoq.

Ein dómsnevnd kom til tað niðurstøðu, at Marjun og Páll hava sett í gongd eitt stórt virksemi í lokalsamfelagnum, fyri bæði børn og ung, og at fyri hetta skula tey heiðrast ársins borgarar í býnum.

Qaqortoq liggur í Suðurgrønlandi, og har hava Marjun og Páll virka sum trúboðarar í fleiri ár, meðan Marjun eisini hevur verið virksom sum sjúkrasystir har á staðnum. Høvuðsvirksemi teirra er summarleguplássið, sum tey hava bygt upp í Eqaluitfjørðinum, sum liggur sunnan fyri Qaqortoq.

Í sambandi við, at heiðurslønin varð handað, var lýst til almenna samkomu í ítróttarhøllini í býnum, og fyri fullsettari høll varð heiðurslønin handað Pálli og Marjun við hesum orðum: “For deres indsats for lokalsamfundets børn og unge.”

Saman við heiðrinum var eisini ein gáva upp á 5.000 krónur. Tá Páll í sínari takkarrøðu segði, at peningurin skal nýtast til fótbóltsvøll á leguøkinum rungaðu lógvabrestirnir í fullsettu ítróttarhøllini í Qaqortoq.

SUMMARLEGAN 2019: Páll og Marjun hava vitjað í Føroyum síðani oktober í fjør, og rokna við at fara aftur til Grønlands ein av fyrstu døgunum. Tey hava vitjað fleiri samkomur og havt møtir og greitt frá arbeiðinum á summarlegunum í Eqaluitfjørðinum. Tey siga, at til komandi summarlegu verður tørvur á leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvaktum og øðrum hjálparfólki. Tey siga, at í ár verður nýggja starvsfólkahúsið tikið í brúk, sum kemur at lætta munandi um arbeiðsumstøðurnar.

Páll og Marjun gera eisini eitt miðvíst barna-og ungdómsarbeiði í býnum, har tey hvørja viku savna í heimi teirra børn og ung til at hoyra Guds orð í talu og sangi. Umleið 3.000 fólk búgva í Qaqortoq.

Páll og Marjun fluttu til Qaqortoq í Suðurgrønlandi í 2012, og hetta er fyrstu ferð, at tey gera eina veruliga vitjan í Føroyum seinastu 7 árini.