Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Marine Harvest melda fyri grovan umhvørviskriminalitet

Norski umhvørvisfelagsskapurin Norges Miljøvernforbund hevur melda Marine Harvest og dagliga leiðaran Alf-Helge Aarskog fyri grovan umhvørviskriminalitet eftir at felagið misti umleið 50.000 alilaksar í einum ringi við Nærøy. Fiskurin var umleið 2 kilo og just viðgjørdur fyri innvølsmaðk, ið skjótt spjaðir seg til annan fisk.

Sloppin alilaksur blandar seg við villan laks, ið hevur við sær at dygdin á villum laksi støðugt minkar. Og støðan er sera álvarsom fyri so at siga allan villaksastovnin í Noreg, ið er í stórari afturgongd.
Her í landinum misti Bakkafrost í november umleið 200.000 alilaksar á 1,8 kilo í einum ringi út fyri Argir, ið just hevði fingið medesinfóður við lúsabasingarevninum Emamektin. Og boð vóru givin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at eingin alilaksur mátti fiskast fyrr enn eftir 2. februar.
Hvar hesir 200.000 alilaksar eru farnir er ikki ilt at meta um, og kann tí roknast við at teir síggjast aftur á Leynavatni og Saksunarvatni - og við innvølsmaðki.

Ikki er tað fyrstu ferð at Marine Harvest hevur fingið bót fyri illa rikna alivinnu, og hevur Norges Miljøvernforbund mælt til at ein bót verður givin, møguiliga eisini fongsulsrevsing, á 500 til 1.000 kr. pr. sloppnan alilaks.

Um Bakkafrost fekk líknandi bót á 750kr. pr. alilaks, hevði bótin verið einar 150 milliónir krónur.

Men sum vant verður hond hildin yvir alivinnuna, og hon sleppur at toyggja sær sumn henni lystir - á so at siga hvørjum firði og sundi í landinum. Ólogligar lúsabasingarviðgerðir fara fram við blandingsevnum sum Azamethifos og Emamektin, ið fiskurin verður baðaður í umborð á brunnbátum, fyri siðan at verða dumpað á sjógv. Brot á allar umhvørvislóggávur verða gingnar á møti - meðan politikkarar og alivinna klappa hvønn annan á herðarnar og tosa um Føroyar sum fyrimynd í havumhvørvisvernd og burðardygd.

Kári Thomsen