Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

March Against Monsanto - fundarsamtykt 24.mai 2014

2014-05-24 23:47

Kunnandi fundur varð í dag skipaður í Miðlahúsinum um ílegutilgjørdar verur, nýtslu av plantu- og øðrum eiturevnum í landbúnaði, og um gongdina innan GMO-ídnaðin við fyritøkuni Monsanto á odda.

Framløgur vóru um Monsanto, GMO í føroyska landbúnaðinum, um GMO kann breyðføða heimin, og um álvarsomu støðuna í Argentina har bøndir verða riknir frá hús og heimi, utbreiðslu av sjúkum og hóttanina á lívfrøðiliga margfeldi.

Umleið 40 fólk møttu á kunnandi fundinum, og tóku samanum við at skriva undir samtykt við áheitan á landsins myndugleikar at gera nakað ítøkiligt við álvarsama málið.

Soljóðandi varð samtykt:

Vit undirritaðu vilja við hesi samtykt heita á landins leiðslu, Landsstýrið, at virka fyri, at vit fáa nøktandi lóggávu, ið tryggjar heilsuviðurskifti borgaranna og vernd móti dálking av okkara umhvørvi og náttúru.

Vísandi til at Føroyar ikki hava nakra lóggávu, ið forðar fyri at alskyns vandamiklir løgir og evni verða innflutt til nýtslu í matvøruframleiðslu, til ídnað, landbúnað og húsarhald, vilja vit heita á landsins myndugleika at taka neyðugt stig til at bøta um og tryggja hesi viðursifti og seta neyðuga lóggávu í verk stundisliga.

Greitt er at kunningin um vandamiklar løgir og evni á ongan hátt er nøktandi, og at borgarar landsins tí eru givnir upp til skutils sjálvir at finna sær runt í m.a. matvøruhandlum og handlum við húsarhalds- og nýtsluvørum, um hvørji møgulig vandmikil evni kunnu vera í vørunum.

Og somuleiðis er galdandi fyri innflutt fóður til landbúnað og alivinnu, har ílegutilgjørd ráðvøra (GMO) er partur av tilfarinum, og at hetta, sambært útlendskum granskingarúrslitum, hevur við sær, at eitrandi evni í fóðurinum fara víðari til brúkaran av vøruni t.e. við mjólkini frá neytum, kjøti, eggum og alifiskinum.

Næst er, at nýtslan av týningarevnum er ovurstór, og at brúkarin fær sera lítla og onga kunning um vandar, ið standast av at nýta slík evni. Talan er um týningarevni til ókrút (herbicid), skordýr (insekticid) og soppar (fungicid).

Og víðari er talan um at ein heilt stórur partur av matvørunum í handlum okkara innhalda tilfar, ið er grundaða á rávørur framleiddar sum ílegutilgjørdar verur, á útlendskum nevnt GMO – Genetically Modified Organism.

Mælt verður til:

  • at kemukaliulóggáva verður sett í verk sum skjótast

  • at forboð verður sett móti gróðurseting av ílegutilgjørdum verum

  • at forboð verður sett móti innfluttningi og nýtslu av fóðuri har partar eru, ið innihalda evni grundað á ílegutilgjørdar verur.

  • at forboð verður sett móti innflutningi og nýtslu av týningarevnum, ið eru vandamikil fyri fólk, náttúru og umhvørvið

  • at allar matvørur og vørur til heilsurøkt o.t., ið innihalda evni grundað á ílegutilgjørdar verur, verða frámerktar.