Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Aalborg Universitet, og er tískil ikki virkandi varamaður fyri flokkin.

Bjarni var formaður fyri ungmannafelagnum hjá Framsókn- Framsøkin Ung - frá august 2014 til juni 2016, men er enn virkin í felagnum.

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

Mangt umskipast á mansins ævi, men tað er onki nýtt undir sólini

2020-06-25 21:46

(Gestarøða á pisufundinum í viðarlundini, 25. juni 2020).

 

Takk fyri orðið! Eg má siga, at tað er ein absoluttur heiður at standa framman fyri tykkum á hesum hátíðardegi. Serliga eri eg fegin um at standa her sama dag, sum tann seinasta í systkinarekkjuni hjá okkum, systur mín Guðrið, hevur fingið húgvuna og sleppur at royna sítt flog. Av gestarøðarum her í viðarlundini eri eg bestemt ikki nakar aldursforseti, eftirsum eg bert eri 25 ára gamal. Tit kundu tí eisini so hóskandi spurt: “hvør ert tú at standa her sum eitt annað orakul og borðreiða vísdóm og lærdóm fyri okkum?” Tað er ein góður spurningur, men eitt er so heilt vist, og tað er, at vísdómur kemur ikki av sær sjálvum við aldri.

Eitt serligt ár, má mann siga. Ein hervilig epidemi herjar, mótmælisgongur kring heimin, stríð um landamørk eystanfyri, ófriður í miðeystri, og ein myrkur maður í USA dripin av lógarinnar hond.

Eg tosi sjálvandi um árið 2014, tá ið eg sum 19 ára gamal stóð har, sum tit nú standa, og lýddi á Sjúrð Skaale tosa um fret og skerpikjøt.

Herviliga epidemiin var ikki Covid-19, men ógvusliga ebolafarsóttin, sum herjaði í Vestur Afrika. Mótmælisgongurnar vóru ikki Black Lives Matter, men Ukrainsku Euromaidan gongurnar við Fullveldistorgið Kiev, og eisini tá – fyri seks árum síðan - vóru studentar í gøtunum í Hong Kong. Stríðið um landamørkini eystanfyri vóru ikki stríðið ímillum Kina og India, men stríðið ímillum Russland og Ukraina um krim-hálvoynna og tættari Ukrainskt tilknýti til ES ella Russland. Ófriðurin í miðeystri var ikki ímillum USA og Iran, men ímillum Islamska Khalifatið ISIS, Sýria og tíggjutals aðrar hernaðarbólkar. Myrki maðurin, sum var myrdur av amerikonsku løgregluni, sum elvdi til mótmælisgongu á amerikonsku gøtunum, var ikki tann eftirhondini navnframi George Floyd, sáli, men Michael Brown frá Ferguson, Missouri, sum bert gjørdist 18 ára gamal.

Í so máta kann mann siga, “mangt umskipast á mansins ævi”, fyri at sitera Trónd í Gøtu, og samstundis er “einki nýtt undir sólini”, fyri at sitera Sálomon Kong. Eitt satt paradoks, men heimurin gongur sína gongd, og hóast alt hetta hendi fyri bert seks árum síðani, sæst at søgan endurtekur seg.

Góðu Pisur!

Góðu foreldur og avvarandi, sum sita á sofuni og fylgja við har heima!

Tað kann vera, at søgan endurtekur seg, men tit, pisurnar í 2020, klekjast eitt óvanliga undarligt tíðarskeið, og undir óvissum og undarligum umstøðum. Hvør av tykkum mundi roknað við, at tit móti endanum av studentatilveruni fóru at fáa undirvísing heimanifrá, at tit máttu halda frástøðu og ikki hálsfevna hvønn annan. At tað, sum skuldi vera tykkara summar, mundi blivið avlýst, og at tit hetta summarið ikki bara skulu spritta innan, men eisini uttan.

Tað, sum seinastu árini hevur verið fastur táttur fyri so nógvar ungdómar: pisuveitslur, Voxbotn, G! Festival, langar og ljósar nætur, har mann gongur ímillum likkurnar og pitsabakkarnar og kommunumannin við leyvblásaranum, og hugnar sær til tann ljósa morgun. At feira, at fagna, at fevna, fríggja og flenna.

Sumt av hesum fáa tit. Sumt av hesum verður øðrvísi, sum av hesum verður útsett til seinni, og sumt av hesum fáa tit ikki. Og umstøðurnar til at fáa húgvuna hava ikki verið optimalar, og tað, sum tit nú hava glett tykkum til og sæð fram til í 3 ár, hevur verið merkt av stórari óvissu. Men tit skulu vera errin. Tit hava ofrað tykkum so ómetaliga nógv, og tað er ilt at seta orð á ta stóru tøkk, tit skulu hava fyri tað, frá okkum øllum.

Framtíðin

Summi av tykkum halda kanska, at framtíðarútlitini tykjast heldur døpur. Tosað verður um klimaangist, Trump fær kanska 4 ár afturat í Hvítu húsunum, og óvissan um koronu hevur sett spor eftir seg í tilvitinum.

Men fyri bert 6 árum síðani hildu vit júst tað sama. Og ættarliðini áðrenn okkum hava upplivað sponsku sjúku, tveir heimsbardagar, eksistensiellu hóttanina um atomkríggj og búskaparliga afturgongd og kreppu í fleiri umførum. Men menniskjan – og í forlongilsi av henni – heimurin, hevur tað við at hóra undan, tá ið avtornar. Sumt av tí er uttan fyri okkara tamarhald. Men nógv er eisini beinleiðis úrslit av avgerðum – bæði í stórum og smáum – sum vit menniskjur hava tikið og taka.

Fallið tí ikki í fátt. Samanumtikið gongur tað frameftir. Grøna umleggingin er ávegis – hóast onkur heldur, hon kundi komið skjótari, lívsgóðskan hækkar alsamt kring allan heim, fólk arbeiða ótroyttiliga at finna eina koppseiting fyri Covid-19. Svenski læknin og serfrøðingurin í altjóða heilsu, Hans Rosling, sáli, plagdi at vísa á, at miðlarnir geva okkum yvirhøvur ikki eina rættvísandi mynd av veruleikanum – og at tað næstan altíð gongur betri, enn Ekstrablaðið roynir at billa okkum inn. Hugsið tykkum bara:  og tað er enntá sannlíkt, at vit innan ikki alt ov langa tíð hava koloniir á mars, um tað gongur soleiðis, sum stjórin í SpaceX og Tesla, Elon Musk, ætlar.

***

Minni

Tað eru sum sagt 6 ár síðani, at eg sleit mínar skógvar á veg yvir í kantinuna í Hoydølum klokkan – viðhvørt tíggju minuttir í, men aloftast tíggju minuttir yvir – átta til tann obligatoriska koppin av karatkaffi, fyri at fáa neyðugu koffeininnspræningina til tann fyrsta blokkin, sum typist var eitt fak mann hataði.

Í júst teirri løtuni var tað kanska ikki serliga stuttligt. Men tá ið eg líti á aftur á tíðina, so trekki eg uppá smílibondini, tí allar tær keðiligu løturnar eru so at siga gloymdar, og øll tey góðu minnini standa eftir.

Men eg minnist tó væl, at tað vóru løtur, har alt bara virkaði til at vera for nógv. Mann mátti røkja skúlan, arbeiði, familju og vinir, ítriv, og so víðari og so víðari. Og fleiri ferðir fleyt bikarið yvir.

Strongdin

Vísindafólk hava funnið fram til, at um tú koyrir ein frosk í eina grýtu av kókandi heitum vatni, so er hann kvikur at loypa úr grýtuni. Men koyrir tú ein frosk í kalt vatn, og varisliga hitar vatnið so líðandi, leggur froskurin ikki merki til tað, og verður at enda kókaður livandi.

Strongd hevur líknandi virknað. Hon byggir seg upp, spakuliga men støðugt, og áðrenn tú leggur merki til tað, so kókar tú. Tí er tað vigtigt at loypa upp úr grýtuni, áðrenn skaðin er hendur. Royn regluliga og merk eftir í tær sjálvum, hvussu tú hevur tað. Hevur tú illgruna um heilsuna, skalt tú ikki lata stoltleikan halda tær aftur frá at leita tær hjálp. Tosa við onkran. Far niður í gir. Øll hava tíðir við mótgangi.

Trýstið

Í einari tíð har alt tað góða og raska verður skjalprógvað á sosialu miðlunum – har alt skal ganga skjótari, alt skal vera perfekt: 12-talið, summarkroppurin, ein perfektur “hygg eftir mær, eg havi yvirskot um morgunin til at gera ein lekkran brunsj” MyStory, ímeðan tú etur eina turra breyðflís við rullupylsu – er tað umráðandi at varðveita jørðforbindilsi.

Tá ið vit sita og scrolla, síggja vit bara glansmyndina. Men øll hava sítt at stríðast við, og sínar avbjóðingar. Og avbjóðingarnar eru ikki tær somu, og raka okkum sera ymiskt. Kanska tú kennir teg einsamallan. Kanska tú hevur ein familjulim við álvarsligari sjúku. Kanska tað ikki gongur so væl við pengum. Tað er so nógv, vit stríðast við í tí dagliga. Tí skal mín áheitan á allar tykkum pisur ljóða soleiðis: verið ikki ov skjót at døma fólk. Tað kann vera freistandi at impulsivt halda, at onkur er býttur, akward, bíligur, arrogantur, dovin ella hjartaleysur. Men havið altíð í huga, at vit menniskjur hava øll okkara villur, og at viðhvørt eru vit ov skjót til at gera okkum eina mynd av onkrum øðrum persóni, sum ikki er rættvísgerandi. Vit eiga jú ta góðu vísu meginregluna: Eingin kennir mein í annans bein!

Tað er ein álvarlisig ábyrgd.

***

Fornuftin

Talgildingin ger, at alt gongur skjótari og skjótari, og tað er ikki altíð líka lætt at fylga við. Flóðaldan av vitan og informatión á internetinum ger tað trupult fyri okkum menniskju at sálda frá, finna eina rættvísa mynd av veruleikanum og yvirhøvur vita, hvat vendir upp og niður. Sum um at tað ikki var nóg mikið við Fake News, alternative facts, litaðum tíðindamiðlum, og so hevur ein og hvør brúkari á facebook eina meining um alt – hvørt tað er “tillukku” við ella uttan millumrúm, ella um tað er Ísrael ella Palestina, sum vit skulu halda við.

Tí skal mín inniliga áheitan til tykkum eisini vera: brúkið tykkara sunnu fornuft. Brúkið høvdið. Brúkið tað, sum seinastu trý árini hava lært tykkum. Hyggið eftir kelduni. Perspektiverið og reflekterið. Gakk ikki út frá, at tú hevur rætt, men royn alt tú kann at mótprógva teg sjálvan. Tí tað er ikki ein ósigur at broyta meining orsakað av nýggjari vitan, tvørtur ímóti er tað ein styrki, um ein við at at brúka logikk, fornuft og nýggja vitan kemur til eina aðra niðurstøðu. Tað er soleiðis, at menniskjan mennir seg, og tað er soleiðis, at tey stóru tøkini inn í framtíðina verða tikin. Tað, tit hava lært seinastu 3 árini, var ikki eitt øvilsi til eina seinastu próvtøku. Tað er ein amboðskassi til lívsins royndir og avbjóðingar, og ultimativt, ta endaligu próvtøkuna, ið verður títt eftirmæli her á foldum.

Tað góða lívið

Góðu tit. Góð ráð skulu vera kærkomin, men latið ikki onnur siga tykkum ella definera fyri tykkum, hvat uppskriftin uppá tað góða lívið er. Alt ov nógv fólk halda seg hava funnið ta perfektu uppskriftina, og royna at pressa hana oman yvir tykkum sosialt, mentanarliga ella politiskt. Og nógv royna at selja tykkum uppskriftina ígjøgnum materiell ting, sjálvhjálpsbøkur, lifecoaches og kostætlanir – Spyrjið bara Svend Brinkmann.

Hyggið inneftir, og roynið og finnið útav, hvat her í lívinum gevur ta sonnu eydnuna, og roynið so at liva tað lívið, eftir egnari sannføring. Eydnan kann ikki gerast upp í Royal Copenhagen tallerkum, Kaj Bojesen apum, Mercedesbilum ella køliskápum við innbygdum ísterningadispensara. Hesar luksusvørur eru nettup tað: Luksus.

Grikski filosoffurin, Diogenes, kemur mær til hugs. Hann búði eftir øllum at døma í einari tunnu, og alt hann átti á fold var ein – ikki koyggja – men ein træbolli. Sjálvt træbollan beindi hann burtur, aftaná at hann ein dag sá ein drong drekka vatn hondunum sum ein bolla. Hann tveitti gamla træbollan burtur og mælti: “áh tann óviti eg eri, at eg havi gingið runt við hesum óneyðuga viðførinum!”

Aleksandur Mikli, máttmikli keisarin yvir Makedonia og hartilhoyrandi stórveldi, hevði hoyrt um lívsáskoðanina hjá Diogenesi, og var sera hugtikin av honum. Ein dagin fór hann upp til Diogenes, sum lá á einari fløtu og slappaði av. Aleksandur spurdi Diogenes, um har var nakað, sum Aleksandur kundi gera fyri hann, tí so skuldi ikki standa á, og hann skuldi syrgja fyri tí. Diogenes svaraði “ja, tú kann flyta teg, tí tí skuggar fyri sólini”.

Hetta er eitt gott dømi um, tá ið tveir ekstremar hittast. Aleksandur, herhøvdingin sum hevði meira status, ríkidømi og vald, enn nakar annar í hansara tíð kundi droymt um, kendi seg eyðmjúkan yvirfyri Diogenes, ein mann sum onki hevði.

Aleksandur segði seinni “um eg ikki var Aleksandur, so ynskti eg, at eg var Diogenes”. Niðurstøðan mann vera, at øll hesi tingini, sum vit virðismeta, onki virði hava í sjálvum sær. Og øll tey tingini, sum Aleksandur hevði, sum øll vildu hava, høvdu ongan týdning fyri Diogenes.

Tráanin eftir tingum er spennandi, men tá ið tú hevur fingið tey, er kenslan tann sama. Ein annar filosoffur, Arthur Schopenhauer, kom stívliga tvey túsund ár eftir Diogenes til ta niðurstøðu, at menniskja er forbannað til ein ólukkuliga tilveru, tí vit alla tíðina vilja okkurt. Vit gleða okkum sum børn til pakkin frá Amazon ella ASOS kemur, men so skjótt vit hava latið hann upp, so vilja vit aftur. Vilja okkurt nýtt ella vilja okkurt annað. Og soleiðis gongur tað. Aleksandur hevði alt, Diogenes hevði onki, men bert ein av teimum var sanniliga frælsur.

Diogenes og Schopenhauer eru kanska í so víðgongdir, men eitt kunnu teir í øllum førum læra okkum: Eydnan kann vera so nógv. Hon kann gerast upp í, at tú hevur eitt gott forhold til tíni systkin, at tú kast tosa við tíni foreldur, at tú hevur eina damu ella ein sjeik, sum tú elskar og kanst líta á, at tú vaknar hvønn morgun og ger eitt arbeiði, sum tú tímir, og sum tú brennur fyri.

Fólk fara at døma tykkum, og fólk fara at halda at, soleiðis sum tit velja at liva, er ikki rætti mátin at liva uppá. Her mugu tit bara minnast til: Tað er títt lív – mest sannlíkt títt einasta – so njót tað, ímeðan tú hevur heilsuna og tíðina. Tí tíðin, hon gongur skjótt.

***

12-talið

At fáa eina útbúgving hevur sera stóran týdning í dag, bæði fyri persónliga og fakliga menning, men eisini tí at samfelagið vónar, at tú verður ein produktivur og luttakandi samfelagsborgari. Men vælsignaðu tit, latið ikki pappírið definera tykkum. Eitt 12-tal er flott, men tað er ein stikkprøvi, ein stutt løtumynd av tínum persóni, og sigur fyri so vítt onki um, hvør tú ert. Eg havi sjálvur fingið 13 og 03, og tað rakar meg ein pinn, tí eg veit, hvat eg eri verdur, og hvat eg kann, og ikki kann, og hvíli í tí. Tað eru fá ting, tit hava fult kontroll yvir her í lívinum, men eitt, sum tit hava 100% kontroll á, er tykkara instatsur. Kýtið tykkum, og so kunnu tit ikki gera nógv meira. Heldur enn at lata 12-talið ella mangul uppá sama  definera tykkum, roynið heldur at liva 12-talið. Verið álítandi. Elskið næsta tykkara. Gevið aftur til samfelagið. Tað er tað ultimativa diplomið, sum telur.

Tað er hvussu tit liva, og hvussu tit eru fyri onnur, sum er alt avgerðandi. Og tit hava allarbestu fortreytir at taka lut í samfelagnum. Í Føroyum man vera styttst til evsta valdið í landinum. Tit kunnu hava stóra ávirkan á, hvønn veg føroyska samfelagið skal fara næst. Mann plagar at siga, at framtíðin er fyri ungdómin. Og tað er eisini rætt. Men samtíðina eigur ungdómurin sanniliga eisini. Fyri góðum hálvum ári síðani, var løgtingsval í Føroyum, og av teimum 33 valdu, vóru 4 beinleiðis vald undir 30. Yngsta kvinna nakrantíð og yngsti maður nakrantíð. Síðani vit fingu heimastýrið í 1948, eru bara 14 beinleiðis vald undir 30, og 4 av teimum blivu vald hetta valskeiðið. Tí skal mín áheitan vera til tykkum: Takið lut í samfelagnum. Um tað er í grannalagnum, sjálvbodnum felagsskapum, ítróttarliðum, fakfeløgum, arbeiðsplássum ella beinleiðis politikki, so er tað av ovurstórum týdningi, at vit hava ein luttakandi og virknan ungdóm.

Allar tykkara avgerðir – bæði stórar og smáar – eru við til at skapa okkara felags framtíð. Um tað verður sum sjúkrasystir í næstu farsóttini, um tað verður vinnulívsmaðurin undir næstu kreppuni, um tað verður sum mótmælisfólkið í næstu mótmælisgongu á vaglinum, sum vísir sína ónøgd. Tit eru framtíðin, og avgerðirnar, tit taka í dag, fara at geva afturljóð í framtíðini, tá ið stikkprøvin skal takast av samfelagnum. Verður tað eitt 12-tal? Tað vita vit ikki.

Mangt umskipast á mansins ævi, og ja, tað kann vera at søgan endurtekur seg, men júst hvussu søgan endurtekur seg, tað er og verður tykkara avgerð.

Takk fyri, enn eina ferð hjartaliga til lukku við próvnum og – ikki minst – gott summar!