Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Man nakað tjaldur vera komið í løgtingið?

Meðan rættarnevndin viðger eina loysn at fíggja tunlarnar norður um fjall, var tað ein fragd at hoyra røðuna hjá Katrin Kalsberg til Grækarismessuhaldið í Runavík.

Hon greiddi væl frá um nógv ymisk viðurskifti.

Hon legði dent á, at tjaldrið kemur heim til eitt land, sum sær øðrvísi út, enn tað tað fór frá(orsaka av stóru íløgunum í miðstaðarøkinum).

Hon undraðist á, at havnaútbygging er neyðug báðummegin nýggja Eysturoyartunnilin, tað er ikki umhvørvisvinarligt.

Men tað best hon segði var lýsingin av tjaldrinum, sum ikki bert verjir sítt egna reiður, men eisini tað hjá smáfuglunum. Tjaldrið verjir allan hagan.

Eg siti eftir við tankanum: man nakað tjaldur vera lent í tinginum?
Munnu tað vera nakrir politikarar, sum ætla at byggja allar Føroyar og ikki bert miðstaðin? Man nakar teirra hugsa um, at út móti 1000 fólkum hava tvær deyðsfellur, sum tey dúgliga ferðast gjøgnum hvønn dag.

Hallgerð Akurstein