Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

(Mynd: Sverri Egholm / portal.fo)

Man liggur, sum man sjálvur hevur reitt

2021-12-14 21:29

Søgan um keisarans nýggju klæði, kann geva okkum eina hóming av, hvussu tann politiska skipanin er í løtuni.

Sjálvur haldi eg, at málið um rættindini hjá teimum samkyndu langt síðani átti at verið avgreitt og tað undrar meg, at samgongan ikki hevur megnað at gjørt eina semju í hesum málinum. Sjálvur havi eg tosað um hetta evnið við fleiri lyklapersónar í Fólkaflokkinum og eg føldi ikki at tað bleiv tikið í álvara tá.

Men nú standa vit í tí støðu, at samgongan kann slitna av hesum málinum og tað má eg siga er sera harmligt, tí tað hevur samgongan ikki uppiborið, men man liggur, sum man sjálvur hevur reitt.

Fólkaflokkurin er ein kristin flokkur, men hann skal eisini fylgja við tíðini. Vit eru ein konservativur flokkur, men tað merkir ikki, at vit ikki skulu broyta rættindi teirra samkyndu til tað betra.

Málið um tey samkyndu er besta dømi uppá, hvussu tann politiska gjógvin veksur.

Fólkaflokkurin má gera upp við seg sjálvan, ynskja vit okkum eitt frælst land, har vit javnseta øll ella ikki.

Sjálvur havið eg altíð vilja trúð, at vit í fólkaflokkinum ynskja eitt samfelagð, har vit virða hvønn annan.

Sjálvandi skulu allir føroyingar hava somu rættindi.

Erling Mørkøre