Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Mamma, hví lýgur løgmaður?

2015-07-10 15:00

"Mamma, hví lýgur løgmaður?" Spurdi 7 ára gamli sonurin.

Vit hava lært hann, at tað er altíð best og rættast at siga sannleikan. Í bíbliuni stendur, at tú mást ikki lúgva, í barnagarðinum hevur hann lært, at tað er skeift at lúgva.
Tí dugir hann ikki at skilja hví løgmaður lýgur! Løgmaður, sum bestemmar í Føroyum. Løgmaður, sum er sum okkara kongur. Hvussu kann hann lúgva?

Hvat skal ein mamma svara, spyrjandi dronginum?

- Eg vóni veruliga, at annaðhvørt løgtingið, ella vit sum veljarar, vísa soni mínum og øllum í Føroyum, at tað gongur ikki at lúgva. At tað fær avleiðingar tá føroya hægsti maður og ein av størstu fyrimyndum hjá børnum okkara lýgur fyri okkum.
Vit eiga og muga ikki lata tað fara framvið, bert við at geva eina nøs!

Øll gera feilir og tað er í lagið, um tú rættar sum skjótast uppá feilin. Hevði løgmaður verið so frægur, at hann eftir heita orðaskifti, segði at hann kom til at siga skeift, so hevði støðan verið ein heilt onnur. - Soleiðis er ikki, og hann roynir enn at bagatellisera lygnina. Tí haldi eg, at lygnin skal fáa stórar avleiðingar fyri løgmann.

Í Føroyum vilja vit ikki hava lygnir á tingið ella nakra aðra staðir. Vit vísa okkara børnum, at hettar samfelagið er bygt á og treytað av sannleikanum.