Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Makrelstovnurin – 10 mió. ella 2,5 mió. tons?

2013-09-28 21:11

Eru norðulendsku kanningarnar rættar og hava norsku fiskifrøðingar rætt?

Kanningarnar, sum Føroyar, Ísland og Norra hava gjørt í ár, vísa allar, at ongantíð hevur verið so nógvur makrelur í hesum økinum sum nú. Ja, norskir serfrøðingar meta, grundað á kanningarnar hesi 2 seinastu árini, at makrelstovnurin er 8,8 mió. tons og at henda ovurstóra nøgdin av makreli flytir seg longur norður- og vestureftir, enn fyrr.

Men,hví er ES ikki við í hesum kanningum og hví er ES ikki sinnað at gera líknandi kanningar í teirra havøki yvirhøvur. Í seinastu viku kundu skip, sum royndu í ES-sjógvi staðfesta, at har var ongin makrelur, men at tað sindri, sum teir fingu, var móti tí føroyska markinum.

Støddin á makrelstovninum

ICES metir makrelstovnin at vera 2,5 mió. tons og kvoturnar eru ásettar eftir hesum, meðan kanningar hjá Norra, Føroyum og Íslandi í ár vísa, at stovnurin er 8,8 mió. tons, og harvið ikki langt frá tí, sum norski havgranskarin Jens Chr. Holst hevur víst á, at makrelstovnurin er 3 til 4 ferðir størri enn serfrøðingar hjá ICES hava hildið hann vera, soleiðis at stovnurin ístaðin fyri at vera 2,5 mió. tons er umleið 10 mió. tons.

Eg vóni tí, at ICES, sum í hesum døgum fundast um og viðgerð fiskastovnarnar, ásetur eina kvotu, ið er samsvarandi tí støddini á makrelstovninum, sum hesar kanningar vísa.

Føðin hjá makrelstovninum

Er tað rætt, sum fiskifrøðingar siga, at hesin ovurstóri makrelstovnurin tømir havið fyri føði og er makrelurin, sum hjá okkum hevur staðið “í klettin” alt summar, ein hóttan móti verandi fiskastovnum og fuglalívi við Føroyar?

Er tað rætt, at tann stóri makrelstovnurin er orsøk til, at nógv sild er deyð í hungri í norskum sjógvi síðan 2009, og at tann veldugi makrelstovnurin nú í strembanini eftir føði, hevur broytt ferðamynstur, so hann kemur longur vestur- og norðureftir, orsakað av hitanum og føðini í sjónum, so er hetta í samsvari við tað, sum vit hava upplivað í havøkinum rundan um Føroyar hesi seinastu árini, har alt havið um Føroyar, hevur kókað av makreli og sild.

Tá veruleikin nú er hesin í føroyskum havøki, so kunnu vit vænta, at hesin skjótt vaksandi makrelstovnur kemur at hava við sær, at okkara verandi margfalda lívfrøðiliga skipan fer úr spónalagnum.

Vísandi til tað, sum Norska Havforskningsinstituttet sigur sum fakta um makrelin, at “hann lever av plankton, fiskelarver og småfisk”, so er makrelstovnurin tann veruliga hóttanin móti hýsu- og toskastovnunum v.m. undir Føroyum - og ikki verandi veiðitrýst.

Hvat er at gera?

Er tað rætt, tá fiskifrøðingur vísur á, at bara tvinnir kostir eru í at velja, fyri at lívbjarga øðrum fiskastovnum. Annar er at fiska makrelstovnin niður á eitt burðardygt støðið og hin er, at lata standa til og lata skipanina kollapsa, og lata niðurbræðingina av verandi botnfiskastovnum halda fram, og síðani fara undir royndir at byggja fiskastovnarnar upp aftur av nýggjum.

Vit eiga sjálvandi at fiska burðardygt og fiska meira burtur av makrelstovninum enn higartil, og tí eru tað vit føroyingar, sum hava borið okkum rætt at í fiskiskapinum eftir makreli, bæði í mun til verandi fiskastovnar og fyri at halda makrelstovnin á einum burðardyggum støði, og ikki sum vit verða skuldsettir fyri, at ovurfiska og harvið oyða makrelstovnin.

Revsitiltøk móti Føroyum

Er tað rætt, at ICES við einari skeivari stovnsmeting og harvið skeivari ráðgeving viðv. kvotuni av makrelinum, hevur fingið londini rundan um okkum at stempla Føroyar sum teir, ið ovurfiska og harvið oyða makrelstovnin, tá veruleikin er, at Føroyar við at gera tað, sum er rætt í okkara sjóøki, rætt er móti okkara fiskiflota og sum er bæði rætt og neyðugt fyri at verja og varðveita øko-skipanina, nevnliga at fiska eina størri nøgd av makreli, nú verða boykottaðir av ES og Norra, so er tað alneyðugt, at fáa hetta broytt.

Tí skulu vit brúka alla okkara orku og vitan uppá at prógva yvir fyri okkara granna-londum og ICES, at veruleikin er ein annar enn ICES higartil hevur hildið, bæði tá talan er um støddina á makrelstovninum og tá talan er um ferðingarmynstri hjá makrelinum, tí allar kanningar vísa, at tann stóri makrelstovnurin hevur broytt ferðamynstur vestureftir til Føroyskt, Íslendskt og Grønlendskt sjóøki og norðureftir til Norskahavið og Barentshavið.

Vónandi verður staðfestingin av broytta ferðamynstrinum og úrslitini av teimum kanningum, sum norðanlond hava gjørt viðv. makrelstovninum, fundamentið fyri eini áseting av heildarkvotuni. Síðani kann hetta skapa grundarlag fyri eini semju millum øll strandalondini um eina avtalu um makrelin og sildina, sum øll eru nøgd við og sum vónandi kann hava við sær, at revsitiltøkini móti Føroyum verða avtikin.

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin