Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Makrelgjald = Barnakekk = Fólkavøkstur

2014-06-26 18:32

Øktar inntøkur koma nú í landskassan frá øktari makrelkvotu og tilfeingisgjaldi á makrel- og sildaveiðu.

Barnafamiljurnar skuldu fingið burtur av hesi øktu køkuni.

Barnakekkurin hevði verið eitt frálíkt amboð, sum kundi lívga um hjá familjunum og skapt fólkavøkstur og trivnað.

Inntøkurnar eiga ikki at fara til økta almenna umsiting. Tí mugu greiðar ætlanir leggjast, hvussu peningurin kann koma borgarunum og samfelagnum best til gagns.

Børnini og kjarnufamiljan eru framtíðin.

Tí er tað rætt at gera íløguna við barnakekki í børnini, familjurnar og framtíðina.

Fólkavøkstur hevði uttan iva verið eitt úrslit. Bæði tí barnafamiljur fluttu heim, og tí barnakekkurin kundi stuðla verandi ungu familjum at fingið eitt ella tvey børn afturat.

Hetta skal vera mín áheitan á sitandi samgongu.

Vinarliga
Jógvan Poulsen
formaður í Havnar Framburðsfelag