Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Magnus spyr um Novo Nordisk grunnin og samstarv við føroyskar heilsumyndugleikar

2019-11-19 12:04

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 20. november at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning umNovo Nordisk grunnin og samstarv við føroyskar heilsumyndugleikar og stovnan av diabetesmiðstøð

Fyrispurningar til landsstýrismannin:

1. Hvussu langt áleiðis eru fyrireikingarnar komnar við ætlaða samstarvinum millum Novo Nordisk grunnin og føroyskar heilsumyndugleikar um diabetesmiðstøð?

2. Hvat er endamálið við hesum samstarvinum og hvat verður ítøkiliga innihaldið í verkætlanini?

3. Hvørji ítøkilig stig verða tikin í komandi tíðum um hetta ætlaða samstarv og verkætlan?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at á sumri í 2018 vendi Novo Nordisk grunnurin sær til Heilsu- og innlendismálaráðið við einum fyrispurningi, hvørt tað var áhugi fyri einum møguligum samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin um eina diabetesmiðstøð í Føroyum.

Nú er umleið 1½ ár fráliðið. Og síðani fyrispurningurin frá Novo Nordisk grunninum varð sendur Heilsu- og innlendismálaráðnum, so er eisini nýtt landsstýrið skipað við Kaj Leo Holm Johannesen sum landsstýrismanni í heilsumálum.

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at fyri stuttum hevur landsstýrismaðurin verið á fundi við umboðum fyri Novo Nordisk grunnin, og er tað tí áhugavert at frætta, hvussu landsstýrismaðurin sær fyri sær, at eitt gott og gevandi samstarv kemur í lag millum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsumyndugleikan.

Tað er við hesum fyri eyga, at fyrispurningurin verður settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Sambandsflokkurin