Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Magnus spyr Eyðgunn um íløgur í bústovnar o.a.

Sosial- og almannapolitikkur - 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um íløgur í bústovnar o.a. (løgujáttan)

Spurningar til landsstýriskvinnuna:

1. Hvussu stór upphædd er brúkt av løgujáttanini til bústovnar o.a. higartil í ár, og verður øll játtanin brúkt?

2. Er nøkur nýbygging byrjað higartil í ár?

3. Hvørjir bústovnar o.a. eru ella verða umvældir í ár?

4. Er ætlanin at útseta onkra av verkætlanunum?

Viðmerkingar

Í fíggjarlógini fyri 2018 eru 29 mió. kr. avsettar til íløgur í bústovnar o.a. Í frágreiðingin um frávik millum játtan og nýtslu fyri 2017 sigur Landsgrannskoðanin, at til íløgur í bústovnar o.a. er ein minninýtsla staðfest á 19,8 mió. kr., sum við átekning er flutt til 2018. Samanlagt verða sostatt 48,8 mió. kr. til íløgur í bústovnar o.a. í 2018.

Í tekstinum til fíggjarlógina fyri 2018 stendur m.a. um íløgur í bústovnar o.a. soleiðis:

- Heim til eldri fólk við sálarsjúku verður liðugt í 2018

- Harumframt eru tríggjar verklagslógir lagdar fyri Løgtingið á heysti 2017. Talan er um bygging av vardum bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu og nýtt Barnaheim í Tórshavn (Málið um Barnaheimið fall burtur samb. stýrisskipanarlógini §15, stk. 3, tí málið var ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði)

- 8 mió. kr. eru avsettar til Eiragarður 14 og 16

Seinastu árini er væl kunnað um langar bíðilistar til bústovnar o.a. í Suðurstreymi og eisini um sera vánaligu støðuna, sum fleiri av bygningunum, sum verða brúktir til endamálið, eru í.

Áhugavert er tí at frætta, hvussu gongur við nýbygging og eisini, hvussu gongur við dagføring av verandi bygningum.

Sambandsflokkurin

RN