Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Magnus Rasmussen spyr um ætlanir landsstýrisins á landbúnaðarøkinum

Vinnupolitikkur - 

Magnus Rasmussen fer á tingfundinum mikudagin 7. februar at seta ein munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann í landbúnaðarmálum

Viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins á landbúnaðarøkinum:

1. Hvussu gongur við arbeiðinum við arbeiðsætlanini fyri okkara landbúnað - arbeiðsætlanin, sum verður nevnd í løgmansrøðuni í 2017?

2. Nær kann væntast, at landsstýrismaðurin alment fer at leggja fram arbeiðsætlanina?

3. Hvørji ítøkilig stig fara landsstýrið og Búnaðarstovan at taka, fyri at stimbra undir gagnnýtsluna av føroyskum kálvakjøti?

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at í løgmansrøðuni á ólavsøku 2017 stendur m.a. um landbúnaðarøkið:

Á heysti 2016 var stig tikið til eina arbeiðsætlan, ið hevur til endamáls at seta greið mál fyri okkara landbúnað og greitt vísa á átøk, ið kunnu tryggja ella stimbra undir, at málini verða rokkin. Settu málini eru skipað innan fýra øki:

- staðbundnar dygdarvørur

- royndir/gransking/útbúgving

- lendi og at velta burtur úr nýggjum

- fígging og bygnaður

Tilfarið er latið Fiskimálaráðnum á sumri í 2017, og nú verður farið ítøkiliga undir eina arbeiðsætlan, ið hevur til endamáls at fremja nevndu mál.

Játtanin til landbúnaðarroyndir er hækkað nakað. Hækkanin verður millum annað nýtt til royndir og menning av grønmetisframleiðslu, ið er ein partur av tí størru ætlanini at menna framleiðsluna av staðbundnum dygdarvørum.

Innan økið “staðbundnar dygdarvørur” fara landsstýrið og Búnaðarstovan at taka ítøkilig stig at stimbra undir gagnnýtsluna av føroyskum kálvakjøti.

----

At enda sigur løgtingsmaðurin, at hetta landsstýrið tók við á heysti 2015 og nú skjótt fer at vára í 2018, so hevur tað mín áhuga at frætta, hvussu gongur við ætlanum landsstýrisins á landbúnaðarøkinum, og eisini nær vit fara ítøkiliga at síggja ætlanir framdar í verki. Tað er í hesum sambandi, at spurningurin verður settur.

Sambandsflokkurin

RN