Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Magnus Rasmussen spyr Sirið Stenberg um Demensætlanina

Heilsupolitikkur - 

Til løgtingsfundin komandi mikudag 27. september 2017, hevur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um Demensætlanina

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvussu gongur við at verkseta Demensætlanina?

2. Hvørjar eru ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni fyri 2018 á demensøkinum?

3. Hvørjar er langtíðarætlanin hjá landsstýriskvinnuni á demensøkinum?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at avbjóðingarnar á heilsu- og almannaøkjunum og í eldrarøktini hjá kommununum eru stórar. Ein av hesum avbjóðingum er Demensur. Hetta hava vit kent til í fleiri ár og í februar í 2015 var ein heildarætlan fyri demens handað landsstýrisfólkunum Karsten Hansen og Anniku Olsen. Ætlanin ber heitið “Demensvinarligt samfelag - gloymsk, men ikki gloymd”.

Í heildarætlanini eru 14 ítøkilig tilmælir til politisku skipanina um, hvussu vit í framtíðini eiga at skipa demensøkið til frama fyri tey, ið hava sjúkuna. Saman við tilmælunum er eisini ein kostnaðarmeting, hvat tilmælini koma at kosta. Eisini verður í ætlanini víst á, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eitt samanhangandi heilsu- og almannaverk, har borgarin er í miðdeplinum.

Heildarætlanin varpar ljós á, hvat tað vil siga at hava demens, og í ætlanini eru greið boð upp á, hvussu vit møta teimum avbjóðingum, sum eru knyttar at einum vaksandi tali av menniskjum við demens í Føroyum.

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at nú eru nøkur ár liðin, síðani Demensætlanin sá dagsins ljós. Tað er í tí sambandi, at eg ynski við hesum spurningi at fáa varpa ljós á, hvar vit eru stødd í ætlanini, og hvussu framtíðarætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni síggja út á hesum økinum.

Sambandsflokkurin

RN