Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Magnus Rasmussen spyr Eyðgunn Samuelsen um tilboð til røktarsjúklingar/ rørslutarnað undir 67 ár

Sosial- og almannapolitikkur - 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning um tilboð til røktarsjúklingar/ rørslutarnað undir 67 ár. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvørji tilboð eru til røktarsjúklingar/rørslutarnað undir 67 ár, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi?

2. Hvar í landinum eru hesi tilboð staðsett?

3. Eru ætlanir at økja um og menna tilboðini?

4. Verður samstarvað við eldrasamstørvini, har hesi kunnu veita neyðugu tilboðini?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at hesin fyrispurningur snýr seg um røktarsjúklingar/rørslutarnað og sum eru undir 67 ár. Hesir borgarar eiga sjálvandi at fáa góð og mennandi tilboð frá landsmyndugleikanum.

Ein broyting hendi á økinum, tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar og 67 ára aldursmarkið kom at verða avgerandi, hvørt tað er ein kommunal uppgáva ella ein landsuppgáva. Áðrenn var alt ein landsuppgáva.

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað, sum m.a. er hent, tað er, at vit hava fingið tvær paralellar skipanir - eina kommunala- og eina landsskipan - og tað, sum ger av hvørja skipan tú hoyrir til, er 67 ára aldursmarkið. Tær kommunalu skipaninar eru kring landið og tí í nærumhvørvinum hjá teimum, sum hava tilboð fyri neyðini og teirra avvarðandi.

Áhugavert verður tí at hoyra frá landsstýriskvinnuni, um samstarvað verður við eldrasamstørvini kring landið um hesar brúkarar, sum eru undir 67 ár og hava tilboð fyri neyðini.

RN