Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Magni Laksáfoss vitjar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag, eftir innbjóðing frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy, verið á vitjan í Hovi og í Vági. 
Næmingarnir á miðnámsskúlanum vildu hava Magna at greiða frá uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan, sum alment varð lagt fram 28. november í 2016. Uppmøtingin var góð, hóast tiltakið var eftir skúlatíð. 
Eisini fekk hann høvið at vitja Pálshøll í Vági og síggja sera áhugaverdu Marghøllina í Vági. 
Teir, sum skipaðu fyri ferðini og tiltakinum vóru Tummas í Dali og Sjúrður Ferjá, báðir lærarar á miðnámsskúlanum.
RN