Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Magn og Finn - komið við einari ítøkiligari loysn!

Ein endurtøka av rakstrarrópinum um “liberalisering av elmarknaðinum” er ikki nøktandi. Magn og Finn eiga at leggja alment fram, hvussu elmarknaðurin ítøkiliga kann liberaliserast, samstundis sum elprísurin ikki hækkar, og grøna kósin verður hildin

Tað skal meira til at liberalisera elmarknaðin enn rakstrarróp um “liberalisering”, og “lova nú Magn framat”.

Nú vit hava hoyrt hetta herrópið frá Magn so ofta, hevði tað verið áhugavert at frætt nærri, hvussu Magn sær fyri sær, at elmarknaðurin verður fríur, so Magn og onnur kunnu sleppa framat.

Treytirnar í einum slíkum uppskoti eru sjálvandi, at elprísurin ikki hækkar, samstundis sum grønar útbyggingar eisini fara fram. Harumframt eru veitingatrygd, veitingarskylda og ein skynsamur búskapur eisini sjálvsagdar fortreytir í einum slíkum uppskoti, sum skal raka beint inn í orkuskiftið í Føroyum. Eitt uppskot, sum hevur til endasmáls at broyta verandi skipan við einum samhaldsføstum elfelag, har vit øll eiga yvirskotið til framtíðarútbyggingar, til eina skipan, har nakrir privatir skulu framleiða elorku, sum skal kasta yvirskot av sær til privatar kassar.

Her eru altso nógvir spurningar at fara í holt við, og eg skilji væl, at politiski myndugleikin ikki hevur greinað hetta út í æsir enn, soleiðis sum Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá Magn, fílist á. Men Magn og Finn kunnu royna at greiða eitt ítøkiligt “liberaliseringsuppskot” úr hondum og leggja tað fyri politiska myndugleikan og okkum onnur – í staðin fyri áhaldandi at dríta í egið reiður, uttan at lyfta hond frá síðu.

Tað lætt at sita og bíða eftir, at onnur skulu koma og borðreiða við loysnini, men Magn virkar í einum duopoli, so teir eru helst ikki vanir við annað enn eitt handilsligt sjálvtøkuborð, har bert ein annar situr til borðs. Kappingareftirlitið hevur fleiri ferðir víst á vantandi kapping/liberalisering á oljumarknaðinum.

Í verandi elskipan arbeiða SEV, landsmyndugleikar og kommunurnar saman um elloysnirnar, og eingin hevur enn sagt, at onnur ikki kunnu sleppa við. Magn og Finn hava høvið at bjóða, tá vindorka verður boðin út, og skulu fleiri stig takast, so noyðast Magn og Finn eisini at bróta upp um armar, um teir ætla at flyta elmarknaðin onkran veg, sum gagnar okkum øll – og ikki bara handilsligum endamálum.

At enda skal skoytast uppí, at tá SEV tekur fyrivarni fyri grønum útbyggingum, tá elprísurin lækkar, so skal tað sjálvandi skiljast soleiðis, at grønar útbyggingar eru kostnaðarmiklar, og vit meta, at elprísurin eigur ikki at lækka í góðum tíðum, tí tað er nú, vit kunnu leggja til síðis í okkara felags kassa til framtíðar grønar útbyggingar. Og hetta er ikki í samsvari við endamálið hjá teimum privatu.

SEV stevnir framhaldandi trygt ímóti grøna málinum fyri at gagna øllum Føroya landi, og vónin er, at onnur eisini vilja samfelagsins besta í hesum málinum, tí her nyttar ikki bara at sæta sær sjálvum. Her koma vit longst við at lyfta í felag.

Vinaliga
Hákun Djurhuus, stjóri
Elfelagið SEV


Les eisini: Magn vil loysa grønu avbjóðingina