LÝSING AV ATLANTIC MISSION - ein Norður-Atlants missión!

2020-11-17 21:56

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

Skrivað: pjd, Glyvrar 26.10.2020

_____________________________________________________________________________________________________

LÝSING AV ATLANTIC MISSION
- ein Norður-Atlants missión!

Vit hoyra stundum í fjølmiðlunum navnið Atlantic Mission. Tað kundi verið, at tað er onkur, sum spyr hvat Atlanitc Mission er.

Atlantic Mission er ein trúboðarafelagsskapur, sum varð stovnaður í 2011. Tað var Evangelisturin Svenning av Lofti, sum upprunaliga kom við hugskotinum, ið hann legði fyri sínar nærmastu samverkafelagar. Stutt eftir var felagsskapurin stovnaður undir navninum ATLANTIC MISSION.

Longu sama ár varð missiónsferð gjørd til Hetlands. Missiónsferðir hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 2011 til støð sum Hetland, Orknoyar, Hebridurnar, oynna Mull, Skotska Meginlandi, Eysturlandi í Íslandi og norsku oynna Bømlo. Í 2014 var ferð gjørd sunnanfjørðs í Føroyum, tá vitjað varð í Nólsoy, Hestoy, Sandoy og Suðuroy, og í ár hevur Atlantic Mission vitja norðanfjørðs í Føroyum.

Í upprunanevndini sótu Svenning av Lofti leiðari, Hjørleif Vang, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni og Poul Jóhan Djurhuus. Seinni er Ruth Gaardlykke komin við í nevndina. Í dag, 2020, sita hesi í nevndini: Svenning av Lofti, leiðari, Jógvan Páll Sevdal, Poul Jóhan Djurhuus og Ruth Gaardlykke.

JUVEL II: Tá man hevur valt at nýta navni ATLANTIC MISSION , so er tað tí, at endamálið er at náa grannalondini og grannaoyggjarnar í Norður Atlantshavi. Til hetta endamáli hevur Atlantic Mission notið rúma vælvild frá teimum, sum varða av skipinum Juvel II, tá nevndin á hvørjum árið hevur fingið loyvið at brúka skipið í tríggjar vikur, tá skipið annars liggur stilt.

At evangelisera við einum skipi er nakað heilt serligt, sum man ikki upplivir á anna hátt. Tað er ein tættur felagsskapur umborð millum manningina. Skipið vekur ans, har tað kemur til bryggju, og inniber stórar møguleikar at bjóða fólki umborð. Møguleiki er fyri andaligum virksemi bæði umborð og út frá skipinum. Skipið er ein tryggur og arbeiðsligur grundbasi, meðan tiltakið (verkætlanin) fer fram.

Hesi 10 árini, ið Atlantic Mission hevur virkað við Juvel II, hevur missiónin nátt ikki so lítlan part av sínum landafrøðiliga kalli, og mong menniskju eru nádd við orðinum bæði umborð og út frá skipinum. Eitt stórt tal av vaksnum og børnum hava stigið um lúnningina á Juvel II, sum hava fingið eitt gott orð, ein góðan drekkamunn og góðan felagsskap seinastu 10 árini.