Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lykilin til framtíðina

2014-02-09 17:20

Mitt í rokanum av tíðindum um ES boykott, svartar og reyðar boykottlistar í Ruslandi, tí stóra makrelstovninum, sum kann broyta ferðingarmynstur nær sum helst, niðurbræðingini av línufiskaríðinum, áralangum landskassahalli, og ikki minst boðunum um eina hóttandi og áhaldandi fólkafráflyting, frættist brádliga, at altjóða oljufelagið BP hevur gjørt eina stóra íløgu í føroysku íverksetarafyritøkuna Decision3.

Tað, sum byrjaði sum eitt reint hugskot hjá Ólavi Simonsen um eina skipan, sum betrar trimmið á skipum við oljusparingum fyri eyga, er nú endað sum ein realistiskur gjøgnumbrots møguleiki fyri eina nýggja fyritøku á altjóða marknaðinum, við BP sum strategiskum íleggjara.

Áðrenn tað, varð hugskotið ment til eina prototypu av íverksetarafyritøkuni Decision3, sum varð fíggjað av føroyskum venturegrunnum.

Nýbrot

Her er talan um eitt satt nýbrot, tí við hesum hava vit fingið eina nýggja og týdningarmikla ressursu á banan.

Nevnliga ta ressursuna, sum ger tað møguligt og lutfalsliga skjótt at koma tann langa vegin frá reinum hugskotum til nýggjar fyritøkur.

Tey samfeløgini, sum duga hetta væl, eru tey innovativu samfeløgini í heiminum í dag, og tað kann ikki undra nakran, at tey klára seg nógv best. Sambært World Economic Forum sá topp fimm listin í 2013 soleiðis út: 1. Sveis 2. Singapore 3. Finland 4. Týskland 5. USA.

Tað verður spennandi at síggja, hvørja menning íløgan hjá BP kemur at skapa í Decision3, og um felagið fer at gerast ein vakstrarfyritøka, tí, í tí kunnu liggja fleiri nýggj og spennandi arbeiðspláss.

Rætta vegin

Tað gongur avgjørt tann rætta vegin í Føroyum í dag, men skal tað eydnast á hendan hátt at fáa skapt nógv nýggj arbeiðspláss komandi árini, so mugu teir stóru og ressursusterku aktørarnir í Føroyum av álvara inn á banan og vera við til at taka eina felags ábyrgd av innovatiónini, samstundis sum fleiri kavabóltar mugu á rull:

- vit mugu hava nógvar føroyingar, sum vilja gerast entreprenørar við atgongd til góða ráðgeving, tí av royndum vita vit, at fleiri verkætlanir detta niður fyri aftur;

- vit mugu halda fram við arbeiðinum at stimbra kreativitetin og mentalu íverksetaravøddarnir hjá skúlaungdóminum, so at tað alla tíðina verður ein stór tilgongd av ungum íverksetum;

- vinnulívið má fáa betri møguleikar at stuðla íverksetara ætlanum, millum annað við at gera slíkan stuðul skattafrían. Hartil eiga vinnan og almenni sektorurin at gera avtalur um krónu fyri krónu íløgur/fígging í íverksetaraætlanir og í kreativar fysiskar karmar, sum optimera samstarv og innovatión;

- vælvitandi at Facebook, Google ella Apple neppa høvdu eksisterað í Silicon Valley uttan tað almenna Stanford University, er tað innlýsandi neyðugt at uppbyggja eitt gott granskingar- og universitetsumhvørvi (R&D);

- vit eiga eisini at fremja avbyrokratiseringar í almennu kørmunum kring íverksetan, eitt nú við einki gjald at taka fyri stovnan av nýggjum íverksetarafyritøkum, við eini fimm ára skattafrítøku fyri allar nýggjar íverksetarafyritøkur, eini munandi einfaldari roknskaparlóg, skattafríari uppsparing hjá ungum, sum vilja spara upp til íløgur í íverksetan, við at innføra starvslønir til íverksetarar við góðum hugskotum, og við at umleggja arbeiðsloysisstuðulin til aktivan íverksetarastuðul.

Innovatión ein felags ábyrgd

Við øðrum orðum: tað er ikki nóg gott, at onkur tekur sær av innovatiónini í samfelagnum!

Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá World Economic Forum, The Global Competitiveness Report 2013-14 ( weforum.org) verður pointerað, at fokus á innovatión, sum eini felags ábyrgd hjá leiðarum í privata vinnulívinum, í almenna sektorinum og annars úti í samfelagnum, og viljin til samstarv og íløgur í nýggj hugskot, er avgerandi neyðugt í altjóða kappingini millum tær fremstu tjóðirnar í dag.

Tess effektivari vit verða til innovatión, og tess fleiri hugskot vit fáa ment til fungerandi prototypir, og jú fleiri venturekrónir tískil kunnu investerast, jú betri eru vit í veruleikanum til at benchmarka okkum við tær fremstu íverksetaratjóðirnar í heiminum.

Eina framtíð í Føroyum

Í hesum liggur lykilin til framtíðina, tí tað er í íverksetarafyritøkum, at tey flestu nýggju - og oftast innovativu - arbeiðsplássini verða skapt, og tað eru slík arbeiðspláss, sum fáa vælkvalifiseraða arbeiðsmegi til at velja eina framtíð í Føroyum.

BP íløgan í Decision3 er ein inspirerandi søga, sum vísir hvørjar møguleikar, íverksetan kann hava fyri Føroyar.

Nú er tíðin komin til at seta fulla ferð á innovatiónina og rokni eg við, at 2014 kemur at verða eitt áhugavert ár í so máta.

Føroyar er eitt lítið land og vit eru fáment. Men vit hava atgongd til nógvar møguleikar, og ein av teimum tungu lyklunum í lyklaringinum til framtíðina er innovatión!

Við ynski um eitt framtaksríkt 2014

Rani Nolsøe

Íverksetarahúsið