Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Luttøka á jøvnum føti sum drívmegi

2014-04-30 01:26

Fyri viku síðani var áhugaverd sending um Ítrottarsamband Føroya, sum fyllir 75 ár. Súni Merksisstein tosaði við Petur Elias Petersen um virksemi og søgu felagssins og við Una Arge, sum skrivar bók um felagið í hesum sambandi. Tað, sum serliga festi seg hjá mær, var eldhugin at vinna Føroyum limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC, og tann denturin, sum forsetin legði á hetta at luttaka í altjóða kapping. Beinleiðis samband varð sett millum avrik og menning og í hvønn mun tær ymisku ítrottargreinarnar vóru viðurkendar og luttóku í altjóða kapping. Fokus, trivnaður og blómi eru tætt knýtt at møguleikanum at luttaka í Oyggjaleikum, millumlanda kappingum v.m. Tí segði forsetin eisini, at umsóknin til IOC, sum hevur eina langa søgu, altíð fyllir nógv í arbeiði hansara og felagsins.

Ein greið javnseting er millum hesa sannroynd innan ítrott og so luttøku Føroya á altjóða pallinum sum land. Tí undrar tað, at ikki størri orka og fokus er á tað evnið hjá landsins leiðslu.

Framsókn legði í oktober saman við Tjóðveldi fram uppskot til lóg um broyting í lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, sum snýr seg um at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar og verjumálum. Í høvuðsheitum snýr uppskotið seg um at strika partin í Yvirtøkulógini, (nr.79 frá 12. Mai 2005), sum forðar fyri, at Føroyar yvirtaka uttanríkis-, trygdar- og verjumál OG at seta úr gildi Lóg nr. 80 frá 14. mai 2005 um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Hetta er sokallaða “Uttanríkispolitiska heimildarlógin”, sum á ongan hátt hevur givið Føroyum nakrar heimildir, sum ikki kundu fáast til vega frammanundan. Tí varð hendan seinna harðliga kritiserað um tað mundið, tá hon varð fyrireikað og sett í gildi. Og allar royndir vísa, at ongantíð hevur støða Føroya í mun til altjóða luttøku verið truplari enn nú.

Forðingar fyri Føroyar

Makrel- og sildamálið og revsiheimildirnar hjá ES, har Danmark hevur mótstríðandi áhugamál, og kortini formliga umboðar Føroyar í uttanríkispolitikki, hava víst tað.

Sjálvstøðugur limaskapur í norðurlendskum samstarvi og sáttmálum verður framvegis sýttur okkum, vísandi til, at Føroyar ikki eru sjálvstøðugt land.

Stórar forðingar verða settar fyri limaskapi í heimshandilsfelagsskapinum (WTO), hóast tað hevði styrkt almikið um rættarstøðuna og handilsmøguleikarnar hjá Føroyum – ikki minst í sambandi við revsiatgerðir og kærumøguleikar.

Limaskapur í EFTA og EBS-samstarvinum, har eitt samt Løgting hevur staðið aftan fyri ynskið um limaskap og luttøku, og sum kundi givið Føroyum javnbjóðis atgongd, hevur verið afturvístur vísandi til, at Føroyar ikki eru sjálvstøðugar.

Føroyar hava onga sjálvstøðuga rødd í Arktiska Ráðnum, hóast okkara áhugamál í vaksandi mun verða viðgjørd har. Her detta Føroyar eisini burturímillum og hava ikki egna umboðan og samráðingarrætt – hóast Føroyar í roynd og veru eru í miðdeplinum fyri teimum stóru broytingunum og nýggju møguleikum, ið fara fram um okkara leiðir.

Tað er staðfest, at serfrøðingar nú sláa fast, at uttanríkispolitiska heimildarlógin beinleiðis forðar fyri, at Føroyar gerast fullgildigur limur í norðurlendska ráðharraráðnum  - tað verður víst til greinina í lógini um, at har Danmark er limur frammanundan, kunnu Føroyar ikki eiga lut. Tað er eisini staðfest, at eingin verulig ávirkan ella innlit fæst í uttanríkispolitiskar avgerðir, ið hava týdning fyri Føroyar, um hetta stríðir móti donskum áhugamálum.

Tað er staðfest, at um Føroyar vilja hava umboðan ella limaskap á økjum og í felagsskapum, har eisini Grønland hevur áhugamál, so skulu Føroyar og Grønland koyrast í ein pott og hava somu støðu (hóast áhugamálini sjálvsagt kunnu vera sera ymisk).

OG - limaskapur í altjóða olympisku nevndini (IOC) og møguleikarnir fyri at føroysk ítróttarfólk kappast vegna Føroyar undir føroyskum flaggi er forðað vegna vantandi ræði á og ábyrgd av uttanríksimálum.


Tingár 2013, flaggdagur 2014 og hvat so?

Flaggdagurin, tá vit syngja um Merkið, sum skal veittra har, sum hini veittra, er júst farin afturum. Vit nærkast nú mai mánað og at tingárið endar og undranin veksur at einki frættist aftur til lógaruppskot nr. 35/2013 – eitt uppskot, sum hevði verið eitt fet aftur á rætta kós at vinna Føroyum meira frælsi at luttaka sum sjálvstøðugur partur millum onnur. Ein stórur partur av orkuni til uttanríkispolitiskar virkismøguleikar er farin til at samskifta við Danmark um smálutir og óneyðug stríðsmál, og við sjálvstøðu kann hendan orkan nýtast til veruligt altjóða samskifti og virksemi.

Tí tann dag, vit taka støðu fyri at Føroyar taka fult ræði á sínum egna uttanríkispolitikki og umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samstarvi og felagsskapum, lætta vit samstundis um alt arbeiðið hjá teimum, sum í dag nýta óneyðuga nógva orku uppá at banka á dyr og greiða frá støðu Føroya: vinnulívi, stovnum, áhugabólkum – og ikki minst hjá felagsskapum sum ÍSF, og hjá einstaklingum, sum ynskja at kappast undir føroyskum flaggi.