Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lutaíbúðir 60+

2020-09-13 20:53

 Lutaíbúðir til eldru 60 + borgarar. Tað er eitt væl kent fyribrygdi úr okkara grannalondum, at man hevur lutaíbúðir til borgarar 60 +. Eg vil arbeiða fyri, at tey ið eru komin uppí árini skulu hava møguleika fyri, at ogna sær eina lutaíbúð. Lutaíbúðir fyri 60 + skal rigga á tann hátt, at teir eldru borgarinir fáa møguleika at selja síni sethús, fyri ístaðin at ogna sær eina lutaíbúð fyri bíligan penga, sum vanliga kundi ligið um 250.000 kr, har íbúgvarnir gjalda eitt bíligt leigugjald á umleið 3.000 kr. um mánaðin. Íbúðirnar fella ikki í arv, ið er eitt av høvuðs sjónarmiðinum við 60 + lutaíbúðunum. Hetta skal síggjast sum eitt skilagott alternativ til eina nýggja dýra íbúð fyri 2-3 mió kr. Hetta kemur eisini at verða við til, at geva yngri ættarliðinum møguleika at ogna sær eini sethús. Lutaíbúðir 60 + er eitt fíggjarligt frælsi. X við Kára Johansen á Lista C javnarflokkurin