Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lurta nú eftir Jóannes!

2013-08-12 22:37

Føroyskur politikkur er stak løgin. Àhaldandi verður tað tosað um tunlar, sum um at okkara land doyr um teir ikki vera gjørdir. Gerhard selur seg alment fyri at fáa ein tunnil. Jørgen og Co vilja heldur gera ein dýrari tunnil, sum ikki heilt samsvarar við vinnuprinsippi: at fáa sum mest fyri krónuna. Sjálvt um Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava eina almenna loysn. Og løgmaður fylgir bara við.

<b>Hvat við yvirskotinum?</b>

Eitt er mær tó púra óskilligt. Hví kann peningurin úr Landsbankanum ikki brúkast uppá sjúkrahús og eldrarøktina? Tað er har størsti tørvurin er, tað er har bíðitíðirnar eru. Eysturoyartunnilin er eitt gott hugskot..... um 20 ár altso. Tá eldrarøktini tørvaði, ella Løgtingið gjørdist varugt við tørvin, megnaði Løgtingið bara at diska upp við 4.3 millionum, hóast at brúk var fyri 6 millionum. Og nú klárar samgongan at diska upp við 150 millionum sum var tað einki???? Hvussu ber tað til at tunlar hava meira at siga enn tey gomlu, sum tørva hjálp, tey veiku sum fáa minni og minni, og tey ungu mugu framvegis leita sær uttanlands?

Heildarætlanini um Fólkavøkstur og frá/tilflyting var samtykt av øllum Løgtinginum, eisini samgonguni. Og kostaði hon einki serligt. Eini 700 millionir yvur eini 4-5 ár. Orsøkin sambært fíggjarmálaráðharranum, fyri at hon ikki kundi fylgjast var, at so máttur aðrar íløgur setast til síðis. Og nú kann samgongan knappiliga brúka pening uppá nýggjar tunlar, uttan at blunka.

<b>Bleytt er ikki stuttligt</b>

Tey gomlu og ungu vera enn einaferð gloymd. Søgan endurtekur seg, tey bleytu virðini mugu lúta fyri teimum hørðu, tí at Kári P. Højgaard, Gerhard Lognberg við fleiri hugsa heldur um afturval, enn at hugsa um hvat tænir tjóðini best beint nú. Og tað er ikki tunlar. Fólkatalið stendur framvegis í stað, tey gomlu og veiku fáa framvegis ikki tí fultuppibornu hjálpina teimum tørvar.

Tey gomlu hava tænt Føroyum væl, men tá nøkur teirra tørva hjálp verður bara spýtt uppá tey, tí at valagni verður uppraðfest. Árgangirnir 20-40 ár eru bert hálvir, í mun til hvat teir kundu verið. Og nú er tað farið at merkjast á burðartalinum. Fleiri og størri útbúgvingartilboð, sum ikki kosta nakað serligt kundi steðga hesi gongd, men nei, tunlar og óskøvaðir og óbuglaðir bilar eru týðningarmiklari.

Sanniliga, sanniliga mugu vit staðfesta at samgongan er guddomilig. “Herrens veje er uransagelige”

Gerið nú sum Jóannes Eidesgaard segði við Annfinn Kallsberg á sinni, hví Viðareiðistunnilin mátti bíða: Vælferðina framum tunlar!

Teitur Vágadal

sjúkrarøktarfrøðislesandi