John av Reyni
Um meg sjálvan
Føddur: 27.04.88

Yrki: Í læru til søluatstøðing við sergrein.

Fá samband við meg
Adressa: Hamarsgøta 32

Bygd: 100 Tórshavn

Teldupostadressa: tnt@kallnet.fo

Fartelefon: +298 239957

Facebooklinkurin er: www.facebook.com/john.avreyni


Heimasíðulinkurin er: www.johnavreyni.com
Eg ynski at virka fyri
Einum fjølbroytum samfelag, har virka verður fyri heildini við fokus á frælsi og javnrættin hjá tí einstaka.

Vit eru øll fjølbroyt menniskju og ynski eg at vit byggja okkara samfelag upp eftir grundarsteinunum ið er frælsi, javnrættur og samhaldsfesti.

á hendan hátt fáa vit tað góða og rættvísa samfelag í rúmar øllum á jøvnum føtum.

LSH undir hørðum trýsti!

2015-01-22 20:44

Væntandi arbeiðsumstøður innan heilsuverk okkara hevur staðið á tey seinastu árini, og hevur Landssjúkrahúsið einans staðið fyri sparingum og væntandi játtan til at megna sínar uppgávur.

Starvsfólkini innan heilsuverkið hava gjørt sítt besta, og hava til tíðir runnið skjótari enn tey megna og eiga, hetta tí tey ynskja sjálvsagt, at geva eina so góða og trygga heilsurøkt sum gjørligt.

Tó hava vit sæð og hoyrt fleiri og fleiri neyðarróp tí siðstu tíðina har starvsfólkið ikki klárar at standa ímóti meira. Fleiri velja at takka fyri seg og velja aðrar leiðir tí at tey við familju fara í sór av teimum væntandi arbeiðsumstøðunum, sum í summum førum hevur við sær at ein lækni má ganga døgn eftir døgn í vakt.

Norra og grønland hava tí siðstu tíðina bjóða sjúkrarøktarfrøðingum, portørum og læknum at koma til verka, og hava nógv tikið av hesum boði tí treytirnar og arbeiðsumstøðurnar eru heilt einkult betri egnaðar enn her heima.At dugnalig fólk velja at fara av landinum, er sera syrgiligt og eigur ikki at henda.

Nú fari er undir at bjóða nýggja partin av sjúkrahúsinum út sum skal trygga enn fleiri og betri viðgerðarmøguleikar, havi eg hug at spyrja hvørji fólk skulu trygga hendan bygning heilsuliga og geva tí góðu tænastu?

Vit eiga at síggja veruleikan í eyguni, umstøðurnar eru ikki nøktandi fyri tey dugnaligu starvsfólk sum hvønn dag 24/7 gera sítt allarbesta fyri at tryggja, at pensjónisturin í Klaksvík, flakakvinnan á Tvøroyri og Pedagogurin í Tórshavn fáa tí bestu viðgerðina sum er, tí hetta er teirra kall sum tey seta høgt.

Um vit ikki vilja hava at LSH skal enda í einum fríum falli og framhaldandi skal kunna veita tí bestu viðgerð, eiga vit at raðfesta øki og geva starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður. Hetta kann gerast við at geva tí niðurpínda økinum tí røttu játtan soleiðis at man fær tey størv sett sum mangla, hetta vil geva betri samstarv og sleppa vit undan at fólk vera niðurkoyrd og útbrend,

Føroyska samfelagið er sera ríkt, og vil ein røtt umfordeiling lættliga kunna geva 30-40 milliónir kr til økta játtan til Heilsuverki og sigast skal at hetta er alneyðugt og eigur at vera gjørt sum skjótast soleiðis at bæði tú og eg kunnu fáa tí røttu hjálpina frá teimum dugnaligu starvsfólkunum innan heilsuverki.

Við Javnaðarkvøðu

John av Reyni