Loysn má fáast á ferðsluni í høvuðstaðnum!

Andrea Heinriksdóttir

Ein heildarætlan fyri ferðsluna í Havnini er alneyðug. Bilferðslan er økt munandi seinastu árini, men ferðslan er ikki, í nóg stóran mun, skipað soleiðis, at økingin ikki er til bága fyri býin.

Javnan hoyrist at parkeringspláss mangla, og nógv øki, sum eru uppløgd at brúka til at skapa lív í býnum, verða í dag brúkt til P - pláss, eitt nú Skálatrøð - hettar kann ikki vera meiningin. Tað má og skal finnast ein loysn á ferðsluni.

Býurin og kommunan øll eigur at endurskoða hettar økið, og saman við fólki, sum hava nýhugsaðar ferðsluskipanir sum sítt starvsøkið, finna eina varandi loysn.

Gongugøtan eigur, so vítt møguligt, at vera bilfrí. Við at gera gongugøtuna, sum navnið eisini sigur, til gøtu har fólk ganga og spáka og njóta hugnaliga umhvørvið, fer handilslívið eisini at mennast.
Aðrir býir hava sporvognar og /ella undirgrundartok. Havnin er ikki stór, so tílíkar loysnir verða helst ov kostnaðarmiklar, men kanska onkur, sum dagliga arbeiðir innan ferðsluøkið, situr inni við eini loysn, sum júst hóskar okkara høvuðstaði - ja kanska hevði verið gott við eini hugskotskapping innan ferðsluøkið !
Nú nýggj miðbýarætlan sum Hans Mortensen o.o. hava lagt lunnar undir, hevur sæð dagsins ljós, hevði helst verið skilagott at tikið ferðsluøkið við í arbeiðið við heildarætlanini fyri Havnina, tí hesi øki eru so ella so partur av somu søk.

Umráðandi er at bygdirnar kring Havnina: Kollafjørður, Kaldbak, Hvítanes, Velbastaður, Kirkjubøur, Norðradalur og Syðradalur eins og oyggjarnar Nólsoy, Hestur og Koltur, sum jú eisini eru partar av Tórshavnar Kommunu verða tiknar við, tá nýggj ferðsluskipan skal gerast. Tørvurin er ikki, tann sami har sum í miðbýnum, men harvið ikki minni umráðandi.

Tá tað kemur til Hoyvíkina og Argir, so verður í løtuni arbeitt við brúnni um Sandá og nýggjum ringvegi, og hettar má sjálvandi eisini takast við. Stórt tal av fólki býr í Hoyvík og á Argjum, og tí má tað eisini liggja frammalaga at menna hettar vegakervið.

Í útjaðaranum, eins og mitt í Havnini, er alt avgerandi, at atlit verða tikið at tryggari ferðslu, har børn eins og vaksin kunnu vera uttan at kenna órógv á sær. Tí má havast í huga at gera eina trygga og nútíðarhóskandi vegaføring – eisini tí at fleiri av vegunum liggja beint uppat íbúðarhúsum.

Havnin tekur ímóti fólki hvønn einasta dag, sum koma til arbeiðis í kommununi, hesi koma ofta í bili, og tí má atlit eisini takast til hendan tørvin - her hevði verið upplagt at landið eisini spældi við !
Ferðsla er so nógv ymiskt, bilferðsla, tung ferðsla, súkklur o.s.fr. Øll hesi eiga sítt pláss, men mugu hvør í sínum lagi samskipast á nøktandi hátt, so at tað eisini verður pláss fyri einum livandi býi, har fólk búgva, arbeiða og eru í frítíðini – og har fólk trívast.

Spell at bilferðslan og P- pláss í Havnini skulu avgera, hvussu býurin kann útbyggjast. Ein nógv meira spennandi bý fáa vit, um vit duga at finna eina loysn fyri ferðslu og parkering, - møguliga eina loysn sum liggur undir jørð - so býurin sjálvur kann hýsa livandi virksemi og trivnaði.