Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Loynifundur sunnudag

2013-09-05 22:00

Fyrst tøkk til Dimmu, fyri at avdúka, at Løgmaður ætlar sær í pengatangan hjá Samhaldsfasta.

At Løgmaður hevur loynifund ein sunnudag, um hvussu hann kann fáa fingrarnar í Samhaldsfasta, fyri at vinna sær politiskan frið nakrar dagar, ber boð um at talan er um ein politiskan leiðara sum er púra desperatur.

Tað vóru fleiri sum óttaðust avleiðingarnar, tá samgongan í vár tók ræði á Samhaldsfasta, og tað var skjótt, at hesi fingu rætt.

Minnist aftur á svarið frá Sambandsflokkinum, tá roynt var undir samgongusamráðingunum á sinni, at fáa gongd á hart tiltrongda útgjaldi úr Samhaldsfasta. Tí er tað heilt ófatuligt, at sami flokkur, nú torir at hugsa tankan, at sleppa samgonguni niður í Samhaldsfasta.

Havi sjálvur fleiri ferðir, alment funnist at gamla stýrinum fyri grunnin, tí vandin við at samla nógvar hundrað tals milliónir (nú eina milliard) saman, ístaðin fyri at gjalda størsta partin út til pensjonistarnir, er jú tann, at kemur ein flokkur sum Sambandsflokkurin, við einum djúpt høgravendum leiðara til ræði, so er vandi á fer.

Eitt skal løgmaður vita, at um lív og heilsan verður, so sleppur Løgmaður ikki at tøma Samhaldsfasta uttan svørðsslag.

Henrik Old