Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Lorturin tikin upp og eiturevni latið út

2014-06-30 19:52

Mánamorgunin var illa dálkað í Vágsbotni. Sløkkiligið tók óhumskuna upp, men við síðuna av stóð henda fyrikomandi unga kvinnan við einari eitursproytu, ið skuldi taka mosan millum flísar og grót.

Ókrút kann fáast burtur uttan at nýta eitrandi kemisk evni. Men sum altíð hava føroyingar tað við at finna eina skjóta og í fyrstu atløgu lætta (og dýra) loysn - um tað kann nevnast nøkur loysn. Ókrútið kemur aftur, men eitrandi evnini kom a eisini aftur og tað gjøgnum fiskin, grindina og tað við fáa til matna úr sjónum. Fólkaheilsuráðið heldur seg ikki aftur frá at "skjóta" eftir útlendingum, at teir heldur skulu syrgja fyri ikki at dálka havumhvørvið heima hjá teimum sjálvum, heldur enn at koma her og mótmæla grindadráp. Men sum oftast tosar Fólkaheilsuráðið við tveimum tungum, og er tí ofta tórtført at finna nakað skilvísið i teirra útsøgnum.
Men frá kommuynalari síðu (Tórshavnar kommuna) verður heldur ikki hildið seg aftur frá at brúka sterk eitrandi og fyri alt livandi í sjónum deyðiligar løgir til at taka ókrút. Og sjálvt um hetta verður gjørt kloss upp til sjógv - og at framleiðarin Bayer sigur frá, at evnið ikki má nýtast tættari enn 10 metrar til vatn og sjógv - fyri at verja kykn og livandi í sjónum, so verður herjað á.
Kenda eiturevnið Glyphosat er 25% av tilfarinum í tí ókrútsdreparanum, sum Tórshavnar kommuna keypur frá MBM. Og er annars um 5% av evninum Diflufenician í løginum. Vanligt er at brúkarin av slíkum sterkt eitrandi evnum er í verndarbúna og hevur masku fyri munn og nøs, men tað verður nokk ikki tikið so tungt.
Glyphosate kann sammetast við tað gamla kenda DDT, ið vit enn hava í fiskinum og grindini, sum umhvørviseitur í sjónum. Nú halda vit við góðum treystið á fram við nýggjum eiturevnum, og dadla øðrum at tey dálka okkara føði og sjógvin.
A pakkninginum stendur á donskum: "meget giftig for organismer, der lever i vand; kan forårsage uønskede langtidsvirkninger i vandmiljøet".
Og hvar er so tann "grøna" og umhvørvisvinarliga kommunan? Tja, tað er so ikki Tórshavnar kommuna.