Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Løntakaraverndin, sum føroyingar ikki mugu fáa

2021-05-11 16:24

Fyri fjórðu ferð síðani 2017 varð uppskot lagt fyri løgtingið um eina almenna lóg ímóti diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum, sum okkara grannalond hava havt í nógv ár. Heldur ikki hesa ferð spurdist nakað burturúr.

So hendi tað aftur.

Eitt lógaruppskot frá Tjóðveldi um at tryggja føroysku arbeiðstakarunum somu vernd ímóti mismuni, sum okkara grannalond hava havt í nógv, nógv ár, vann ikki á mál. Hetta varð fjórða royndin – frá ymiskum politiskum flokkum – síðani 2017.

Hesa ferð vóru tað samgongutingfólk, saman við Framsókn og Sjálvstýri, sum vildu tað øðrvísi. Uppskotið fall við einum braki.

Eftirbátur í Norðurlondum
Hesa ferð høvdu vit veruliga vónað, at tað fór at eydnast. Eydnast at fáa eina lóg, sum skal tryggja fólki javnviðgerð og banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligan ella fólkaeyðkenniligan uppruna. Eins og í øðrum framkomnum londum.

Men enn einaferð hevur løgtingið sagt, at Føroyar, saman við Grønlandi, skulu vera einastu lond í Norðurlondum, sum ikki hava eina almenna lóg ímóti mismuni. Atkvøðutalvan í løgtinginum talaði fyri seg, tá ið liðugt var talt: 17-0-10.

Hesa ferð varð bólturin sparkaður langt út av vøllinum og dysturin bríkslaður av. Samgonguumboðini í Rættarnevndini hava vríggjað seg í leitanini eftir undanførslum ímóti at lógartryggja føroyska arbeiðaran ímóti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Og nú vilja tey ikki somikið sum arbeiða víðari við málinum, sum landsstýrismaðurin annars fyrr hevur givið til kennar. Hvat er tað ikki lítið virðiligt.

Hví?
Føroysk lóggáva viðvíkjandi mismuni á arbeiðsmarknaðinum er fátækslig. Vit hava lógina um javnstøðu millum menn og kvinnur, men onga generella javnstøðulóg, ið skal fyribyrgja mismuni av øðrum slagi. Ein løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum er soleiðis orðað, at hon hevur víst seg at hava lítlan og ongan praktiskan týdning.

Sum land eru vit undir somu altjóða konventiónum sum grannalondini, og sum leggja upp til, at vit skulu fyribyrgja og fremja munagóða verju ímóti mismuni. Konventiónirnar kunnu ikki standa einsamallar, sum rættarnevndin í sínum áliti tykist at rógva framundir, tí munagóð verja ímóti mismuni inniber, at vit sum land gera lógir, sum fremja endamálið við konventiónunum.

Tildømis vita vit longu, at ein eftirlitsnevnd hjá ST í 2015 hevur sagt seg vera stúrna um, at eingin lóg bannar rasismu í Føroyum. Seinførið á mannarættindaøkinum kann koma okkum aftur um brekkur.

Hví føroyingar ikki kunnu fáa somu rættindi, sum løntakarar í okkara grannalondum, er okkum ein gáta.

Undanførslurnar eru enn einaferð, at uppskotið hevur løgfrøðilig ivamál, ger seg inn á kollektivar sáttmálar og inniheldur hugtøk, sum ikki eru ókend í føroyskari lóg, og krevur gjøllari viðgerð, saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Tað skal ikki avvísast, at okkurt kundi verið betri í uppskotinum. Men hetta er einki øðrvísi enn við øllum øðrum lógaruppskotum. Samanborið við onnur lógaruppskot, haldi eg tó, at hetta uppskotið eftirhondini hevur fingið rættuliga drúgva viðgerð, nú tað hevur verið á veg í fleiri ár. Nógv fólk hava verið til hoyringar í rættarnevndini, meiri enn eina ferð. Nógv og ymisk sjónarmið eru komin fram í mongu hoyringsskrivunum, sum liggja við málinum, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum tóku lut í arbeiðinum, tá ið Heðin Mortensen, landsstýrismaðurin, legði hetta sama uppskotið fram vegna táverandi samgongu á vári 2019.

Broytingar eru gjørdar og aðrar broytingar kundu verið gjørdar. Um vilji hevði verið til at gera hetta týdningarmikla arbeiðið liðugt.

Politiska skipanin kann ikki loyva sær at snúgva seg undan við at vísa til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Politiska skipanin er sjálv ein sentralur partur, tí hon ásetir lógarkarmarnar kring føroyska arbeiðsmarknaðin. Ikki minst í mun til at tryggja fólki grundleggjandi vernd ímóti órætti. Her ber ikki til bara at beina fólk niður til mannarættindadómstólin ella upp í hendurnar á arbeiðsgevarunum. Her krevst ein búgvin politisk skipan, sum tekur ábyrgd av vælferð fólksins. Eins og í øðrum framkomnum vælferðarlondum.

Í fakfeløgunum undrast vit ikki sørt á áhaldandi hørðu mótstøðuna, sum vit hava merkt ímóti hesum lógaruppskoti. Vit undrast, tá ið vit síggja, hvussu onnur fløkt og rúgvusmikil lóggáva við sera stórum samfelagsligum avleiðingum, t.d. á fiskivinnuøkinum og á persóndátaøkinum, er samtykt á tingi. Smidliga og skjótt.

Vit undrast og spyrja júst tað, sum nógv í dag munnu hugsa: Er orsøkin, at kynsligur samleiki verður nevndur í uppskotinum? Er hetta eyma punktið?

Norðurlendsku starvsfelagarnir undrast

Lógarverkið um rættindi og skyldur á føroyska arbeiðsmarknaðinum er vónleysa afturúrsiglt. Okkum manglar snøgt sagt heilt grundleggjandi lógir, ið tryggja arbeiðstakararanum grundleggjandi mannarættindi. Og tað hava fakfeløgini víst á í áravís.

Næstu ferð vit hitta norðurlendsku samstarvspartar okkara, mugu vit enn einaferð krúpa til krossin og viðganga, at tað heldur ikki hesu ferð eydnaðist at verja føroyska løntakaran við eini lóg, sum alment bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Í okkara grannalondum, har lóggáva sum hendan er ein natúrlig sjálvfylgja, standa tey spyrjandi. Tey skilja ikki mótstøðuna í Føroyum. Tí sum Rita Bundgaard, forkvinna í danska fakfelagnum HK Stat, málber seg í eini heilsan til løgtingið, í sambandi við at uppskotið var fyri í rættarnevndini:

”I Danmark har loven medvirket til at skabe et større værn imod usaglig forskelsbehandling af disse grupper, hvilket reelt er til gavn for hele arbejdsmarkedet, både lønmodtagere og arbejdsgivere.

Der er da også bred opbakning til loven i Danmark og blandt arbejdsmarkedets parter.”

Her er einki at vera bangin fyri. Royndirnar hava verið góðar. Tað eru allir partar samdir um.

Eg ivist onga løtu í, at ein fagran dag fara løntakarar í Føroyum eisini at fáa lógarásetta verju ímóti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Spurningurin er ikki UM tað fer at henda. Spurningurin er NÆR. Og hvussu leingi afturat vit ætla at halda fram í ivasama leiklutinum sum tey seinastu í hesum flokkinum.

Vit hava longu bíðað alt ov leingi. Lat okkum koma í gongd sum skjótast. Vit eru klár.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum