LOGOS HOPE - í bíðistøðu

2020-05-05 13:37

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 24.04.20

Ein kann hoyra innslagið á R7.fo Trýst her: https://r7.fo/news/24276/kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus-95-29-april-2020

____________________________________________________________________________________

LOGOS HOPE - í bíðistøðu

OM-Føroyar hevur arbeitt við ætlanini at fáa Logos Hope, sum er gamla Norrøna, til Føroyar í døgunum 2 til 13. juli í ár.

Logos Hope skuldi koma til Europa í apríl, og fyrsta havn í Europa skuldi verða í Spanien, og síðani lá leiðin til Írlands, og har frá beinleiðis til Føroyar. Ætlanin var, at skipið skuldi liggja bæði í Havnini og í Klaksvík.

Orsaka av Corona er vitjanin í Europa avlýst og harvið eisini vitjanin í Føroyum. Seinast Logos Hope var í Føroyum var í 2009. Bæði leiðslan umborð og leiðslan í Føroyum harmast um hetta og siga í tíðindaskrivi: “Vit eru ógvuliga hørm um hetta, tí vit gleddu okkum ómetaliga nógv til vitjanina í summar, og vit hava so nógv at takka føroyingum fyri tann stóra stuðul, sum skipið hevur fingið úr Føroyum!”

BÍÐISTØÐA:Logos Hope kemur at liggja í bíðistøðu tríggjar mánaðir í Jamaica í Karibien inntil Coronaumstøðurnar eru av. George Verwer, stovnarin av OM, sigur í einum facebookboðum, at hetta er størsta avbjóðing, sum OM-skipatænastan hevur havt, síðani skipatænastan byrjaði fyri 50 árum síðani.

Dánjal av Rana, leiðari hjá OM-Føroyar, sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at ætlanin at vitja í Føroyum er framvegis aktuel og verður ikki slept. Tá skipið einaferð kemur til Europa, seinni í ár ella fyrst næsta ár, so verður eisini vitjað í Føroyum. Hetta koma vit at hoyra meira um seinni.