Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Løgmansrøðan 2018

Harra formaður, løgmaður helt ólavsøkudag eina røðu um ein part av tí, sum er framt í politisku skipanini seinastu árini – og gav eitt ávíst innlit í, hvat ætlanin er at fremja í næstu framtíð. Ískoytisparturin gevur eina meiri ítøkiliga og dýpandi mynd av tí, sum er sett í í verk – og tað er ikki so lítið - og lutvíst tí, sum er stungið út í kortið fyri seinasta árið í hesum valskeiði eins og longur út í framtíðina.

Av týdningarmiklum málum ynski eg at nevna, at vit fegnast um, at fleiri av tilmælunum í Menningarætlanini fyri Sjúkrahúsverk Føroya eru sett í verk, og at heilt ítøkiliga verður arbeitt við tilmælum sum eitt nú felags visitatión og bíðilistar fyri øll sjúkrahúsini. Heilsuverkið er ein av grundsúlunum undir trivnaði í Føroyum og tilflyting til Føroya, og sum Framsókn setir í fremstu røð, eisini í øllum framtíðar politiska arbeiði okkara.

Løgmaður nevnir, at vit í nýggju fiskivinnulóggávuni hava staðfest púra greitt, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks – og ikki privat ogn. Ein sera týdningarmikil grundregla, saman við nøkrum øðrum grundreglum fyri okkara fiskatilfeingi. Og vit síggja rembingar, sum minna okkum á, at tað er ein grundleggjandi fólkaræðiligur spurningur, hvør eigur avgerðarrættin um hendan dýrgrip hjá okkara tjóð, m.a. til at ávirka, at alsamt meiri virðisøking og vinningur av hesum verður í Føroyum. Eg meti, at fáa vit samtykt eina skilagóða skipan fyri tilfeingsgjaldið, sum bæði land og vinna kunnu liva við, so fara vit at síggja stabilitet, nýmenning og nýíløgur innan føroysku fiskivnnuna heilt skjótt.

---

Tað er í eini framsøgurøðu til frágreiðing løgmans á ólavsøku ómøguligt at nevna alt tað áhugaverda, sum ein hevur hug til. Men vit mugu ansa okkum ikki at fara ov lætt t.d. pensjónsnýskipanina og yvirtøkuna av Familju-og arvarættinum. Hetta eru jú tvey av dømunum um tey um ódnartøk, sum hendan samgongan hevur tikið, og hesi umboða okkara ans fyri búskaparligum haldføri og fyri at menna eitt sjálvbjargið samfelag.

Sum heild fegnast vit sum flokkur eisini um, at løgmaður ásannar, at tað framhaldandi er neyðugt at føra ein ansnan búskaparpolitikk, at hann sipar til konjunkturjavnanadi átøk, og at hann nevnir ta ábyrgd land OG kommunur hava at ansa eftir, hvussu nógvar íløgur verða gjørdar í búskapartíðum sum teimum, vit eru vitni til í løtuni.

Sjálvsavgerðarrættur

Ein onnur av grundsúlunum undir framtíðar menningarmøguleikum fyri Føroyar, er sjálvsavgerðarrætturin, virkismøguleikarnir á altjóða pallinum, sjálvstøðuga støða Føroya. Her nevnir løgmaður virksemi á uttanríkispolitiska økinum – fleirfaldingina av játtanini til neyð- og menningarhjálp, viðurskiftini millum Føroyar og Bretland, yvirtøkur og Stjórnarskipan, og fara vit í íksoytispartin, so sæst, at spennandi greiningar um uttanríkispolitisku støðu okkara eins og lovandi samstørv við fleiri fjarskotin lond fara at koma í ljósmála í næstum, og hesum eri eg heilt ómetaliga spent at fylgja – ikki minst fyri at tryggja føroyskum vinnulívi nógv betri virksimøguleikar. Tí har vit ikki sjálvi sleppa til borðið at viðgera og avgera egin viðurskifti, har verða tey heldur ikki nóg væl umsitin. Dømi um hetta eru forðingarnar, sum Uttanríkispolitiska heimildarlógin setur. Hetta má broytast!

Útbúgving og gransking

Tann triðja grundsúlan fyri framtíðar menning og trivnaði í Føroyum, sum eg fari at taka fram í dag, er útbúgving og gransking. Í hesum førinum, tí eg var bilsin, fyri ikki at siga skakk av, at framtíðar útbúgvingarætlanir ikki vórðu nevndar í røðuni yvirhøvur. Og at eg mátti inn í ískoytispartin- ja, heilt í løglistan fyri at síggja tað, eg bíðaði eftir: drúgva arbeiði okkara fyri fólkaskúlan, ætlandi arbeiðið við miðnámi og vaksnamannaútbúgving – fyri hesi bæði seinnu hevur arbeiðsbólkur sitið í rúma tíð og viðgjørt teir batar og tey átøk, sum eiga at verða gjørd fyri aftur at tryggja eina góða miðnámsskipan og fyri at seta á stovn eina veruliga útbúgvingarskipan fyri vaksin.

Slík mál verða ofta drýggjað og tapa kappingina við onnur mál um áhugan hjá politikarum. Og tað er í grundini óskiljandi, tí vit vita øll, um vit eru sonn, at úrslitini av okkara útbúgvingarskipanum – frá barni og heilt upp til miðallangar, hægri – og granskingarútbúgvingar hava ein avgerðandi týdning fyri, um okkara samfelag flytur seg fram á leið, ella um tað stagnerar. Úrslitini av eini góðari útbúgvingarskipan – ella tí øvuta – síggjast longur úti í framtíðini – og tess meiri ábyrgd hava vit, sum hava vald og ávirkan nú, at arbeiða hart við fólkaskúla, miðnámi, yrkisútbúgvingum, hægri útbúgvingum og gransking. Mín vón er, at samgongan - við góðari undirtøku frá øllum løgtinginum - fer at megna at gera tær lógarbroytingar og leggja tær ætlanir, sum fólkið í Føroyum hevur uppiborið innan hendan samfelagsgeira, og sum vit hava sett okkum fyri. Tí tá landið gongur á odda – m.a. í ambitiøsum granskingarpolitikki, so fer vinnan við tíðini at halga seg gransking í nógv størri mun, enn vit síggja tað í dag – hetta vísir m.a. granskingarsøgan í USA, har tann almenni granskingarstuðulin var berandi – eisini í vinnuligari gransking - heilt frá 1930’unum og upp til áttatiárini – tá sást eitt veruligt skifti, har vinnan sjálv tók meiri dik á seg at taka yvir ábyrgd av gransking. Tí fegnist eg um, at arbeitt verður við Havrannsóknarskipi og við eini skipan, sum mennir fiskivinnugransking nógv meira, og at landsstýriskvinnan í granskingarmálum hevur arbeitt við at samskipa granskingarøkið enn betri.

Granskingargrundað virksemi í útbúgving og vinnu seyrar niður ígjøgnum alla skipanina og ger okkum tilvitað um, hví vit gera júst tað, sum vit gera í t.d. barna- og ungdómsútbúgvingunum. Og hetta hava vit stórliga tørv á at gerast meiri tilvitað um í Føroyum. Fróðskaparsetur Føroya eins og aðrir útbúgvingarstovnar eru, skulu vera, og koma at vera motorurin í hesi útbúgvingarligu og granskingarligu kós Føroya. Tað er neyðugt bæði at byggja karmar, gera skipanir og tryggja fígging til útbúgving og gransking – og um neyðugt – trimma ymsastaðni í samfelagsgeirunum fyri at hava orkuna til hesa ómissandi grundsúlu.

Eg nái ikki at tosa um samferðsluskipanina, men útbúgvingarverkið er eitt slag av ferðsluskipan, sum skal tryggja ta til eina og hvørja tíð neyðugu vitanina til ymisku aktørarnar í okkara samfelagi, teir neyðugu førleikarnar – og at hin einstaki hevur ymsar møguleikar at ferðast á síni karrierukós – eftir sokallaðaum brúgvum og gjøgnum tunlar – frá einum støði til annað og frá einum geira til annan í sínum útbúgvingar- og arbeiðslívi. Hetta gagnar vinnuni, samfelagnum og tí einstaka. Og landið skal til dømis tryggja, at Setrið og aðrir stovnar kunnu fylgja neyðugum góðskutrygdarskipanum (m.a. Bologna), landið skal dagføra og seta fokus á sín ÚSUN politikk og áhaldandi hava eyguni við, at okkara stuðulsskipan er kappingarfør, men eisini at hon fremur, at fólk fara um allan heim eftir bestu og mest viðkomandi vitanini og førleikunum, tá ikki ber til at ogna sær hesi til fulnar í Føroyum.

Mentanar – og listapolitikkur

Eins skakk eg var at hoyra so lítið um útbúgvingarpolitikk frá løgmans munni, eins nógv frøddi tað meg, tá hann staðfesti framskygda mentanar- og listapolitikkin, sum hendan samgongan stendur fyri, at hann setti orð á, at vit hava styrkt Mentanargrunnin við atliti til yrkislist, og at vit geva listafólki góð kor at arbeiða undir. Eg fegnist eisini um, at vit í ískoytispartinum og løglistanum lesa um skipanina udir Fjølrit á upphavsrættarliga økinum, um Tjóðpallin og um uppskot til løgtingslóg um musealt virksemi.

Føroyskt mál

Tá um okkara tungumál ræður, so mugu vit altíð hava fyri eyga, tann økismiss, vit hóma og tann økisvinning, vit ynskja. Eitt dømi um økismiss er, at barnaspælið í stóran mun er flutt yvir á skíggjar, har skipanirnar, børnini spæla í, eru á enskum mali. Eitt feskt dømi um økisvinning er, at fyri trimum døgum síðani, so komu Familju- og arvarættur á føroyskar hendur at umsita, og at í hesum sambandi er eitt hav av týðingararbeiði farið í gongd, nú føroyskur myndugleiki fer at umsita málsøkið - á føroyskum.

Og nú havi eg hug til at lesa eina yrking eftir málfrøðingin og skaldið, Chr Matras, Harra formaður, okkara fyrsta professara á Fróðskaparsetri Føroya, á frumdeildini, Føroyamálsdeildini. Hetta er ein framsíggin, vís og og tíðarleys yrking um mál okkara, sum vit hava nógv at læra av í politiska arbeiðinum. Hon er frá 1938, og eg lesi hana, sum hon er prentað í savninum Leikur og loynd í 1975:

Eg fann teg í kvæðum, sum fólksins varrar

lyftu úr øld í øld,

eg fann teg í søgum, og sagnatali,

har fólksins brøgd vóru tøld,

eg fann teg í mjúkum barnaljóði,

sum sungið varð vetrarkvøld.

Eg fann teg í orðum, sum møður mæltu

stákandi inni við eld,

eg fann teg í teimum hyggjuráðum,

ó orðatøk vóru tlegd,

eg fann teg í teimum mføgru nøvnum

á fjøllum, áum og deld.

Eg fann teg hjá einsligum stórmennum,

ið festu teg fyrst á blað,

eg fann teg í tí væna ljóði,

Sum skaldið um oyggjarnar kvað

- Eg fann teg nú aftur, nú andi tín

teg loysa úr fjøtrum bað.

Hon lýsir, hvussu málið verður flutt frá ættarliði til ættarlið, hvussu okkara skaldskapur er goymdur í júst hesum máli, hvussu eldsálir og granskarar hava dokumenterað okkara málsøgu og gjørt skriftmál, hvussu vit hava navngivið hvørt fjalll, hvønn kneysa við máli okkara, har eisini Føroya søga er tald. Við hesum fáu skaldsligu orðum, so vekur hann okkum til dáð, at halda fram við málmenning, málverju, málgransking, men at enda vísir hann á, at hetta er ein áhaldandi avbjóðing, tí tey fjøtur, Chr. Matras yrkir um í 1938, eru ikki tey somu, sum vit í altjóðagerðini og internet- og kt-øldini hava sæð føroyska málið verða bundið í.

Og hann sigur so vísiliga: loys málið úr fjøtrum! Vinn tí rættindi og sømdir!Og eg kann tulka tað soleiðis: gev tí sømdir í lóg, útvega kt-skipanir til alla vanliga nýtslu í føroyska samfelagnum m.a. Loys trupulleikarnar við føroyskum fyri tilflytarar – ger tað nú! og ger tað skjótt! Ger føroyskt tilfar til allar lærugreinir á miðnámi innan eitt stutt áramál, t.d. áðrenn 2025. Nýt eitt sindur meira pening til at umseta eitt breitt úrval av útlendskum bókmentum til føroyskt, og til at førleikamenna góðar týðarar og rættlesarar– og hví ikki sum sergrein frá Føroyamálsdeildini? Vit kunnu fáa 25 dygdarskaldsøgur til vaksin týddar fyri 1 mió. Hugsið tykkum alt ungdómstilfarið og barnatilfarið fyri slíkan penga eisini! Og mangt annað kann verða lisið inn í regluna: Eg fann teg nú aftur, nú andi tín teg loysa úr fjøtrum bað!

Tí er tað gott, at løgmaður nevnir føroyska málið sum okkara fremsta mentanararv og varpar ljós á átakið í 2018: “Ár fyri málmenning hjá børnum”

Kreativar vinnur, ferðavinna og náttúruvernd

Hetta við føroyska málinum, føroyska tilfarinum og økismissi, men eisini øksivinningi førir meg at enda til arbeiði samgongunnar við kreativu vinnunum, sum løgmaður eisini nevnir í síni ólavsøkufrágreiðing. Hetta, at Filmhús er farið at virka, og at filmsvinnuátøk eru farin í gongd – vit vita, at tað grør um gangandi fót. Hetta, at næsta politiska stig verður ein tónleikaútflutingsstova, sum hevur verið tilmæld politisku skipanini í Føroyum, síðani tíðliga í nullunum, men sum hendan samgongan, nú hevur sett sær fyri at fremja. Føroyskur tónleikur tekur føroyskt mál og tilfar út um landoddarnar og er ein virðiligur ambassadørur fyri, hvørji vit eru, hvar vit eru, og hvørjum vit ynskja at luttaka við á altjóða pallinum.

Løgmaður segði í røðu síni, at mentanin er samfelagslímið! Meðan vit hildu ólavsøkuaftan í Havn, so spældi bólkurin, Hamradun, sítt upprunatilfar úr sagnum og skaldskapi úr Suðuroy niðri í Italia til ein málmtónleikafestival – á føroyskum. Og hetta er bert eitt dømi, tí higartil í ár hava føroyskir tónleikarar spælt umleið 160 konsertir uttanlands – og fleiri eru eftir at spæla seinna hálvárið 2018, og londini eru Danmark, Týskland, Eysturríki, Frakland, Holland, Italia, Póland, USA, Kanada, Russland og onnur. Harafturat hava miðlafólk vitjað í Føroyum: alt frá prentavísum, bloggum og radio. Og fleiri podcast eru eisini gjørd. Alt um føroyskan tónleik og um Føroyar.

Vit vita væl, at her er eitt ríkidømi okkara. Men vit fara at síggja, at hetta virksemið, sum eldsálir higartil hava ment OG tey nýggju vinnuátøkini, vit ætla at gera innan hetta øki, fara at kasta ljós, nýtt og enn fagrari ljós á Føroyar – til gagns fyri ferðavinnuna m.a., fyri eftirspurningin eftir føroyskari mentan breitt fatað OG til gagns fyri føroyskar vørur sum heild. Vit vita, at enn koma fólk flest til Føroya vegna náttúruna. Men vit fara at kunna fjølbroyta og stýra ferðavinnuni betri, tá vit nýta mentanina meira í okkara átøkum: mat, tónleik, søguna um føroyska rossið, bókmentir o.s.fr.

Hetta seinasta minnir meg á at nevna, at eitt arbeiði eins og filmsvinnu- og tónleikavinnuátøkini eigur framhaldandi at verða gjørt fyri føroyskar bókmentir eisini, sum Farlit í løtuni ger við teimum miðlum, sum har eru tøkir. Og her er arbeiðið at týða føroyskar bókmentir til onnur mál ein lutfalsliga lætt syftur seiður – og nokkso skjótt eisini. Her eiga vit at arbeiða málsøkið næstu árini! Slík átøk eru at líkna við ta nógv umrøddu virðisøkingina innan fiski-og alivinnu. Í hesum førinum er virðisøkingin burtur úr máli, munnmentum, bókmentum v.m. Fyrst og fremst fyri okkara egna samleika skuld, og so fyri at betra um møguleikarnar fyri, at fólk kunnu hava vinnu innan hesi øki.

Tá vit tosa um ferðavinnu, leita tankar okkara beinanvegin til náttúruvernd og til tær avbjóðingar, vit síggja í løtuni í mun til at ganga frítt í okkara náttúru. Tað er gleðiligt, at løgmaður fráboðar, at náttúruverndarlóg, nú kemur fyri løgtingið, og gott at vit vita, at Vinnumálaráðið og Visit Faroe Islands arbeiða við øllum spurninginum um innlendis skipan av ferðavinnu. Og vit eiga at vera ambitiøs, tá um vitan um okkara náttúru og verju av okkara náttúru ræður: lendi, fuglalív, áir, vøtn, plantur og trø.

---

Harra formaður, eg vildi ynskt, at eg kundi umrøtt ein hóp afturat av framda politikki okkara og av niðurfeldum ætlanum, eins og øðrum ætlanum okkara. Men hesi verða orðini í fyrstu atløgu, Harra formaður, takk fyri!