Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Løgmaður og Kringvarpið

2013-11-27 20:29

- "the show must go on"

Løgmaður legði eftir tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum fyriat renna ørindi fyri Tjóðveldi og reka persónliga herferð móti sær. Hetta hevur sum vera mann fingið nógva umrøðu. Løgmaður er erkvisin, nú tunnilsmálið tyngir. Kringvarpið man hava síni lýti, og hvussu óheftur hesin miðil er, eru taðhelst ymiskar meiningar um. Men er tað sømiligt av løgmanni at leggja eftir KVF nú skotini raka løgmann sjálvan, tá havt verður í huga, at Kaj Leo sjálvur hevur luttikið í rópikórinum hjá kringvarpinum, tá skotríðini úr Sortudýki hava rakt onnur?

Fyri trimum árum síðani kom løgtingsins umboðsmaður við eini frágreiðing, sum við góðari hjálp frá kringvarpinum fekk alt samfelagið at kóka. Tveir aðalstjórar og tveir landsstýrismann vórðu ákærdir, dømdir og avrættaðir av útvarpinum og politisku skipanini. Kaj Leo rópti tá í tinginum, at fólk vóru deyðatroytt av, at einki í hesum samfelag fekk avleiðingar. Nú skuldi ruddast upp.

Eitt ár seinni staðfesti óheftar, kostnaðarmiklar og drúgvar kanningar, at eingin av hesum fýra órættaðu persónunum hevði gjørt nakað revsivert. Síðani er málið tagt í hel.Órættaðu persónarnir hanga framvegis í gálganum. Her var eingin eftirmeting. Eingin sjálvrannsakan – hvørki av miðlum ella politisku skipanini, bert lemjandi tøgn, men “the show must go on”.

Kanska hava bæði kringvarpið og løgmaður brúk fyrisjálvrannsakan.

Jákup Mikkelsen