Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

- Løgmaður niðurgerð okkum sum eru kynsliga misbrúkt

2015-02-07 14:10
Tingvarpið! Skriftligur spurningur til Løgmann frá Sirið Stenberg.
- Er ætlanin at avtaka fyrningarfreistina ?
- Nær verður barnaváttan sett á stovn ?
- Verður broytingar, so dømd koma inn at sita beinanvegin ?

Hevði frí frá arbeiði í dag, setti meg væl tilrættis at hoyra/hyggja. Kl ca 12.15 kom so svarið frá okkara løgmanni. Har kom ein rúgva av løgfrøðiligum svari, eg hugsaði, hvar er menniskjað í øllum hesum paragrafum?

Spurningar komu frá salinum, bleiv nevnt at felagskapur og barnavernd gera gott arbeiði. Spurt bleiv eisini, hvussu gekk við harðskapsætlan, hildið var at arbeiði gongur alt ov seint.

Eg bleiv so stoytt, kedd, ill ja havi ikki orð at okkara løgmaður kann málbera seg soleiðis: Tað er víst á, fyri tað ikki skal verða lygn segði hann hagtøl vísa á at tey sum MISBRÚKA HAVA VERIÐ MISBRÚKT.

Eg føli at okkara løgmaður niðurgerð okkum sum eru kynsliga misbrúkt, havi ikki orð fyri hvussu nógv av okkum bara ikki vilja hoyra, júst hasi orð...

Harra løgmaður, hevði verið gott um tú kundi sett teg meira inn í kynsligan ágang, áðrenn tú úttalar teg alment um hettar evni.

KRIS er ein hjálparfelagskapur sum hjálpur fólki yvur 18 ár við kynsligum ágangi. KRIS bleiv stovnað í ár 2000, tað vil siga tað sama sum at hesin felagsskapur hevur í á 15 ár á baki innan kynsligan ágang.

Hvat við at biða hendan hjálparfelagsskap um ráð? Hvat við at góðtaka hendan felagsskap sum ein stovn í kann koma undir Heilsurtygd ?

Nú spyrji eg:
Vit sum hava verið út fyri kynsligum ágangi, hava IKKI biði um tað, hvussu longi skullu vit bíða ?
Eru vit bara nakrar paragrafir og lógir?
Nær verða vit hoyrd?
Hví er skemmarin ALTÍÐ í fokus?

Eg bløði við teimun sum ikki verða hoyrd.

Løgmaður nevndi eisini Ekstra Blaðið, sum hevði grein um pædofili í FO. Aftur her hevði løgmaður eitt svar, sum ljóðaði : Danska politi sigur at tað er ikki verri í FO enn í DK, men heilt erligt, hvat skal løgmaður brúka tað til!!! Er tað mest umráðandi at gera naka við tað!!!

EG spyrji bara?

Beinta M Pedersen 
Forkvinna í Kris