Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Løgmaður, hygg frameftir og uppeftir!

2014-08-04 19:37

Í ólavsøkurøðu síni kundi løgmaður staðfesta, at búskapurin í Føroyum flytir seg rættan veg. Ja, vit eru kanska enntá á veg móti einum hákonjunkturi. Hetta kunnu vit øll fegnast um, og tað gera vit eisini í Framsókn.

Í eitt nú Evropa og USA eru búskapirnir á veg uppeftir. Keypiorkan styrknar, og hetta ger av sær sjálvum, at vit fáa betri prísir fyri okkara útflutning, júst sum vit hava fingið minni fyri hann, tá keypiorkan í samstarvslondunum minkaði.

Vit kunnu eisini staðfesta, at tað nógv økta tilfeingið, sum vit hava stríðst okkum til, hevur positiva ávirkan á búskapin. Vit ásanna eisini, at ein stórur skattalætti til tær høgu inntøkurnar hevur hjálpt eitt sindur við at stimbra keypshugin og -orkuna.

Tó meta vit, at størsta orsøkin til, at búskapurin er á veg uppeftir, er at tað almenna ongantíð áður hevur gjørt so stórar og nógvar íløgur, sum tað ger beint nú.

Løgmaður mist jørðforbindilsið

Í røðu síni roynir løgmaður at geva okkum ta fatan, at tað er politikkurin hjá samgonguni, sum flytir búskapin uppeftir. Her tykist hann at hava mist jørðforbindilsið.

Vit kunnu staðfesta, at tað gongur betur í heimsbúskapinum, og at hetta hevur eitt jaligt árin á okkara búskap, men vit halda ikki, at samgongan hevur ávirkan á heimsbúskapin.

Løgmaður veit, at tað nógv økta fiskatilfeingið ikki er eitt samgongumál, men úrslitið av einum samstarvi millum allar politiskar flokkar. Vit kunnu ið hvussu so er siga fyri okkara viðkomandi, at vit líka frá fyrsta degi hava drigið eina og somu línu við landsstýrið í hesum máli. Hinvegin hevur landsstýrið einsamalt ábyrgdina av førda fiskivinnipolitikkinum og tí eisini av, at vit fáa alt ov lítið burturúr, samstundis sum størsti parturin av vinnuni er útihýstur frá atgongdini til økta tilfeingið.

Tann skeivi skattalættin

Landsstýrið eigur æruna av flatskattinum og skattalættanum til tær hægru inntøkurnar, men Framsókn hevur ferð eftir ferð víst á, at lættin ikki stimbrar føroyska búskapin nóg væl, samstundis sum hann er asosialur. Undir heitinum ‘Ein kappingarførur skattur’ hava vit roynt at vísa á, at vit mugu geva bæði teimum høgu, miðalhøgu og lágu inntøkunum ein skattalætta. Ein tílíkur lætti hevði gjørt arbeiðsmarknað okkara meira kappingarføran við hann í grannalondunum, samstundis sum hann hevði givið búskapinum tað skumpið, sum honum hevur tørvað í fleiri ár. Men hetta vildi samgongan ikki, og tí hevur skattalættin ikki fingið ta ávirkan, sum tær 250 milliónir krónurnar kundu havt, um rætt varð borið at.

Á hvørjum ári hevur Framsókn saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi víst á tørvin á skattalætta til miðal- og láglønirnar. Okkum nýtist ongan hægri vísdóm fyri at rokna út, at hesir samfelagsbólkarnir eru størstu brúkararnir uttan at hava fíggjarligu rúmdina til at brúka meira. Bar samgongan seg rætt at, hevði hon havt givið barnafamiljunum størri fíggjarliga rúmd.

Tí var tað beinleiðis skeivt av samgongan í óðum verki at skunda eina flatskattaskipan ígjøgnum, sum bara gagnar hægru inntøkunum. Hetta viðgongur løgmaður eisini í røðu síni. Nú verður neyðugt hjá samgonguni at finna pening, soleiðis at miðal- og láginntøkurnar kunnu fáa ein skattalætta. Tað er spell, at samgongan er so sjálvklók, at hon ikki lurtar eftir øðrum enn sær sjálvari.

Góðar, men ov seinar íløgur

Sambært Landsverki hava íløgurnar ongantíð verið størri enn nú. Vit fegnast um fleiri av íløgunum, men ikki at tær fella saman við nógvar privatar og kommunalar íløgur. Tá hesar henda samstundis, eiga allar ávaringarlampur at blinka.

Í Framsókn royndu vit longu í 2011 at vísa samgonguni á, hvussu týdningarmikið tað var at seta ferð á viðlíkahald og íløgur. Tá var byggimarknaðurin svangur og illa fyri og hevði tørv á, at tað almenna setti ferð á virksemið. Tað hevði havt styrkt búskapin, nýtslan hevði vaksið, arbeiðsloysið minkað, og vit høvdu havt fingið sum mest fyri hvørja krónu. Men sjálvandi fór samgongan ikki at fylgja okkara ráðum. Í staðin vórðu teir flestu íløgupengarnir støðlaðir, tvs. goymdir til nú, tá annað virksemið eisini fer í gongd.

Vit hava í tveimum førum gjørt vart við, at vit hava fyri neyðini at gera eina konjunkturlóg, sum kann stýra búskapinum soleiðis, at sveiggini í honum ikki gerast so ógvislig. Hendan lógin hevði havt tryggjað, at almennu íløgurnar – hjá bæði landi og kommunum – vórðu framdar, tá privati marknaður ikki hevði tørv á ella ikki orkaði at gera íløgur. Vit skilja ikki, hví samgongan ikki heldur eitt tílíkt stig vera skilagott.

Landsstýrið og samgongan mugu ásanna, at tað ikki ber til at fremja so nógvar og stórar almennar íløgur, samstundis sum privati íløguhugurin tekur dik á seg. Byggimarknaðurin tolir hetta ikki, og hann er ikki førur fyri at umstilla seg til hetta lopið. Brúka vit ikki vit og skil, verða allar verkætlanir – privatar sum almennar – munandi dýrari, og sannlíkt gerst góðskan eisini verri.

Tey trý kúgaðu frælsini

Í ólavsøkurøðu síni tosaði løgmaður dúgliga um fortíðina, hóast vit ikki heilt kendu hana aftur í hansara útgávu. Hinvegin segði løgmaður at kalla einki um, hvat hann og felagar hansara ætla sær at gera. Mestur er samgongan útbrend, nú áðrenn hon yvirhøvur nær at gera nakað munagott til gagns fyri meirilutan av fólkinum.

Framsókn er liberali flokkurin í Føroyum, og vit eru ikki í iva um, at trý týdningarmikil frælsi mugu vera grundarlagið undir okkara politikki, skulu vit hava framburð í Føroyum. Hesi eru persónliga frælsið, vinnuliga frælsið og tjóðskaparliga frælsið, uttan mun til, hvussu vit so velja at skipa okkum í mun til tey.

Vit ásanna tó samstundis, at hesi frælsini ongantíð hava verið so kúgað sum undir sitandi samgongu. Vit fegnast tí um, at tekin eru um eitt nýtt politiskt tíðarskeið í Føroyum, har vit aftur kunnu hava frælsini og menningina fyri eygað.


Tjóðskaparliga frælsið

Framsókn vil hava, at føroyingar taka ábyrgd av egnum landi og viðurskiftum. Vit vita, at vit bert á tann hátt av álvara taka okkum um reiggj og finna loysnir og nýskipanar, sum tryggja, at vit varðveita og draga at okkum ung virkisfús fólk í Føroyum.

Men vit hoyra ikki eitt orð frá løgmanni um hesi viðurskifti, hóast hann ta einu ólavsøkuna herfyri gjørdi seg til sjálvstýrismann fyri opnari mikrofon. Vit hoyra einki um yvirtøkur, einki um ríkjafelagsskap í staðin fyri ríkisfelagsskap, einki um einar meira sjálvbjargnar og sjálvstøðugar Føroyar og ikki eitt orð um Stjórnarskipanina.

Tvørturímóti lovprísr løgmaður ríkisfelagsskapinum og tann vaksandi leiklut, sum hesin hevur fingið í føroyska samfelagnum við virknum stuðli frá Fólkaflokkinum (flokkurin við hjánavninum Radikalt Sjálvstýri) og Miðflokkinum (við hansara sjálvstýrisretorikki).

Vinnuliga frælsið

Hvat bleiv av nýskipanini av fiskivinnuni? Og av teirri “breiðu semjuni” um hana? Hvat hevur høvuðsvinnan at halda seg til eftir 2018?

Tað kennist ikki sørt provokerandi, tá løgmaður nú minnir okkum onnur á, at tað bert eru trý ár, til ein nýggj skipan skal virka. Sjálvur hevur hann alla tíðina stuðlað Fólkaflokkinum í hansara ætlan um at forhála arbeiðið við at nýskipa fiskivinnuna soleiðis, at ongin nýskipan nær at virka í 2018.

Í Framsókn eru vit greið yvir, at vit alt fyri eitt mugu fáa eina nýskipan av høvuðsvinnuni, sum fevnir um øll føroysk fiskirættindi í útlendskum eins væl og føroyskum sjógvi. Skipanin skal snara um føroyskt skrásett skip, sum arbeiða sambært sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Allur fiskur skal um føroyskan bryggjukant, og skipanin skal loyva nýggjum føroyskum feløgum og einstaklingum framat.

Núsitandi samgonga er ikki fyri vinnuligum frælsi. Hon heldur, at tilvildarligir politiskir meirilutar skulu gera av, hvør skal eiga rættin at troyta tilfeingið hjá øllum føroyingum, og hvussu stórt gjald – um nakað – hesi skulu gjalda okkum afturfyri. Tað vilja vit ikki. Vit vilja hava eina høvuðsvinnu, sum virkar sambært handilsligum treytum. Ein opin marknaður skal tryggja atgongdina til tilfeingið, at fiskaprísirnir eru so góðir, sum tilber, og at gjøldini frá vinnuni til tað almenna endurspegla marknaðin og møguleikarnar.

Vit fara at samstarva við teir flokkarnar og tey tingfólkini, sum vilja hava mest møguligan marknaðarbúskap í fiskivinnuni. Ein uppboðssøla eigur at verða krumtøppurin í nýggju skipanini. Bara ein slík skipan kann tryggja okkum, at vit fáa rætta prísin og rætta grundarlagið at stýra á.

Persónliga frælsið

Samgongan berjist ímóti, at vit øll skulu hava somu rættindi í Føroyum. Eitt nú forðar ein lítil minniluti samkyndum í at giftast borgarliga, hóast ein stórur meiriluti í bæði løgtinginum og av Føroya fólki viðurkennir teirra kærleika og tekur undir við, at tey skulu hava hendan rættin. Hesa forðing góðtaka vit ikki. Allir føroyingar hava rætt til at meina, tað teir vilja um samkynt hjúnalag, men vit kunnu ikki góðtaka, at ein minniluti skal gera hesi viðurskifti av.

Hóast nógvar ávarðingar kroysti samgongan ein avlurtingarpakka niður yvir høvdið á hvørjum einasta føroyingi. Málsøkið er danskt, og tíbetur vaknaðu danir og lurtaðu eftir teimum ávarðingum, sum vóru bornar fram fyri teimum. Avlurtingarpakkin er tí fyribils parkeraður, men samgongan hevur avreitt alla avgerð til danir.

Vit hava í seinastuni fingið fleiri fráboðanir frá landsstýrinum um nýggjar forboðslógir, lógir sum í enn størri mun ganga persónliga frælsinum nær. Framsókn fer at stríðast ímóti hesum ætlanum. Vit fara at leggja fram uppskot, sum geva føroyingum mist rættindi aftur. Hetta gera vit í teirri sannføring, at fólk grundleggjandi eiga og duga at hava ábyrgd av sær sjálvum og eru best før fyri at umsita sína tilveru sjálvi.

Eitt tíðarhóskandi mentanar- og vitanarsamfelag

Eingin livir av breyði eina. Samstundis, sum samfelagið kundi havt atgongd til nýggjar og nógv størri inntøkur, mugu vit staðfesta, at mentan og útbúgving eru við sviðusoð. Hesin bulurin í okkara framtíðartrygging er so dyggiliga afturútsigldur. Vánalig pisaúrslit, miseydnaðar próvtøkuskipanir og vantandi førleikamenning av undirvísarum eru bara nøkur av teknunum.

Undirvísingin á Fróðskaparsetri Føroya eigur at fevna um fleiri vinnuligar og handilsligar útbúgvingar. Undirvísing og mentan eru avgjørdar fortreytir fyri vinnuligari og búskaparligari menning, og hesir tættir eiga at samvirka munandi meira til gagns fyri Føroyar og føroyingar. Samstundis mugu vit eisini minnast til, hvussu stórt virði, tær handaligu útbúgvingarnar hava fyri okkum. Vit mugu tí leggja alsamt størri dent á hesar útbúgvingarnar við. Hetta hevur samgongan ikki gjørt, hóast vit kenna týdningin av útbúgvingunum fyri búskap okkara.

Tey vinnuøkini, har vinnan samstarvar við útbúgvingarstovnar og granskingarstovnar, klára seg best í altjóða kapping. Tær almennu Føroyar eiga at klekja alsamt fleiri vitanarstarvsfólk í einum strategiskum samstarvi við vinnuna og at seta høg og greið mál viðvíkjandi hesum samstarvinum.

Føroyar skulu hava ein yvirskipaðan mentanarpolitikk fyri at styrkja mentanar- og listarlívið í landinum. Hann skal tryggja, at øll sløg at listafólki og fólki við mentanarútbúgvingum kunnu velja at búgva og virka í Føroyum. Vit mugu miðvíst arbeiða fyri hesum í samstarvi við allar avvarðandi partar til frama fyri fólkasamansetingina, fólkaræðið og alt samfelagið sum heild.

Nýskipanir

Fíggjarmálaráðharrin ávarðar ímóti at hækka almennu útreiðslurnar. Men tað nyttar einki bara at ávara. Vit kunnu staðfesta, at rakstrarútreiðslurnar hjá landinum í mun til BTÚ eru hækkaðar úr 29% upp í 31%, og at hetta enntá er hent, hóast at vit hava ein størri vøkstur í BTÚ enn londini kring okkum.

Vit staðfesta eisini, at ongantíð fyrr hava samfelagið og landskassin fingið størri inntøkur frá landsins tilfeingi enn hesi seinastu árini. Kortini hevur samgongan megnað at hava eitt undirskot, sum táttar í eina heila milliard krónur hesi árini. Orsøkin er, at tær neyðugu nýskipanirnar á kommunuøkinum, í almanna- og heilsuverkinum, í skúlaverkinum og aðrastaðni ikki verða framdar.

Skulu vit hava ein betri og bíligari rakstur, verður neyðugt at effektivisera og nýskipa hesi stóru tænastuøkini, og tí arbeiðinum vilja vit í Framsókn fegin luttaka í. Vit eru tó nokkso móð av at hoyra løgmann tosa um allar tær breiðu semjurnar, hann vil hava, men sum hann kortini ongantíð ger nakað fyri at fáa.

Vit hava atkvøtt fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Vit hava atkvøtt fyri inngjaldinum til nýggju eftirlønarskipanina. Vit taka eisini undir við at minka persónsskattin og í staðin leggja um til eitt slag av brúkaragjaldi. Við eini tílíkari skipan gerst møguligt at víðka skattagrundarlagið soleiðis, at onnur enn tey, sum gjalda vanligan lønarskatt, eisini rinda fyri raksturin av samfelagnum. Soleiðis sleppur vanligi skattgjaldarin sjálvandi at gjalda minni í skatti.

Uttanríkispolitikkur.

Vit taka væl ímóti tilboðnum hjá løgmanni um at hava eitt aðalorðaskifti um uttanríkispolitikk seinni í ár. Vit vóna, at hetta orðaskiftið kann sannføra øll um, at føroyskur politikkur og orka ikki í allari framtíð bert skal snúgva seg um okkara viðurskifti við Danmark.

Vit hava frá fyrsta degi arbeitt hart fyri at styrkja okkara uttanríkispolitiska arbeiði. Vit hava víst á, at har vit ikki eru sjálv, har eru vit ikki meira enn hálv. Vit vilja hava eitt sterkt fakligt profesionelt samráðingartoymi við øllum viðkomandi førleikum at taka sær av øllum samráðingum við onnur lond, samstundis sum vit lata upp sendistovur við dyggum handilsligum førleikum á okkara stóru ella komandi marknaðum. Royndir okkara við at stríðast fyri rættindum okkara til munandi størri nøgdir av uppisjóvarfiski hava so dyggiliga víst týdningin av eini uttanríkistænastu, sum byggir á eitt samstarv av professionellum.

Tvær ferðir hava vit saman við Tjóðveldi skotið upp at lata upp sendistovur í Moskva og Beijing. Hetta hevur samgongan higartil felt, men vit taka væl móti nýggju boðum løgmans um at lata upp sendistovu í Moskva seinni í ár.

Álit aftur á fólkaræðið

Hetta valskeiðið, og serliga seinasta løgtingsárið, hava av álvara boðið okkara lítla fólkaræði av. Eingin politisk samgonga hevur nakrantíð áður lagt fólkaræði okkara undir so hart trýst, sum tann núsitandi ger, og ongantíð fyrr hevur virðingin fyri politisku skipanini verið so lítil millum føroyingar. Grovar ákærur og illgruni um óreglusemi eru vorðnar gerandiskostur á tingi og í Tinganesi, og í fjør rukku vit pínumarkinum fyri, hvat vit halda, at løgtingið kann lata sær lynda.

Vit máttu taka tað álvarsama stigið at seta fram misálitsuppskot á løgmann fyri á tann hátt at gera øllum – eisini eftirtíðini – greitt, at nú var ovboðið. Sum væntað fall uppskotið, og tey, sum feldu tað, mugu so taka ábyrgdina av óskilinum og bera skommina. Vit hava ið hvussu so er gjørt greitt, at vit halda politikk vera annað og meira enn bara at telja upp í seytjan og annars at gera, sum einum lystir uttan atlit til lóg og landaskil, og vit ætla okkum at fáa bygt upp aftur álitið millum fólk á fólkaræðið.

Landsstýrið skal sleppa at rósa sær fyri egin avrik, og víst eru eisini nøkur góð avrik framd. Men eingin skal ivast í, at tey kunnu gerast betri og munandi meira rættvís.

Poul Michelsen,
formaður í Framsókn