Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Løgmaður fyri tey útvaldu

Eftir at løgtingskvinna hevur átalað løgmann fyri hansara ætlan at seta Pro-Vita ráðstevnuna 27. apríl, hevur løgmaður kúvent og boðað frá, at hann hóast alt ikki kann seta ráðstevnuna. Orsøkin er, at tann eini fyrilestrahaldarin hevur víðgongd og harðrend sjónarmið, sum stríða grundleggjandi ímóti tí, løgmaður stendur fyri.

Vit hava skrivi-, talu- og hugsunarfrælsi í Føroyum. Øll sjónarmið, sum ikki eru revsiverd, hava sama rætt at verða hoyrd. Um umtalaði fyrilestrahaldari ber fram revsiverd sjónarmið, hevði hann neyvan fingið innbjóðing frá Pro-Vita. Men løgmaður velur og vrakar, hvønn hann er løgmaður fyri. Nøkur eru nóg góð, meðan onnur ikki eru verd eina løgmansvitjan.

Hetta er ikki løgmanni verdugt. Ein løgmaður eigur altíð at kunna møta øllum føroyingum, bæði samhugaðum og teimum við mótstríðandi sjónarmiðum. Tað er fáur løgmaður, sum í røðum og brøvum hevur talað so heitt fyri samanhaldi, samhuga, samhaldsfesti og samstarvi sum sitandi løgmaður. Men váti vøtturin til tey, sum ynskja at verja tey mest verjuleysu, boðar hvørki frá samstarvi ella samanhaldi.

Ongin væntar ella krevur av løgmanni, at hann skal taka undir við teimum, hann røður fyri. Tað hevur neyvan heldur ligið í kortunum hjá felagsskapinum Pro-Vita. Men fyri tað er hann løgmaður hjá øllum føroyingum, eisini teimum í Pro-Vita. Og løgmaður kundi sjálvandi nýtt høvið til at víst á síni egnu sjónarmið undir setanini av ráðstevnuni. Vit hava enn talu-, skrivi- og hugsunarfrælsi í Føroyum. Tað merkir, at fólk við mótstríðandi sjónarmiðum hava sama rætt at taka til orðanna undir sama taki.

Løgmaður er raskur at møta upp, tá Løgtingið skal setast. Í Løgtinginum finnast eisini fólk, sum løgmaður er grundleggjandi ósamdur við. Og sum í eygum løgmans bæði eru harðrend og víðgongd. Men fyri tað bakkar løgmaður ikki út. Og somuleiðis er løgmaður sum heild raskur at møta upp, tá boð eru eftir honum, eitt nú til at halda flaggrøður og 1. maidagsrøður. Munnu ikki fleiri vera millum áhoyrararnar, sum hava bæði harðrend og víðgongd sjónarmið? So leingi sjónarmiðini verða sjónarmið og ikki verða umsett til harðrenda og víðgongda atferð, hava tey sama tilverurætt sum øll onnur sjónarmið.

Tað var eitt mistak, at løgmaður við nevndu grundgevingum ikki vildi seta ráðstevnuna. Harvið hevur hann sett nøkur fólk uttanfyri felagsskapin, sum hann er løgmaður fyri. Tað er álvarsligt. Tað vekir harmakenslur í fólki. Tað tænir ikki felagsskapinum, samansjóðingini og samstarvinum. Tað spjaðir og eggjar til øsing. Tí vit hava bara ein løgmann, og hann eigur at vera løgmaður fyri alt fólkið.

Bill Justinussen