Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lógir og kunngerðir skulu fylgjast

2019-07-02 08:20

Øll hava rætt til atkomu – og tó uppliva vit aftur og aftur múrar av ymiskum slag. Ólidnar inni- og kringumstøður, eitt ella tvey trin inn í bygningar, onkuntíð við ólidnum, illa gjørdum skráum og/ella grúslagdum túni, tungar hurðar og illa uppmerkt til sjónveik. Byggiharrar sleppa við at siga, at „tað kemur nokk. Hetta er ikki liðugt enn.” Hetta hóast bygningarnir langt síðani eru tiknir í almenna nýtslu.


ST spyr

Í mai bað ST-nevndin Føroya Landsstýri um frágreiðing um viðurskifti á brekøkinum. Frágreiðingin skal vísa á, hvussu Føroya Landsstýri arbeiðir við at íverkseta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í føroyska samfelagið.

Føroya Landsstýri verður m.a. biðið um at upplýsa, hvussu fígging av og vegleiðing til fulla atkomu fyri øll til støð og tænastur, ið annars eru ella verða veittar almenningi, verður tryggjað. Eisini verður biðið um upplýsingar um, hvussu virkað verður fyri gransking og útbúgving í atkomu við algildum sniði (universellum designi).


Bygningskunngerðin frá 2017

Í hesum sambandi kunnu vit vísa til Bygningskunngerðina frá 2017, sum er ein góð byrjan. Tó havi eg hug at spyrja, hvat lógir og kunngerðir nytta, um tær ikki verða fylgdar.

Bygningskunngerðin hevur virkað síðani 1. januar 2017. Landsverk umsitur kunngerðina, og kommunali byggimyndugleikin hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin. Við heimild í Byggilógini er endamálið við Bygningskunngerðin at tryggja burðardygga bygging í Føroyum. Hetta er ein kunngerð, sum allir almennir myndugleikar skulu halda seg til, tá ið bygt verður.

Byggikunngerðin frá 2017 vísir til „DS 3028, Tilgængelighed for alle“, sum fevnir um ymisku økini. Tørvirnir eru jú ymiskir alt eftir avbjóðing. Brekøkið í Danmark kallar hetta „en fælles referenceramme” ella eitt felags lógvatak í atkomu fyri øll. Við hesum er støðið lagt.

Við ásetingum úr kunngerðini fari eg stutt at vísa á bara tvey øki: atkomu- og tilkoyringarøki og atkomuviðurskifti.


Atkomu- og tilkoyringarøki

Undir kap. 2.4.3 stk. 2 stendur: „Atkomu- og tilkoyringarøkir skulu gerast soleiðis, at fólk við rørslutarni kunnu nýta bygningin. Atkomuøkir frá vegi, íroknað parkeringsøkir, til óbygd økir á ognini og til inngangir í bygningum, skulu vera í minsta lagi 1,3 m breið og við javnari og fastari álegging.

Hæddarmunir á atkomuøkjum skulu javnast út í lendinum ella við rampu. Afturat rampum kunnu trapputrin gerast, sum í mesta lagi eru 150 mm høg og í minsta lagi 300 mm djúp. Viðvíkjandi ger av rampum verður víst til kap. 3.2.2 um felags atkomuleiðir.”

Greið tala. Hvat verður so sagt um atkomuviðurskifti?


Atkomuviðurskifti

Í kap. 3.3.2 stk. 1 stendur: „Atkomuviðurskifti til bygningar skulu tryggja atgongd fyri øll. Bústaðir og aðrar bygningseindir skulu hava beinleiðis atgongd útifrá ella umvegis felags atkomuleið útifrá.

Í vegleiðingini til hesa orðing stendur: Við atliti at tryggja atkomu fyri øll kann vísast til „DS 3028, Tilgængelighed for alle“, sum vísir dømi um, hvussu atkomuviðurskifti til bygningar kunnu gerast atkomuvinarlig fyri øll, eisini fyri fólk við rørslutarni.”

Víðari stendur í Bygningskunngerðini stk. 2, at „við allar úthurðar skal vera atgongd uttan hæddarmun til bygningseindir og til møguligar lyftur í atkomuhæddini (veghæddini) í bygninginum. Møguligur hæddarmunur skal javnast í atkomuøkinum uttan fyri bygningin. Rampur kunnu nýtast.”

Eisini greitt – men hetta er stutt endurgivið. Tí er vísiligt at lesa Bygningskunngerðina í síni heild saman við „DS 3028, Tilgængelighed for alle” fyri at fáa eina betri heildarmynd av ásetingunum.


Byggiharrin ger ikki liðugt

Góðar lógir og kunngerðir eru neyðugar, men um tær skulu koma borgarum til góða, mugu tær fylgjast. Tað kemur ov ofta fyri, at almennir bygningar ikki gerast lidnir og tí ikki eru atkomuligir fyri øll. Almennir bygningar eiga tí ikki at verða tiknir í nýtslu, fyrr enn teir eru góðkendir.

Eingin eigur í longri tíð at sleppa við at siga, at tað kemur nokk. Ei heldur at gera fyribils loysnir, sum verða nýttar í fleiri ár.

Gævi vit fara at duga betri at gera almennar bygningar fyri øll. Hetta til gangs fyri mong, ið ikki sleppa inn ella kenna seg trygg - og við í visjónunum hjá valevnunum til Løgtingsvalið 2019.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD