Lógarkravt aldursmark á dansistøðum

 Eg havi fleiri ferðir víst á tað fyrr, og eg fari at siga tað eina ferð afturat: Vit mugu verja okkara

ungu betri í náttarlívinum. Vit kunnu ikki sum samfelag hyggja at, meðan ung fólk vikuskifti aftaná

vikuskifti koma í óføri á dansistøðunum kring landið. Tí fari eg inniliga at heita á landsstýrismannin

við vinnumálum um at áseta lógarkravt aldursmark fyri atgongd til dansistøð um náttina.


Í dag er einki lógarkravt aldursmark fyri at koma inn á skeinkistøð. Summi skeinkistøð velja at hava

tað, men tað er ikki álagt øllum. Galdandi forboð snýr seg bara um sjálva skeinkingina fyri ungum

undir 18 ár. Í hesum sambandi haldi eg, at tað er umráðandi at skilja millum gistingarhús og

matstovur og so dansistøð, sum hava opið alla náttina. Tí meðan tað helst ikki er nakar trupulleiki,

at børn og ung hava atgongd til gistingarhús og matstovur, har tað verður skonkt fyri vaksnum, so er

søgan ein onnur, tá tað kemur til dansistøð í náttarlívinum. Tí neyvan er tað nakar í myrkrinum, sum

heldur eyga við, at tað bara er tann, sum keypti, sum drekkur av glasinum.


Í juni mánaði setti eg landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning um skeinkiloyvi og

skipanina av hesum. Í tí sambandi svaraði landsstýrismaðurin millum annað, at løgreglan hevur

upplýst Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at einki mál er skrásett um skeinking fyri ungum undir 18

ár. Øll, sum kenna onkran, sum ferðast í náttarlívinum vita, at hetta fer fram. At løgreglan einki mál

hevur um hetta merkir allarhelst, at tað er trupult hjá løgregluni at hava eftirlit við hesum.


Við uppskotinum um løgtingslóg um matstovu- og gistingarhúsvirksemi verða ásetingarnar, sum

viðvíkja skeinking, tiknar úr rúdrekkalógini og fluttar yvir í ta nýggju lógina. Eg haldi, at nú farið

verður undir at skilja ímillum gistingarhús/matstovur og onnur skeinkistøð, at vit í sama viðfangi

eiga at syrgja fyri, at eitt lógarásett aldursmark verður sett á atgongd til tey skeinkistøðini, sum ikki

koma undir matstovu- og gistingarhúsvirksemi – so sum dansistøð. Hetta hevði verið við til at

fyribyrgt, at tey heilt ungu fáa atgongd til rúsdrekka og onnur rúsandi evni, sum finnast í

náttarlívinum. Tað eigur at bera til.


Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin