Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lóg um sálarligan harðskap

2019-07-09 07:42

LÓG UM SÁLARLIGAN HARÐSKAP

Vit eiga at fáa eina lóg um sálarligan harðskap. Tað er ikki í lagi at fremja sálarligan harðskap í móti nøkrum. Ein tílík lóg fer at merkja, at harðskapur í nærsambondum verður revsiverdur.

Hetta fet eiga vit at taka, tí tað er ikki í lagi at fremja sálarharðskap.

Ein slík lóg javnsetir sálarligan harðskap við kropsligan harðskap, og lógin fer at veita teimum, ið eru fyri hesum harðskapi, somu rættarstøðu sum, tey hava, ið eru fyri kropsligum harðskapi.

Er t.d. ein kvinna úti fyri slikum harðskapi, so kann hon søkja um tilhald. Hetta merkir, at maðurin ikki hevur loyvi til at nærkast ella seta seg í samband við kvinnuna á nakran hátt. Er maðurin bangin fyri løgreglu og virðir lógir, so er tilhald gott. Men hinvegin, virðir maðurin ikki lógina, sum fleiri dømi eru um, so hevur lógin um tilhald onga effekt, og kvinnan má liva í ræðsluni.

Eini lóg um sálarligan harðskap fer at fyribyrgja hesum slagi av harðskapi, og hon fer at stuðla teimum kvinnum og monnum, ið eru fyri hesum ræðuliga veruleika.

Slíkari lóg fari eg at arbeiða fyri á tingi.

Óluva Klettskarð, valevni fyri Tjóðveldi