Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ljós á gongugøturnar í býnum

2020-10-09 13:35

Sitandi býráðsmeirilutin gjørdi eina roynd at fáa Havnina til ein súkklubý. Alt gott um tað, men enn tykjast fólk ikki at hava tikið rættiliga undir við tí. Tað, sum vit hin vegin síggja, er, at fólki dámar sera væl at ganga sær ein langan túr eftir teimum mongu góðu gongugøtunum, vit hava. Vit hava eitt nú Rossagøtuna, gøturnar úti á Boðanesi og niðan í Hoydalar, gøturnar í viðarlundini, gøtuna fram við Sandá og ikki minst úti í Havnardali.

Meðan vit síggja nógv fólk til gongu ta ljósu tíðina av árinum, so síggja vit ikki mong, nú myrka tíðin hevur tikið yvir. Og forkláringin er einføld tann, at allar hesar frálíku gøtur liggja í svartasta myrkri, og tí tora fólk ikki at ganga har. Tá fólk koma heim frá arbeiði, maturin er etin, so er um summarið tíð til at ganga sær ein langan túr. Men hesa tíðina av árinum ber hetta als ikki til, tí tað er longu hálvaskýmt, tá fólk koma heim frá arbeiði.

Tí haldi eg, at tað kundi verði eitt gott tiltak, at býráðið, sum sjálvandi eigur alla rós uppiborna fyri hesar mongu gøtur, hugsaði um, at fingið ljós á tær. Tað kundi kanska verið okkurt við, at ljósið bert tendraði, tá fólk vóru á gøtuni, og ivaleyst kundi tað eisini verið gjørt við led-perum, sum fingu orku frá sólorkuni, so loysnin ikki gjørdist ov dýr. Hetta er ein tekniskur spurningur, sum onkur annar dugur betur enn eg.

Eg ivist ikki í, at gjørdu við ta royndina við onkrari av gøtunum, so høvdu vit sæð fólk gingið eisini um veturin. Og sambært øllum heilsufrøðingum, so er ein gangitúrur nakað av tí besta fyri bæði likam og sál.

Annað mál, sum eisini má finnast loysn á, er, at vit fáa asfalterað gongubreyturnar, har tær eru illa farnar.

Tað kemur tíverri mangan fyri, at t.d. joggarar detta og fáa skaða, tá teir renna.

Eg vil arbeiða fyri, at vit fremja hesi tiltøk, um eg verði vald í býráðið.

Birita Baldvinsdóttir Iversen
Valevni á Lista C