Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Livar Nysted: Vann eg væl um heimsins høv, men ei á fáfongd sterku

2014-01-10 20:01

Mánadagin, 7. januar 2014, kom viðmerking frá ítróttaforsetanum, Peturi Eliasi Petersen, og formanni Róðrarsambandsins, Jan Hermani Hansen, til kjakið um ársins ítróttanavn 2013. Ørindi teirra vóru at siga frá, hví havrógving varð útilokað frá kappingini.

Orsøkin var, staðfesta teir, at ítróttagreinin hoyrir ikki undir ÍSF. Hetta er ikki ein góð grundgeving, tí sambært §1 í lógum RSF umboðar felagsskapurin alla rógving og tí eisini havrógving. Sjálvandi er ikki neyðugt at hava fleiri róðrarsambond, fyri tað um tað finnast fleiri róðrargreinar. Eitt er nóg mikið, og tað eitur RSF. So veit formaður Róðrarsambandsins tað.

Hetta vísir RSF eisini í verki við at arbeiða við ymiskari rógving. RSF hevur t.d. virkað fyri rógving í Scillyoyggjum og sýnt fram altjóða útriggarar í Føroyum, og nú skipar felagsskapurin fyri úttøkukappingum í inniróðri og hevur nýliga keypt útlendskan bát til strandaróður. Hetta er rætti arbeiðshátturin – at tillaga seg og at vinna rógvingini sømdir á øllum frontum. Hugstoytt og óskiljandi er tí, at RSF útilokaði havrógving. Eg meti ikki, at henda avgerð er virðilig. Tá ið dómsnevndin so oman á alt tilnevnir ein telvara, hvørs ítróttagrein nettupp ikki hoyrir undir ÍSF, so má man staðfesta, at ítróttaforsetin og formaður Róðrarsambandsins vísa svart belti í sjálvsmótsøgn, og málið verður komiskt.

At ítróttaforsetin kastar frá sær ábyrgd, kundi týtt upp á veikleikar. At mín egni formaður stuðlar honum, er harmiligt. Eg havi haft sera gott samstarv við RSF, síðan eg fór upp í havrógving, og tey hava stuðlað mær væl, tað eri eg takksamur fyri. At RSF kortini útilokar havrógvingina, er spell, tí tað stríðir ímóti egnari endamálsorðing, sum er at arbeiða fyri allari rógving. Tað stríðir ímóti andanum og eldinum í mínum felagsskapi. Og eg spyrji: Hvørjum arbeiða ítróttaforsetin og formaður Róðrarsambandsins tá fyri?

Eg eri fullvísur í, at eg havi tapt hetta slagið. ÍSF fer ongantíð at viðurkenna sítt mistak, og atburður RSF fær meg at staðfesta, at her gerst ikki meira. Rógva kunnu vit um heimsins høv, men fáfongdini vinna vit ikki á. Tó kann eg vóna, at róðrarfeløgini gera vart við seg á rætta stað og sláa manngarð um rógvingina, og at aðrar minni viðurkendar ítróttagreinar fáa eina virðiligari viðferð í framtíðini.

Tí hetta snýr seg ikki um Livar. Hetta snýr seg um sálina í ítróttinum.

Við róðrarkvøðu,

Livar Nysted.