Eg eiti Beinta Klakstein og eg bjóði meg fram til býráðsvalið í Klaksvík 2012.

Tað eru mong viðurskifti, ið hava mín áhuga og sum eg ynski at arbeiða fyri skulu gerast betur, men eg havi valt at seta fokus á hesu 4 málini, sum standa niðanfyri, tí tað eru viðurskiftir, ið viðkoma menniskjum og hevur tað mín størsta áhuga. Og grundarlagið undir einum og hvørjum býi ella eini og hvørjari bygd, eru tey menniskju ið búgva og liva har og tað má Klaksvíkar Kommuna hjúkla um.


Alternativar bústaðarmøguleikar til ung, familjur, eldri og fólk ið bera brek

Betri kor hjá barnafamiljum

Kvalitetstrygd innan dagstovnaøkið

At hjúkla og betra um tað sum vit hava her í Klaksvík og nærumhvørvinum.

Livandi, litfagra og stuttliga torgið í Klaksvík!!!

2012-10-25 05:52

Eg eri optimist! Eg haldi at vit kunnu gera nógv fyri lítið, hóast tað oftast tykist sum um, at tá okkurt skal verða øðrvísi, so kostar tað eisini nógv.Eg sakni ein lívandi bý, og her meini eg aftaná arbeiðstíð og í vikuskiftunum. Ofta er rætt og slætt stein deytt. Og tað haldi eg, er ov galið.

Trivnaður og mentan ganga hond í hond og her má Klaksvíkar kommuna eisini ganga á odda og skapa karmar fyri at vit fáa mentanarvirksemi at blóma og verða sjónligt.

Økið rundan um standmyndina Fípanu Føgru og kirkjugarðin niðri í Vágstúni skal verða eitt torg, har smáar litfagrar smáttur, sum Kommunan kundi keypt frá Tekniska skúla í Klaksvík, javnan verða settar upp, soleiðis at feløg og einstaklingar kunnu sleppa inn í smátturnar at vísa fram, selja eitthvørt ella hava onnur tiltøk. Tá jólini nærkast, verður hetta sjálvandi eitt jólatorg. Seinasti vikuskifti í hvørjum mánaða, kann meira gerast burturúr við tónleikaframførðslum og "Speakers Corner-tiltøkum".

Tað eru mong sera kreativ og dugnalig fólk, sum kunnu vera við til at seta dám á og harvið gera alt økið niðri í Vágstúni meira spennandi.

Dagstovnar, verkstøð og sambýlir kunnu eisini fáa tað spennandi uppgávu at seta sín dám á økið í ásetta tíð, soleiðis at tað allatíðina er okkurt nýtt at síggja og uppliva.