Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Liva her og nú – viðmerkingar til løgmansrøðuna 2014

2014-08-07 03:55

Endamálið við røðu løgmans á ólavsøku, er, at løgmaður skal seta út í kortið og greiða tinginum og Føroya fólki frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur komandi árið.

Skiftandi fokus og manglandi samanhang

Ein skuldi trúð, at 3 løgmansrøðan á rað hjá eini samgongu, hevði ein reyðan tráð ella bara ein tráð, reyður verður hann neyvan, ella eina linju, ið er samanhangandi. Tíverri er tað ikki so, tvørturímóti er ósamsvar og skiftandi fokus, tað ið er gjøgnumgangandi fyri røðuna, í ár, eins og undanfarnu árini.

Røðurnar hjá løgmanni hesi árini, snúgva seg mest um, at staðfesta, hvat ið er hent í undanfarna og hesum samgonguskeiðnum kryddra við tí sum er uppi í tíðini beint nú. Onki galið við at ein røða fyriheldir seg til nútíðina, men hvar er politiska linjan, hvar eru málini og visjónirnar ? Havi hugt at røðunum í 2013 og 2014 fyri at royna at finna ein samanhang, men hesin samanhangur er ikki til.

Fólkavøkstur og veðurvánir

Í fjør hevði samgongan júst fingið heildarætlanina um fólkavøkstur handaða, og tað treyt ikki í røðuni, við ætlanum, ið samgongan skuldi fremja útfrá hesum álitinum.

Í ár, eru tað veðurvánirnar, ið dominera røðuna. At tað eru lýggir vindar og sólglottar at hóma. Alt gott um tað, tí vit skulu sjálvandi gleðast um, tað sum er gott. Men, ein glotti ger ikki allan munin, um vit sleppa teimum ætlanum, ið kunnu stuðla undir, so glottin verður verðandi og helst gerst til liggjandi góðveður. Eg sakni, at tá ið vit hava fegnast, so seta vit út í kortið við átøkum, ið kunnu tryggja, at tað góða kann halda fram.

Fólkavøksturin mist fokus

Í 2013 staðfesti løgmaður, at avbóðingin yvir allar var tann, at fólkavøksturin er steðgaður. Ein týdningarmikil partur av hesi avbjóðing var tað stóra kvinnutroti og tað siðbundna leikpartabýtið millum kvinnur og menn. Tí var fráboðað at sjøtul var settur á arbeiðið at gera ein javnstøðupolitikk, har fyrilit serliga verður tikið fyri viðurskiftum, ið eru tengd at arbeiðsmarknaðinum.

Ì røðuni í ár er vent í holuni, núverður fegnast um, at burðartalið vaks eitt vet í fjør og at talið av kvinnum í aldursbólkinum 20-40 ár fyri fyrstu ferð í 10 ár er vaksið. Hetta eru góð tíðindi, men vit mugu ikki gloyma, at talið av kvinnum, yngri enn 40 ár, er lækkað við 1000 seinastu 3 árini. Tí er framvegis alneyðugt at gera nakað við hesa avbjóðing.

Javnstøðuátøkini avlýst

Ósamsvari millum tað ið sagt var á ólavsøku í fjør og nú ger, at ein má spyrja, hvat ætlar samgongan at gera fyri at fáa fleiri kvinnur at støðast í Føroyum ? ella var hetta bert føgur orð í fjør, tí so nógv fokus var á fólkavøkstur tá ? Tíverri fingu vit staðfest at so er, landsstýrismaðurin í javnstøðumálum upplýsti ,at ikki er komið á mál við at orða ein javnstøðupolitikk og hann lat skína ígjøgnum, at hann roknaði ikki við, at komið verður á mál í hesum samgonguskeiðinum.

Við øðrum orðum, eru átøk at fáa kvinnur at støðast í Føroyum ikki ein politisk raðfesting longur.

Gamaní hava vit fingið longt barsilstíðina frá 34-38 vikum og tað er gleðiligt, men er tað alt ? Kvinnur á barsil gjalda kravda pensiónsgjaldi av barsilspeninginum, so um 13 ár er útgjaldi lækkað við 15%, hesi viðurskifti ferð samgongan ikki at gera nakað við.

Vit vita, at framvegis arbeiða ein rúgva av føroysku kvinnunum niðursetta tíð, eisini tær, ið ikki ynskja tað.

Kvinnur ið eru stakir uppihaldarar hava tað sera trupult at forsyrgja sær og sínum børnum og tær eru eisini fyri vanbýtið, tá ið tað kemur til eftirløn.

Tað má verða ein meginregla, at tað ber til at forsyrgja sær sjálvum av sínum arbeiðið. Hetta eiga vit at hava fokus á og gera nakað við. Javnaðarflokkurin hevur havt uppskot frammi, um rætt at arbeiða fulla tíð, um ein ynskir tað.

Útbúgva fleiri handverkarar

Í fjør var áskoðanin hjá samgonguni, at tað hevði stóran týdning, at vit útbúgva handverkarar, eisini í trongum tíðum, og at pláss eru til lærlingar. Tí var sagt, at landsstýrið fer at kanna, hvussu tað almenna kann vera við til at eggja vinnuni at seta fleiri lærlingar, og tað fer eisini at seta lærlingar á almennu arbeiðsplássunum.

Í hesari løgmansrøðuni verður sagt um sama evnið:

“Nógva byggivirksemi økir eftirspurningin eftir faklærdari arbeiðsmegi, tí var lógarbroyting gjørd í vár, ið ger tað lættari at fáa faklærda arbeiðsmegi úr ES londum”.

Hvat hevur samgongan gjørt við hetta øki, umframt at gera tað lættari at fáa útlendska faklærda arbeiðsmegi hendan vegin ?

Hvussu nógvar fleiri lærlingar eru settir í tí almenna undir hesi samgonguni og hvussu hevur samgongan eggja tí privata at seta fleiri lærlingar ? ella vóru orðini hjá løgmanni í fjør um lærlingar og lærupláss bara vøkur orð, ávirka av støðuni á arbeiðsmarknaðinum í fjør, og nú løgd á hillina, tí vit innflyta útlendska arbeiðsmegi í staðin. Tíverri sær út sum at eisini hesar ætlanir nú eru sleptar.

Arbeiðsloysið lækka og hvat so

Nú fegnast vit øll um, at arbeiðsloysi er minkað til 3,7%, men hvat við teim sløku 1000 fólkunum, ið framvegis eru í ALS ? hvørjar førleikar mangla tey fyri at sleppa út aftur á arbeiðsmarknaðin ? vit vita at meginparturin av teimum eru ófaklærd, hvat kann gerast, so tey fáa møguleika at førleikamenna seg ? ella skulu vit bara gloyma teg nú arbeiðsloysið er lágt ?

Vit hava samtykt lógina um førleikamenning, men uttan skipanir sum vaksnamannalæru, vænti eg ikki, at øll tey, sum hava brúk fyri at menna sínar førleikar fyri at koma útaftur á arbeiðsmarknaðin, fáa møguleikan.

Eg haldi at vit áttu at umhugsa, at givið langtíðar arbeiðsleysum møguleikan at førleikamenna seg við, als útgjaldinum.

Viðvíkjandi læruplássum, so eiga vit at gera tað, ið vit kunnu fyri at tryggja eina støðuga tilgongd av lærlingum, eisini í ringum tíðum. Her átti samgongan at tikið stig til, at tað almenna og vinnan taka lógvatak saman at tryggja hetta.

Vinnupolitiskar avbjóðingar

Samgongan fegnast um, at tað eru 500 nýggj arbeiðspláss síðan 2011. Tað er gleðiligt og ikki løgið, tá ið hugsa verður um, at bert í ár ger tað almenna íløgur fyri umleið 400 milliónir. Hetta sæst eisini aftur, tí av hesum 500 arbeiðsplássunum eru góð 200 í byggivinnuni. Hvat hendir í 2015 og 2016 tá ið hetta virksemi er liðugt ? Íløgurnar eftir 2016 snúgva seg mest um at byggja tunlar, hetta virksemi krevur ikki nógva arbeiðsmegi. Tí standa vit fyri eini vinnupolitiskari avbjóðing, um vit seta okkum sum mál, at fáa skapt fleiri arbeiðspláss .

Vit hava brúk fyri smáum og miðalstórum virkjum og fyri fleiri íverksetarum, bæði fyri at skapa fleiri arbeiðspláss og styrkja okkara búskap. Tað er gott at hava stórar og sterkar fyritøkur, ið vit síggja innan fiski- og alivinnan, men tær kunnu ikki standa einsamallar. Skulu vit gera okkum nakra vón um, at skapa nokk arbeiðspláss til teir 2500 løntakararnir, ið síðan 2008 framvegis ikki hava nakað til hendurnar, í Føroyum, so skal eitt miðvíst arbeiðið til.

Eitt amboð í strembanini at skapa fleiri arbeiðspláss, er at gera tað lættari at stovna egið virkið, lættari at fáa v-tal, lættari at fáa hjálp til bókhald og møguliga eisini tíðaravmarkaðar serskipanir tá ið tað kemur til mvg og skatt. Vónandi verða hesi viðurskifti partar av eini komandi strategi fyri íverksetan.

Heilsuøki stórar avbjóðingar

Landsstýrismaðurin hevur nevnt, at tað er ein stór avbjóðing at heilsuøki ikki hevur fingið fult endurgjald fyri løn- og prísvøkstur. Vit hava eisini sæð at talið av størvum innan heilsuverkið er minka, men hesi viðurskifti verða als ikki nevnd í løgmansrøðuni.

Ístaðin verður tosað um teir sonevndu heilsudeplarnir ið skulu skipast kring landið. Tað undrar meg, at tað als ikki verður nevnt nakað um heilsudepil í Norðoyggjum. Tað mátti ligið beint til høgrabeinið, ikki minst tá ið vit vita, at eitt liðugt uppskot um hetta liggur í eini skuffu hjá landsstýrismanninum.

Fegnist tó um, at tað verður avgjørt í heyst hvørji serlæknaøki skulu vera á hvørjum sjúkhúsi og at lóg um endurmenning kemur. Men tað er tó ilt at trúgva, at hetta verður veruleiki tá ið vit nú í langa tíð hava fingið lova, at dialysuviðgerðin skal setast á stovn í Klaksvík. Tað síðsta vit hoyrdu var at henda viðgerð skuldi byrja í juni mánaða, men enn røkist onki fyri at nakað hendir.

Fátækadømi og kanningar

Omma mín plagdi at taka til, at ongin kann liva av luft og kjerligheit. Tað var í 2011 undir minnilutasamgonguni, at løgtingi samtykti at ásetast skuldi eitt fátækamark. Nú skriva vit 2014 og tað stendur ikki á við føgrum orðum, um tey ið eru í fátækavága.

Nú skal gerast nakað við korðini hjá teimum ið liva í fátækavága, verður sagt í løgmansrøðuni. Veruleikin er tann at talið av teimum ið eru í fátækavága er økt við 700 fólkum frá 2009 -2012, nú liva 5000 føroyingar í fátækaváða.

Ójavnin í samfelagnum er vaksin munandi undir hesi samgonguni. Hvørt barn og hvør familja, ið er løgst aftrat hesum bólki, er ein sorgarleikur. Var fokus á hesum trupuleika fyrr, var ikki vist, at talið var so nógv økt hesi árini.

Hvat ferð so at vera gjørt ? Jú nú skal kannast um :

- eitt møguligt bústaðarískoyti skal gevast

- um sosialar veitingar til stakar uppihaldarar eiga at verða dagførdar

Javnaðarflokkurin og andstøðan hava havt ítøkilig uppskot, í undanfarnu tingsetu, fyri at bøta um korini hjá teimum sum eru í fátækaváða, millum annað hava vit skotið upp, at :

- hækka barnaískoyti til stakar uppihaldarar

- hægri barnafrádrátt

- hægri viðbót til pensjonistar

- pening til kommununnar at lækka botnfrádráttin við.

Vit hava havt uppskotini og samgongan hevur felt tey, nú hava tey so funnið sær veg, sum orð, inn í løgmansrøðuna. Um tey verða til meir enn orð fáa vit at síggja.

Røtt átøk í rættari tíð

Skal eg taka samanum, so kann eg skilja, at man hevur lyndið til bert at síggja tað góða, men tað eru bygnaðarligir trupulleikar í samfelagnum, ið man velur at lata eyguni aftur fyri: fólkavøkstur, trot á kvinnum, ójavni, tilgongd av lærlingum, færri løntakarar, tí samgongan, onkursvegna, bert livir her og nú.

Tí kann eg als ikki taka undir við, at samgongan fremur røttu átøkini í rættari tíð, sum tikið verður til í røðu løgmans. Okkum tørvar eina samgongu við greiðum visjónum um einar javnari Føroyar, vónandi verður hon veruleiki um ikki ov langa tíð.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna