LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - dugnaligur brævskrivari!

2020-06-05 16:08

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: 228314 - gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: pjd, Glyvrar 21.05.2020

_____________________________________________________________________________________________________

LÍV POULSEN ÚR SENEGAL
- dugnaligur brævskrivari!

Lív Poulsen, ið virkar sum trúboðari í Senegal, er millum teir dugnaligastu trúboðararnar at senda brøv heim til samkomurnar í Føroyum.

Tann 16. mai skrivar hon í brævi, sum er sent úr Senegal, at Koronasmittan breiðir seg spakuliga um í landinum. Hon skrivar, at tað eru fleiri vikur síðani Korona-virusið kom inn í landspartin, har hon býr, men at virusin ikki enn er komin inn í sjálva bygdina og grannabygdirnar. Lív skrivar, at tey hava ikki fingið vanligar vørur í 8 vikur, men nú er ætlanin at lata landið meiri upp eftir 02. juni.

Lív arbeiðir støðugt við at týða Nýggja Testamentið, og skrivar, at øll brøvini eru nú týdd, og at hon nú fer undir at týða Jóhannesar evangeliið.