Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lív í Bacalao - við fjølbroyttum vinnuvirksemi

2020-10-16 13:15

Tað er uppá tíðina at fáa lív í gamla Bacalao og skipa eitt blandað vinnuumhvørvi, har vit eiga at skapa ein matmarknað við føroyskum matvørum saman við maritimum vinnum, kreativum vinnum og íverksetarum í einum og sama vinnudepli.

Bacalao hevur staðið nærum tómt í 10 ár. Hesi veldugu og flottu hølir, ið eiga ein so stóran og stoltan leiklut í Havnar vinnusøgu, eiga at koma aftur til heiður og æru og fáa nýtt innihald. Tó UTTAN at broyta uppá bygningin uttan, hann skal síggja akkurát líka út sum hann ger í dag!

Har er kortini nakað av virksemi í Bacalao. Barðið hevur landingarstøð niðast og tey skulu fáa alt tað pláss teimum tørvar, tí hetta virksemi skulu vit hjúkla um. Fýritøkan ÌSUR framleiðir ís, Næla hevur drívhús við alskyns kryddplantum, og ymsar fyritøkur leiga goymslupláss í hølunum.Nakrar av gomlu frystihøllunum eru gjørdar um til klintrihøll og til skating og súkkling og her savnast nógv børn og ung fólk at stuttleika sær.

Men tað er tørvur á at gera bygningin í stand, so hann livir upp til myndugleikakrøv og so skal hann bjóðast út til ymsar vinnur, ið hóska saman og til umhvørvið á Vestaru bryggju.

Maritimar vinnur og tey ið veita sjóvinnuni vørur og tænastur eiga at hava sjálvsagt pláss í gamla Bacalao.

Íverksetaraumhvørvið , ið húsast í Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum, hevur tørv á fleiri hølum, til teir íverksetar ið eru komnir nakað ávegis við sínum hugskoti og sum kunnu rinda vanliga leigu, men enn ynskja at vera partur av einum vinnuligum umhvørvi. Tey eiga at fáa rúmd í Bacalao - eisini til at rokast við nýggj vinnuhugskot sum hava tørv á plássi td til at arbeiða við prototypum.

Vit skulu lívga um føroyska matframleiðslu og tí skulu vit skapa umstøður fyri einum innandura matmarknaði - har bóndir og øll onnur ið framleiða grønmeti og ymsar matvørur kunnu selja sínar vørur og vit sleppa at keypa føroyskt.

Kreativa vinnan - filmur, sniðgeving, tónleikur o.a skal eisini fáa møguleika at húsast í bygninginum, um tað er ynski um tað.

Hetta eru bara dømir, men tað er uppá tíðina at fáa lív í gamla Bacaloa og skipa eitt spennandi, fjølbroytt og nýhugsandi vinnuumhvørvi í hesum einastandandi bygningi.

Eg fari at leggja alla orku í at fáa hesa ætlan á mál, fái eg tykkara álit.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri og valevni fyri Tjóðveldi