Listin - ein íløga í framtíðina!

Havnin hevur fostrað nógv dugnalig listafólk, hesi vísa vegin so okkara høvuðsstaður hevur møguleikar at ganga einari bjartari framtíð ímóti – tó bert um vit síggja møguleikarnar og gera umstøðurnar soleiðis, at okkara listafólk hava tað gott og hava góðar umstøður at starvast í.

Nýggjur musikkskúli
Av øllum listagreinum eru tað nógv flest børn og ung sum fáast við tónleik. Undirvísing í tónleiki hevur verið eitt tilboð í mong ár og við góðum úrsliti – ja, musikkskúlin hevur á mangan hátt verið ein sólskynssøga. Musikkskúlin hevur í nógv ár húsast í ótíðarhóskandi hølum, og tí er gleðiligt at nýggjur musikkskúli nú verður bygdur í høvusstaðnum. Hóast vánaligar umstøður, hevur musikkskúlin víst í verki, hvør dugur er í honum – úrslitini tala fyri seg. Spennandi verður at fylgja gongdini og vónandi verður arbeitt skjótt, so nýggi musikkskúlin kann standa klárur í nærmastu framtíð.

Reinsaríið sum spælistað
Tað er gleðiligt at ætlanir eru frammi um at skipa Reinsaríið til spælistað so bæði yngri og royndir tónleikarar hava høvið at framføra har.
Í nógv ár hava tónleikarar víst á tørvin á einum spælistaði, tó uttan úrslit. Eitt spælistað er alneyðugt fyri at stimbra hugin at framføra og fyri at ríka um trivnaðin hjá borgarum sum ynskja at lurta eftir tónleiki.
Ein skitsa fyriliggur hvussu Reinsaríið skal gerast til spælistað og tað er at fegnast um. Tað er tó av alstórum týdningi at rætt verður borið at, tá hettar arbeiðið fer av bakkastokki. Reinsaríið má verða spælistað burturav og umvælingararbeiðið má fara fram í samráð við tey, sum skulu brúka hølini, og umvælingin leggjast soleiðis til rættis, at úrslitið verður gott - hálvar loysnir er løtuvinningur.

Listaskúli
Farið eigur at vera undir at skipa undirvísing fyri aðrar listagreinar eisini, og seta á stovn ein listaskúla, sum kann hýsa listagreinum sum myndlist, sjónleiki, leirlist o.s.fr.
Tað er umráðandi at undirvíst verður í list, tí í undirvísingini liggur menningin, bæði fyri undirvísaran og fyri tey ið verða undirvíst. Í byrjanini kann undirvísingin partvíst gerast í kommunalu skúlunum, men høli mugu eisini verða til taks, har listafólk hava sína grundvøll og har arbeitt verður útfrá. Ein listaskúli, har okkara framkomnu listafólk undirvísa børnum og ungum eigur avgjørt at vera mál at seta sær.

Møguleikar at framføra uttandura
Tað er soluleiðis stórur tørvur á at fáa eitt hóskandi stað í miðbýnum at framføra uttandura – í løtuni er hettar tíverri ikki veruleiki. Ein uttandura pallur er gjørdur í miðbýnum á økinum frammanfyri Løgtingið, men hesin krevur ábøtur, um hann skal nøkta tørvin. Her má nýhugsan til, økið má betrast, so ein møguliga takkonstruktión fæst yvir plássið, sum ger at plássið er meiri atkomuligt til framførslur, í øllum veðri. Eisini eigur goymsla við stólum og tøkni til konsertir o.a at vera knýtt at plássinum, so konsertir og aðrar framførslur lættliga kunnu fyriskipast.

Búdeplar til listafólk
Aðrastaðni er vanligt at listafólk fara til onnur lond at virka í styttri ella longri tíð, soleiðis eru eisini føroysk listafólk farin út í heim at menna seg. Til hettar verða hús bjóðaði fram sum kunnu hýsa listafólkunum og vera karmur um teirra arbeiðið. Her mugu vit ikki verða eftirbátar, men vit eiga at skipa so fyri, at vit eisini í høvustaðarkommununi hava skipaðar møguleikar at hýsa útlendskum listafólkum, sum koma til Føroya í styttri ella longri tíð at arbeiða.
Hesi listafólk uttaneftir, eru umráðandi fyri menningina av listini her á landi, tí tey koma við nýggjum íblástri. Tí eiga vit at skipa so fyri, at Havnin eisini hevur búdeplar til listafólk at bjóða fram.


Listin er framskygd
Ein íløga í listina er ein íløga í framtíðina, og tí er avgerandi fyri menningina av høvuðstaðnum, at vit gera íløgur, sum menna okkara listaumhvørvið.
Listafólk eru skapandi fólk – skapandi fólk eru framskygd og hava kreativar ætlanir, sum eru førar fyri at menna Havnina á ein hátt, sum vit í dag kanska ikki síggja fyri okkum.
Havnin eigur í nógv størri mun at taka listafólk við uppá ráð, tá listaøkið skal útbyggjast, eins og fólk innan sjúkrahúsverkið vita best um sjúkur og viðgerð og løgfrøðingar vita best um løgfrøði, eru listafólk eisini serkøn innan listaøkið!