Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Listeria Monocytogenes

2020-01-30 12:53

Hví verður ikki kunnað frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hvør orsøkin er til russiska innfluttningsbannið? Ella hví eru eingir miðlar, ið kunnu siga frá hvør orsøkin er, at russar ikki vilja innflyta og eta alilaks frá Bakkafrost?

Tað er annars rættuliga lætt at finna orsøkina við at vita heimasíðuna hjá Rosselkhoznadzor matvørumynduleikanum......har tað sæst, at funnin er bakterian Listeria Monocytogenes.
Listaria er ikki uttan vanda, tí fólk við veikari imunverju kunnu fáa blóðeitran og meningitis. Eldri og fólk við diabets, krabba og øðrum álvarsomum sjukum, kunnu koma rættuliga illa fyri við Listeria smittu. E
isini barnakonur og ófødda barnið er álvarsamt hótt við slíkari smittu.
Danski serumstovnurin sigur frá, at í miðal verða 50 fólk smitta av bakteriuni um árið, meðan tað millum 2009 og 2014 vóru millum 90 og 100 fólk. Deyðstíttleikin er annars "bert" 25% av teimum sum verða smittað.

Haldi tað er átaluvert at matvørumyndugleikin ikki kunnar borgaran.....um bakterian kann verða í vøruni í handlum okkara. Næst kann sigast at okkara journalistar í KVF, her á portal.fo, og miðlunum annars, eru rættuliga dølgasligir.