Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Listarligi leikarin situr á bonkinum !

2014-06-03 03:40

Í síðsta lesarabrævið mínum, ”Flatskatturin ið lovaði gull og grønar skógir”, legði eg meg eftir hvussu vánaligum korum tey illa stillaðu í Føroyum liva undir.

Eg valdi í tí lesarabrævinum, at gera sum flest onnur, at ”peika á feilin”, og ikki á loysnina !

Hettar lesarabrævið er í tráð við fyrra lesarabrævið.


Ætlanin við flatskattinum var góð.

Um tað hevði gingist sum ætla viðvíkjandi flatskattinum, so hevði tað veri fantastist. Tí onkur segði at fólkatali fór at vaksa, onkur segði at pengarnir í landskassanum fóru at vaksa osv. Men ætlaninar við flatskattinum kiksaðu, í ein vissan mun.

Ongin politikari hevur nakrantí kunna sagt fyri vissu, at flatskatturin fór at náða tey ætlaðu endamálini.

Eru okkara politikarar ikki førir fyri at ”hava fleiri bóltar í luftini ísenn”?
Hví ikki seta plan B, C, D og E í gongd eisini. Tí tá plan A kiksaði, so ”fara vit ikki á reyvuna”, tí plan B, C, D og E geva frammhaldandi pengar í landskassan.

Politikarnir mugu byrja at síggja møguleikar, ið kunna geva pengar inn í landskassan.

Kjakið um fiskin, er sum ein skrúva uttan enda. Sum um at fiskurin og flatskatturin er okkara einasta vón.


Eg skilji ikki hví man skal arbeiða við einari hond, tá man hevur tvær !



Tá man peikar á feilin, má man eisini vísa á loysnina! (Lat meg taka eitt dømi, ið liggur mær nær)


Eitt fótbóltslið setir ongantíð besta leikaran á bonkin, um mótstøðan hjá liðnum er hørð. Tað vildi veri ørðskapur at gjørt.


Hvør er besti ”leikarin” at seta inn á liði hjá føroyska samfelagnum, nú mótstøvan er so hørð ? Eg haldi at tað er listarligi leikarin !


Er tað nakað ið ser-eyðkennir føroyingar, so er tað kreativitetur og dugnaskapur innan list.


Tá eg sigi list, so umfatar tað tónleik, sjónleik, málningalist, myndlist osv. Ja, føroyingar eru kreativir, og tað er sum sagt kreativitetur innan list, ið eyðkennir føroyingar mest.


Vit hoyra dag og dagliga listafólk okkara tosa um teirra umstøður og fíggjarligu støður.


Tað er ongin loyna, at listafólk í Føroyum ikki fáa útfolda seg so nógv tey kunna og ynskja.

Trupuleikin botnar uttan iva í Løgtinginum, har listafólk í Føroyum hvørgan verða hoyrd ella sædd.


Tað eru nøkur fólk í Føroyum sum ynskja at útfolda seg innan sítt listarliga økið, men eru avmarkaði orsaka av umstøðunum og pengunum.


Eg havi eitt brennandi ynski um at eyguni hjá okkara politikarum verða latin longur upp fyri hesum.


  • Vit hava eitt hópatal av fólki í Føroyum ið hava dugnaskap innan list og kreativitet á heimsstøðið.

  • Tað verður tosa nógv um at marknarførða Føroyar út um landoddarnar, men tá vit avmarka okkum sjálvi, gerst tað trupult.

  • Tað er sera óheppi at okkara land og fólk ikki fær útfolda seg alt tað er ment.

  • Føroyar og føroyingar kunnu fara at blomstra sum ongantíð fyrr, við tónleikarum, sjónleikarum, skemtarum, rithøvundum, handarbeiðarum, málarum osv., um list verður betri raðfest á politiska økinum. Tað fer at síggjast aftur á pengakassanum hjá Føroyum, uttan iva.


Eg sigi ikki, at hvørt listafólk skal fáa fleiri pengar ”í hondina”, til at ráða yvir sjálvi.

Eg meini at tað skuldi verði ein íverksetan og marknaðarføring á listarliga økinum, á einum nógv hægri støði enn tað er í dag. Tað er har pengar mugu seta av til, um politiskur áhugi er fyri at vinna fleirfalda pengar aftur.


Eg havi eina sannføring, sum sigur, at um listarligi heimurin í Føroyum sleppur at útfolda seg so nógv sum tilber, so fer tað at síggjast aftur á føroyska pengakassanum.


Eg fái hug at nevna ein persón, sum kemur undir bólkin, listafólk. Tað er Jens Marni Hansen.

Fyri stuttari tíð síðan, hitaði Jens Marni upp fyri Jon Bon Jovi. Tað er bara ein top-dugnaligur tónleikari sum fær ein slíkan møguleika.

Aftur har, hevði tað ikki veri so býtt, um man hevði góða íverksetan og marknaðarføring, ið beinanvegin tók hond um Jens Marna, fyri at fáa hansara navn úteftir sum skjótast. Betri møguleika fær man ikki. Hvør er størsta avbjóðingin, sum Føroyar bjóðar einum tónleikara sum tildømis Jens Marna ? Er tað at spæla á barrum í Havn annahvørt ella hvørt vikuskifti ?


Kunna veiku økini í Føroyum fara at merkja eina fíggjarliga frammgongd, um fleiri pengar verða settir av til tað, sum føroyingar eru best til at útinna ? Ja, tað trúgvi eg uppá !

Eg hevði ynkst at okkara politikarar fingu eina hugburðsbroyting. Eina hugburðsbroyting sum fer frá at síggja ma. listafólk sum útreiðslur, til at síggja tey sum nøkur fólk ið skulu verða stuðlaði enn betur, fyri at teirra dreymur kann gerast til veruleika, síðan fyri at síggja peningaligan vinning í teimun. Tað hevði veri gott, um hugburðurin bleiv broyttur soleiðis, at man sær møguleikar ístaðin fyri hindringar.


Ein bilasøla skal ikki vanta sær fíggjarligt yvirskot, um pengar ikki verða settir av til ma. marknaðarføring”.


Tað er ørskapur, at seta besta leikaran á bonkin !



Knút G. Dalsgaard