Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Franskur konsul í Føroyum

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn:
2011-2015
2019-

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016
Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.12 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

LISTAÁRIÐ 2020

2021-01-05 19:22

Kinna Poulsen setti mær spurningar um árið 2020, hvussu eg helt árið hevði verið út frá einum listarligum sjónarhorni.

Eg varð spurd um at taka fram nakrar listarligar upplivingar, og so eisini um mínar vónir fyri 2021 - aftur úr listarligum sjónarhorni. Spennandi grein hjá Kinnu og m.a. hetta vórðu prentað í Dimmalætting (takk og lov, Dimma!), sum kom út beint fyri nýggjár.

1. 2020 var eitt stórt vónbrot í mun til allar tær ætlanir, sum listafólk høvdu lagt fyri sítt virksemi: t.d. vórðu ferðir út um landoddarnar við fjøltáttaðari list avlýstar, summi tíðarskeið vórðu mentanar- og listastovnar og onnur støð, har tónlist, leiklist, myndlist, filmslist og annað verða sýnd, stongd. Restina av árinum hava avmarkingar verið settar á alt slíkt virksemi. Hetta hevur merkt árið øgiligt fyri tey útinnandi listafólkini og fyri tey, sum arbeiða við teirra kørmum. Men eisini okkum, sum hyggja, lurta og vitja, hevur tað merkt sera nógv. Vit hava tey tíðarskeið kent saknin at kunna taka listina til okkara, og vit hava hungrað eftir henni í fleiri umførum. Eisini hava vit havt og hava enn ilt í sálini um stóra skrædlið, allur listageirin hevur upplivað fyri sítt livibreyð. Tá hetta er sagt, so havi eg alt árið fegnast um øll tey, sum hava stríðst fyri listini og roynt at skapt møguleikar fyri útgávum, sýningum, framsýningum og framførslum. Vit hava merkt eldhugan, dugnaskapin og tað kreativa á heilt annan djúpan og álvarsaman hátt. 

2. Hóast eitt skert listarligt útboð, so havi eg havt so nógvar góðar listaupplivingar í Føroyum í ár, sum eg eri ómetaliga takksom fyri, og tað er trupult at taka nakað framum. Eg vil nevna listaframsýningina hjá Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði á hvítusunnu – hon var eitt eitt ljós í myrkrinum og eitt frámfýsið fet júst tá(!) – við ordiliga hugtakandi, flottum og talandi málningum og við heilt serligum kørmum bæði inni og úti. Eg ynski eisini at nevna útgávukonsertina (5 stk.) hjá Eivør í september Norðurlandahúsinum, sum hon kempaði seg til at halda undir sera truplum treytum, og sum var heilt fantastiska góð. Eivør gav jú eina framúr plátu út júst tá, og konsertin livdi á allan hátt upp til væntanir um dygd og bergtakan. Eg var ein av teimum hepnu, sum fekk keypt atgongumerki og eg kendi meg sera priviligeraða.


Aðrar framúr nærveranadi og góðar mentanar – og listaupplivingar frá árinum eru: útikonsertin hjá Hamraduni umborð á Kyrjasteini í Fuglafirði, bókmentakvøldið við Hanusi Kamban um Science- Fiction í heilt serligu kørmunum í Húsinum hjá Karli í Norðragøtu, inniliga kvalitets heimakonsertin við Hanusi G til ein føðingardag, temaframsýningin um vín og rúsdrekka í Víngarðinum saman við tveimum flokkum, eg undirvísi í føroyskum, forkunnuga konsertin við Knúti Háberg Eysturstein í Tøting í Syðrugøtu og filmurin um Dreyfus í Filmsfelagnum. Og so gav palllistin mær ein ordans endaspurt við Soirée Fantastique á Tjóðpallinum og Tann tragiska kommedian í Løkshøll. Fleiri upplivingar kundu verið nevndar afturat – eingin er gloymd, fartelefonin er full av myndum! Eg verði heilt rørd um alt hetta tilfar, hesi fólk og hesar karmar, og takki fyri, at 2020 gjørdist eitt ordiliga gott mentanar- og listaár fyri meg vegna øll hesi menniskju.


3. Eg vóni fyri okkara listafólk og tey, sum virka innan mentanarøkið, at tey fáa eitt munandi lættari arbeiðsár í 2021 og ynski teimum ordiliga góðan arbeiðshug! Okkum tørvar listina og skipað mentanartilboð so heilt ómetaligt, og tey, sum sita í ábyrgd í landsstýri, løgtingi og í kommunalum høpi mugu gera ein ordans vørr fyri, at vit sum land og einstaklingar taka størri fet enn vanligt innan list- og mentan til at stimbra og kveikja okkum at møta hvørjum øðrum og samfelagnum, ja og listini!. Eg hugsi her m.a. um at raðfesta og stuðla útgávur og framleiðslu, at byggja og skapa karmar, at betra skipanir og lógargrundarlag, at játta ambitiøst. Men eg hugsi eisini um hetta at geva ans, at viðurkenna, at vera nærverandi og at lurta væl eftir lista- og mentanarøkinum. Og eg vil enda við at ynskja okkum øllum eitt kveikjandi, framfýsið, læruríkt og signað lista- og mentanarár í 2021.

Hanna Jensen, býráðslimur í Eysturkommunu

og varatingkona fyri Framsókn