Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Listaorrustan

2019-12-02 20:18

Blaðið hjá Miðlahúsinum, Sosialurin, hevði sum yvirskrift herfyri: “Listafólk skulu hava almenna løn”. Tað siteraði rithøvundan Carl Jóhan Jensen, ið meinar, at um góðar bókmentir skulu koma út, so skulu listafólk lønast alment. Carl hevur hevur sjálvur livað av olmussu í átta ár.

Hetta fekk Livar Nysted, listarmann og havrógvara, at øtast við. So nógv, at hann skrivar ein post á Facebook, har hann sigur sína hjartans meining um, at sjálvútnevnd listarfólk og teirra klika av fólki búsitandi í Tórshavn klára at kradda sær bróðurpartin av stuðlinum, sum listarfólk fáa.

Tað er trygt at siga, at Livar Nysted er ein viðurkendur listarmaður millum vanligar føroyingar, og tað munnu vera mong sum millum ár og dag hava ognað sær ein málning frá honum. Livar málar havið, fjøllini, fólk, djór, hendingar og lívið í Føroyum nú og fyrr í alskyns litum. Men millum elituna, tey intellektuellu, er hann ikki viðurkendur. Hansara málningar eru ov simplir og einkisigandi, verður sagt. Tað er meira enn eina ferð, at eg sjálvur havi hoyrt fólk sagt at hann er ikki nóg góður til at luttaka til onkrari serliga listaframsýning. Hansara støði er ov lágt, hann grynnur ikki saman við tí betra slagnum í Føroyum, teimum útvaldu. Og tá ið man ikki resonnerar við teir estetisku sansirnar hjá Føroysku embætistættini og teirra favorittlistafólkum, ja, tá er tað meiningsleyst at søkja teirra vardu stuðulsgrunnar fyri menningarkvotur.

Sí yvirlit 2001-2018

Júst hesin spurningurin um, hvat list er, verur ofta umrøddur. Tað finnast nógv, sum hava eina meining um tað. Men fyri at skera beint ígjøgnum og siga mína meining, so haldi at list er strangliga subjektiv. Tað er ein persónlig meting, eins og tað er ein persónlig uppliving. Tað, sum ein persónur upplivir sum list, kann ein annar uppliva sum rusk. Tað er eingin objektiv forskrift, ið kann lýsa, hvat er list og ikki.

Listarstuðul er tí ikki ein uppgáva hjá tí almenna. Í avmarkaðan mun kann íverksetarastuðul vera viðvirkandi, at vit fáa sett spírar ígongd, men tað kann ongantíð vera berandi ella varandi.

Hevur man í meira enn 30 ár kallað seg fulltíðarrithøvund og framvegis ikki kann liva av tí á kommersiellum grundarlagi, so er tað kanska betri, um man umhugsar arðar vegir. Tí tað kann ongantíð vera ætlanin, at tað almenna skal halda lív í terapi.

Í øllum rokanum stakk Ole Wich seg fram, og kom við einari ordiligari lortaspann av einari viðmerking, har hann pakkar allar fordómarnar hjá elitusnobbarínum saman í eina viðmerking.

“(1)Financering af et kultursamfunds kunstudtryk har INTET at gøre med køb, salg og markedsværdi. Kunstfinancering skal derimod ses på samme måde, som al anden forskning og eksperimenteren som bliver financeret i samfundets interesse for udvikling, for at undersøge nye uudforskede felter og for at forberede sig på en ukendt fremtid.

(2)At Livar Nysted argumenterer som en simpel købmand er det bedste bevis på at han IKKE har fattet en dyt af hvordan kunstneriske udtryk opstår og består. Det kan man også få bekræftet ved at se på hans farveudgydelser udsmurt på lærred. Der er intet at hente, ingen udforskning, ingen originalitet og ingen kik ind i fremtiden. Han viser tydeligvis visuelt at han ingen viden har om, hvad han beskæftiger sig med. Malerierne er som hans lange uinteressante roture. Kun monotome åretag uden omtanke og med ryggen vendt mod det ukendte.

(3)At lortet sælger er intet argument. Kun en beskræftigelse af, at kitsch altid finder sit publikum.”

Ole er ein danskt-importeraður kulturimperialistiskur snobbur, sum dámar væl at fordøma føroyingar fyri alt tað, sum fellur honum ilt í eygað. Ein modernaður tjóðveldismaður, kann man vist kalla hann.

Tað liggur so nógv ilt í hesi viðmerking, at hon eigur at fáa aftursvar, tí hon framsetur eina rúgvu av pástandum, sum í mínari verð slett ikki grynna. Fyri at ikki gera tað alt ov langt, royni eg at svara stutt aftur.

Ole sigur at fígging av kultursamfelagnum eigur ikki at síggjast í einum virðissamanhangi, men heldur sum ein menning av framtíðini, sum hevur samfelagsáhugamál til tess at reika inn á ókendar víddir og fyrireika okkum til eina ókenda framtíð. Hetta er júst tað ein intellektuellur persónur kundi funnið uppá at sagt, við einum moraliserandi yvirtóna, ið skal greiða okkum frá, at vit, skattaborgarin, skal fíggja tilvildarligari list, sum skal síggjast sum gransking uttan endamál, uttan mátistokk, uttan at nakar skal kunna siga seinni um málið varð nátt ella ikki. Alt tað fyrsta reglubrotið er eitt argument uttan eitt argument.

Harnæst ákærir hann Livar at uppføra seg sum ein einfaldan handilsmann, og so sigur hann sína meining um, hvussu vánalig listin er. Men Ole hevur gloymt at list er subjektiv; tað er eingin, sum kann siga fyri øll, hvat er góð list ella hvat er minni góð list. Tað er móttakarin, eygleiðarin, sum má raðfesta fyri sær sjálvum, hvat er gott og hvat er minni gott.

Tað seinasta reglubrotið er tað ultimativa prógvið uppá, at Ole dyrkar steinaldarhugsan. Livar kann bara selja sína list, tí fólk vilja hava hansara list. Fólk vilja lata sínar hart tjentu krónur fyri at kunna eiga ein málning, tí tey raðfesta málningin fram um pengarnar. Og ikki nokk við tí, báðir partar hava vunnið nakað, uttan at nakar var tvungin. Hetta er ein moralsk transaktión.

Í mótsetningi til at stuðulin, sum Ole og Carl Jóhan fáa ígjøgnum landið, tosa vit ikki um ein frívilligan handil millum tveir partar. Nú er tað ein triði partur, sum tekur pengar frá A at geva til B. Altso, B fær stuðul uppá bekostning av A, sum er einstaki skattaborgarin.

Annar parturin verður tvungin at rinda fyri hin. Eg, sum skattaborgari, eri ikki spurdur eftir og havi ongan áhuga í listini hjá Ole og Carl Jóhan, men álíkavæl skal eg rænast, so eitt panel í Tórshavn skal sleppa av útvelja sær síni yndislistafólk til at móttaka stuðul. Hetta er ein ómoralsk transaktión.

Í einum filmsbroti, sum Livar seinni gevur út, rør hann framundir at tað er neyvan rímiligt, at bert listafólk skulu fáa stuðul, tí tað eru so nógv onnur røsk fólk, sum gera eitt gott arbeiði uttan at fáa nakran stuðul fyri tað. Her nevnir hann millum annað bátasmíð. Eri ógvuliga samdur við Livari í hansara hugleiðingum, og fari at taka tað eitt sindur víðari. Yvirhøvur eigur landið ikki at stuðla list. Orsøkin til tað er, at tað eigur at vera frítt at velja, hvørjum man stuðlar. Tann, ið stuðlar, skal velja tað. Listin klárar seg uttan almennan stuðul, og tað hevur hon prógvað, tí list er ikki eitt hugtak, sum kemur omanfrá, men er einamest treytað av innaru skapanarkraftin hjá menniskjanum. Tað hevur ongantíð verið so nemt at skapa list sum nú, tá tøkni, amboð og atgongd, sum vit hava í dag, vóru óhugsandi fyri bara fáum árum síðan. Men tann avmarkandi menniskjafaktorurin er tann sami sum altíð.

Tað er sjálvandi møguligt at gera aðrar skipanir, sum t.d. at fyritøkur ella privatpersónar kunnu draga tað frá í skatti, sum verður brúkt uppá list. Men tað eru sjálvandi vandar við hesum, tá ið list er ógvuliga ódefinérbar, og hendan skipanin krevur umsiting. Tað kjakið kunnu vit taka upp eina aðra ferð.