Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Limagjaldið hjá Føroya Arbeiðarafelag (FA)

Árligi kostnaðurin til limagjaldið í FA er kr. 6.547,- meira enn í danska 3F

Eg havið áður skrivað um trygging sum F.A hevur smoygt yvir høvdi á arbeiðarum í Føroyum. Og at hendan trygging bara verður tikin av konto hjá arbeiðarum uttan góðkenning.

Tað er so at tað árliga kostar einum donskum 3F limi kr. 662,- at verða tryggjaður, meðan tað fyri ein FA arbeiðara kostar kr. 5015,-. Tvs. at ein FA arbeiðari betalur ein meirkostnað í mun til í 3F uppá kr. 4.353,- árliga fyri at verða tryggjaður gjøgnum FA. Og í báum førum er tað danska ALKA sum er útbjóðari. Allir arbeiðarar innan øki hjá FA eru tvingaðir í hesa trygging um teir vilja tað ella ikki.

Tað vísir seg at FA brúkar somu mannagongd til at krevja inn limagjald frá limum sínum. Og frá teim sum ikki eru limir eisini, bert tey arbeiða innanfyri økið hjá FA. Og líkasum við tryggingargjaldinum so er tað gjøld í okursklassanum sum FA krevur inn. Og tey standa slett ikki mát við tað sum bróðirfelagið hjá FA í Danmark, 3F, krevur inn frá limum sínum.

FA krevur inn 3,5 % av bruttoløn. 1,5% til FA og 2 % til lokalfelagið.

Tað gevur so eitt limagjald uppá kr. 8798,- árliga. (Roknað á 40 tíma arbeiðsviku, 50 vikur árliga, tímaløn kr. 125,69 og prosentgjald uppá 3,5 %)

Limagjaldi hjá 3F er kr. 3.876,- um árið. Tað verður kravt inn sum mánaðargjald kr.323,- pr. mdr.

Fyri at finna kostnaðin á limagjaldinum hjá ávikavist FA og 3F mega vit innrokna skattin. Tí tað er tað sum ein arbeiðari skal forvinna fyri at gjalda limagjaldið til FA. Er skattaprosenti 33% so er kostnaðurin hjá FA og 3F limum fylgjandi,

FA: kr. 11.702,-

3F: kr. 5.155,-

Munur : kr. 6.547,-

Tvs. árliga limagjaldi hjá einum FA limi kostar kr. 6.547,- meira enn hjá einum 3F limi.

Her er ikki tikin við, at nógvir arbeiðarar hava hægri tímaløn vegna yvirtíð, vegna anciennitet, summir fáa handverkaraløn, Einkultir arbeiðarar hava ársinntøku uppá kr. 400.000,-. Skuldu vit takað kr. 400.000,- sum støðið so er kostnaðurin fyri limagjald til FA kr. 18.620,-.

Her er heldur ikki tikið við at ein danskur arbeiðari sum er limur í Det Faglig Hus ístaðin fyri í 3F kann sleppa við einum kostnaði uppá kr. 1.102,- um árið í limagjaldi. Tvs. kr. 10.600,- um árið minni í kostnaði enn hjá FA.

Danskir 3F limir hava sama limagjald óansæð inntøku. Tó so, at arbeiðarar í hálvtíðarstarvi hava rætt til bert at gjalda hálvt limagjald.

Føroya Arbeiðarafelag sum í uppruna var ein varði fyri føroyskar arbeiðarar er vorðin ein mylnusteinur. Ein tyngd sum er við at drena tað seinastu restina úr slitnum arbeiðarakroppum.

Dagligdagurin í sær sjálvum er ein byrða hjá eini føroyskari arbeiðarafamilju. Og so uppliva tey at tann bjargingarflakin FA skuldi verið til at lyfta tey upp og geva teim lætna er vorðin tyngd omaná byrðu.

Ein føroysk arbeiðarafamilja bløðir kr. 23.404,- árliga í limagjaldinum til FA

Tað eru tøl fyri søgn hvat tað kostar eini føroyskari arbeiðarafamilju at verða til. Og tað er ikki mýkindir tey verða spent fyri.

Kostnaðurin til limagjaldið fyri bæði komu og mann er 23.404,- krónur hvørt einasta ár.

Hettar er tað sum tey skulu forvinna fyri at sleppa til arbeiðis innan økið hjá FA. Tað sum tey so forvinna út yvir hettar kunna tey hava til sín sjálvs, skatt og aðrar útreiðslur.

Heilt erliga. Er hettar ikki heilt burturvið ? Ella er hettar bara kyniskt pamparavirksemi ?

Í sínum formi er hettar sum ein væl úttonkt Mafia ? Ein Mafia sum tá tað passar seg fer inn á konto hjá góðtrúgvandi fólki og tekur út tað sum tey halda fyri gott. Uttan loyvi, uttan góðkenning og uttan at arbeiðarin hevur ánilsi hvat hann verður kravdur fyri. Tað er undarligt at fólk kunna sova so róliga um náttina. Ella gerða tey nú tað ?

Rune Nolsøe


Meira um sama mál:

Tryggingin hjá Føroya Arbeiðarafelag - Rán á alljósum degi

Trygging til limir í FA