Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Líka tað síðsta.

2020-11-09 14:50

Sum tit vita, so hoppaði eg rættuliga seint inn í hetta valstríðið. Eg ætlaði mær ikki upp í politikk, tí eg dugi slett ikki at síggja meg sjálvan sum polittikkara. Eg eri íverkseti, og tað fari eg altíð at vera.


Síðan eg kom heim í 2017, havi eg bæði hoyrt, og sjálvur merkt, hvussu strævið tað er at arbeiða við kommununi. Tað er ein kensla av maktarloysi, sum er í okkum, sum gjarna vilja gera mun ella vera hoyrd.


Eitt kjak sum er afturvendandi er "fyrr kundi mann altíð fara til Heðin!”


Eg var sjálvur einaferð noyddur at skriva og møta upp á kontórinum hjá Anniku Olsen, tá onkur í kommununi tók eina avgerð, sum kundi oyðilagt okkara Street Party (Mentanarnáttin 2019).


Eg hevði brúkt 6 mánaðar at skipa fyri, og nógvar pengar! og 3 vikur áðrenn tiltakið mundi alt farið í vaskið. Knappliga bleiv eg noyddur at sleppa øllum, og brúka allað orkuna uppá at kempa við kommununa. 4 dagar áðrenn Street Party, fekk eg enduliga boð frá Anniku um, at tiltakið kundi halda áfram. Men tá dagurin kom, var yvirskotið longu uppi. Eg var útbrendur og ferdigur.


Hatta er eitt dømi av mongum, og har eru nokk túsundtals søgur um tykkara stríð við kommununa.


Tað er sambandið og álitið millum borgaran og kommununa, sum skal byggjast upp aftur!


Fólkið skal hoyrast, og vit sum hava valt at stilla upp, mugu ikki gloyma, hví vit gera tað, og hvønn vit stilla upp fyri. So áðrenn bokstavin, litin og flokkin, so er tað FÓLKIÐ sum her býr, sum skal setast fremst.


Mann eigur ikki at vera noyddur at fara til borgarstjóran, tí tá er tað okkurt galið við allari skipanini. Í mínum 11 árum í Keypmannahavn, havi eg ongantíð veri noyddur at skriva til Ritt Bjerregaard ella Frank Jensen, og eg havi gjørt 100 tals tiltøk í Keypmannahavn.


Tit sum fara at atkvøða, minnist til hvør hevur sitið har, og hvat er blivið lovað. Stórur partur av trupulleikunum vit hava í dag, eru ikki komnir í gjár. Tað ber væl til at snara frá hesum vegnum vit hava koyrt eftir, og ganga nýggjar leiðir.


Tað nyttar ikki at hugsa at "tað var betur fyrr", tí vit skulu ikki aftur til tað, sum tað var fyrr, vit skulu atkvøða fyri framtíðini.


Eg skal nokk læra meg at vera politikkara, men eg vil ikki vera ein sum missur sambandi við fólkið, ella vera ein politikkari, sum mann ikki kann líta á.


Eg ynski øllum eitt gott val!


Michael A.C. Johannesen
Býráðsvalevni fyri fólkið.