Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

LGBT: eitt óheppið samtíðar-produkt

Hatta terapeutiska pseudobrúdleypið er ikki um frígering, tað er ikki eitt liberalt mál, men faktiskt tað mest prísaða hugskotið millum eliterar bløðruskallar, tí tað hevur meiri í felags við frælsis-temjandi elendigheits-ideologiina umboðandi 21. øld enn við frælsislangtandi kensluna frá Stonewall og glaðu 60unum.

Men, álvaratos, er tað nú trúliga ein uppgáva hjá lóggávuvaldinum at empatisera við fólki? At liva seg inní sálarliga standin hjá fólki? At fáa fólk at føla seg væl? Helviti nei.

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

Vit liva í eini tíð illviljað til hugskotið um frælsi og skeptisk um, at tú og eg megna at stýra og hava ræði á egnum lívi.

Ráðaríkir elendigheitsistar í hjálmi og endurskinsvestum fortelja okkum, hvussu nógv vit skulu lýsa upp í føroyska landslagnum. Bureaukratar hava úr at gera við at boða frá, hvat eitt gott foreldur er fyri nakað. Pennasleikjarir bestemma, hvar vit kunnu roykja, hvar vit kunnu drekka og krevja, at nýggi nekarin tryggjar sær, at daman nokkso hart og heilt týðuligt sigur “ja, eg samtykki”, áðrenn nakað hendir

Ja, eftir øllum at døma eru nútímans kvinnur ikki førar fyri at siga nei, tá tær helst høvdu havt hug til tað, og tí er tað nú upp til mannfólkið at bera vitnisburð um, hvussu hann visti, at ákærandi daman segði ja frítt og vitandi.

Pappírsflytandi vanlukkuprofetar vilja avgera, um vit kunnu loyva okkara børnum at selja saft á fortovinum og trøllvaksnir menn sleppa at rógva í gulum, uppblásiligum vestum—sjálvt tá eingin vanlukka nakrantíð er hend av ikki at vera í hesum so ljótu og ókomfortablu vestum. Sama við heilsufrikum, ið banna mær og øðrum fornuftsfólki at keypa Panodil í dósum, tí ein bløðruskalli av eini ungdamu royndi tað mest skítbýtta av skítbýttum: drepa seg við pínustillandi.

Fólk verða viðfarin sum viðbrekin, lættliga særd av orðum og maskinellar eindir brúk fyri permanentari endur-skúling fyri ikki at enda sum rasistur, konufólkahatari, óumhvørivsligur planet-oyðileggjari og, meiri yvirskipað, ov sjálvstøðugur og kul. Vit sleppa ikki eingong at fortelja damum, ið trúliga eru vakrar, hvussu vakrar tær eru.


Og soleiðis til LGBT og teirra, sambært teimum, frísinnaða hugskot um eitt fábulaktigt bøssabrúdleyp. Um hvussu tað júst er LGBT og teirra anti-frælsi, ið er fremsti skurkur hesum viðvíkjandi og hvussu, tað fyrst og fremst er ímóti sínum egnu, tað er so lítilsvirðandi.

Tí júst hvussu hatta pseudo-brúdleypið kom til í einum so óliberalum klimai, ið vit nú uppliva, gevur onga meining. Ella, tað ger tað jú, men bert, um hatta “brúdleypið” ikki er um frígering, um tað ikki er eitt liberalt mál, men faktiskt tað mest prísaða hugskotið millum eliterar bløðruskallar, tí at tað hevur meiri í felags við frælsis-temjandi elendigheits-ideologiina umboðandi 21. øld enn við frælsislangtandi kensluna frá Stonewall og glaðu 60unum.

Hetta er sannleikin um samkynt hjúnalag: tað súmboliserar, ikki fulnaðin, ikki fullfíggjanina av onkrum slag av frælsi fyri samkynd, men endan. “Bøssabrúdleypið” er ein valdtøka av Stonewall-andanum; av øllum tí, menn og kvinnur sprenfull við dirvi og framfýsni, við intellektualiteti og einum klárum varhuga og fatan av sær sjálvum, stríddust fyri. Samkynt hjúnalag umboðar eina eirindaleysa oyðilegging av sjálvstýri, definerað í einum samspæli millum einstaklingin og samfelagið, og avloyst av einum PC-stýrandi og mótfalnum terapi-kulturi, har eingin megnar nakað nakrantíð.


Penny Wong, avstralskur politikari og íðin forsprákari fyri samkyndum hjúnalagi, sjálv samkynd og, ja, gift, skrivaði eina styttri ritgerð fyri trimum árum síðani. Eg las hana tvær ferðir, bert fyri at kekka, og jú, rætt var, hugtakið frælsi varð nevnt einaferð.

Restin snúði seg um “health outcomes” sum fylgja av samkyndum hjúnalagi—hvussu tað fór at ávirka positivt á “people’s welfare”. Lívið uttan samkynt hjúnalag, hatta har, ið hevur eksisterað í hundraðtals ár, bæði í og úr demokratiskum skipanum, var opinberiliga “hurtful and harmful”. So-so. So særandi og skaðandi, har hvør forlovilsisfest, innbjóðing í brúdleyp og takkarheilsa fyri sama var ein sjónsk og stingandi áminning um, “that some relationships count more than others”.

Eginliga endurtekur Wong bert tær grundgevingar, ið LGBT oftast setti sær fyri at brúka at gjøgnumbanka alla mótstøðu við óhoyrt forhánisligum og kostnaðarfríum stemplingum—við tí evri endamáli at løggilda hjúnalag millum tvey av sama kyni; eitt nú við at endurgeva fólk í hvítum kittli ella fólk, ið siga, hvat fólk í hvítum kittli hava sagt: “Doctors lead call on Australia to legalise same marriage.” Valið av orðinum “lead” er avgerandi, tí tað rør uppundir, at har er ein fucking flóðalda av øðrum ekspertum, ið halda, at samkynt hjúnalag og, av hesum, offisiel aksept av eini totalt heteroseksuellari institutión er so totalt avgerandi fyri, at maður, ið hevur hug at manni, kann verða frælsur og liva sum heilt menniskja. Gev mær megi!

Australian Medical Association vísti á, at ikki at geva samkyndum loyvi at giftast fór at hava “a damaging impact on mental and physiological health outcomes”. Her, tit, serstakliga her, í hesum setningi síggja vit, hvussu samkynd skulu fatast, tí tað eru ikki vit, ið annaðhvørt kulturelt ella religiøst tala fyri at verja hjúnabandið og tí andøva ímóti, at maður og maður giftast, kona og kona tað sama, men samkynd og tess pínliga treytaleysu herðaklapparir, ið fara við sínum egnum sum borgarir við minni virði, sum borgarir, ið tola minni av.

Ikki sum borgarir, ið hava uppiborið frælsi og klára seg sjálvar, sterkir og uppfinnsamir, men sjúklingar brúk fyri sálarligari assistansu.

Djúpt niðurlátandi.


Grundgevingar-taktikkurin var hin sami all-over, Amerika og Englandi, Danmark og, tessvegna, Føroyum. Umaftur og umaftur kom handa grundgevingin, ið proklameraði, at henda nýggja institutiónin, eitt nýtt hjúnalag, fór at hjálpa geikarum og lesbiskum at “føla tað betri við sær sjálvum”, fór at laða upp eitt sjálvsálit, ið eftir øllum at døma var óeksisterandi; ja, yvirhøvur fáa samkynd at kenna seg meiri andliga jarðbundin og spíssborgaraslig.

Ein annar viðmerkjari, enn ein ótreytaður stuðul hjá LGBT, helt hetta sum hansara... íkast uppundir fólkaatkvøðuna í Írlandi í 2015, at tað, at loyva Heina og Hera at giftast, foreldur 1 og foreldur 2, eind 1 og eind 2, at giftast, “was an act of societal empathy”.

Men, álvaratos, er tað nú trúliga ein uppgáva hjá lóggávuvaldinum at empatisera við fólki? At liva seg inní sálarliga standin hjá fólki? At fáa fólk at føla seg væl? Helviti nei.

Lógin eigur at tryggja, at vit øll kenna okkum trygg. Gleði, hinvegin, er upp til okkum. Lukka eisini... nakað, vit sjálvi eiga at fiksa. Ella ikki. At laða til ein gerandisdag og, vónandi, eitt lív kjokkað við góðum løtum, enntá óblandaðari eydnu, fyri onnur og teg, er nakað, eg sjálvur insisteri uppá, og tí nakað, eg sjálvur havi tørv á at fiksa.

Hetta handlar um sjálvsvirðing. Og sleppa vit ikki at útinna okkara sjálvstýri, sjálvi finna útav, hvar vit hoyra heima og forma nýggjar alliansur, eisini institutiónir, men aðrar, ið ikki gera seg inn á tær eksisterandi, tær hjá øðrum, so kann alt gera tað sama, tí tá er sjálvsvirðing endað sum definitiónin uppá eitt innantómt lív. Sum orðaskvaldur—og tað er ovmikið av tí, sum er. Serliga í samgonguni.

At gera lógina um til eitt amboð víðkar um lógina í alt ov ógvusligan mun og minkar um einstaklingin til eitt barnsligt ólukkudýr, til nøkur ósjálvstøðug og ósexut aksept-søkjandi vesalavætti brúk fyri moralskari umsorgan og ansni úr erva.