Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Leivur stillar upp!

Á triðja og seinasta uppstillingarfundi Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelags varð greitt, at eg verði at finna á lista floksins til Kommunuvalið 2012.

Navnið er Leivur Thomsen, føddur og uppvaksin í Havn, gingið í Kommunuskúlanum 1975-1984, Hoydølum 1984-1987 og nomið hægri útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í guitarspæli 1995-2000. Í løtuni starvist eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum tónleikari. Mong kenna meg sum gittarleikaran í tónleikabólkum sum Plúmm, Føstufressum og mongum øðrum. Eg búgvi í Tórshavn, sjálvandi, ella fyri at siga sum er, í miðbýnum. Sí annars mína vangamynd á Facebook.

Eg stilli upp, tí eg vil gjarna hava broyting í politikkin, sum hevur verið førdur seinastu nógvu árini. Íløgur í ítróttarligar hentleikar eru raðfestar fram um alt annað og vorðnar skrúvan uttan enda – fyrst altjóða stadion, síðani langhyl, og so fótbóltsvallir, ítróttarhallir, FIMI høll, golfvøll – og hvat við einum veruligum stadion til frælsan ítrótt.(?) Hetta fær ongan enda, og tað kostar jú pengar, rættiliga nógvar pengar, fleiri pengar enn hvat okkara býur í veruleikanum megnar at bera í mun til, hvat hann skal - og tað hevur tíverri við sær, at onnur meiri atrokandi ting mugu lúta. Vert er at minnast til, at hesir pengar eru tínir pengar, kæri veljari - og krossurin, tú setur, hevur ávirkan á, hvussu hesir pengar, tínir pengar, verða fordeildir.

Byggi- og býarskipan

Eg eri sannførdur um, at býurin má dagførast og altjóðagerast, skulu fólk støðast her nú og í framtíðini. Við tí lítla fólkagrundarlagnum, vit hava, er neyðugt, at vit seta fokus á miðbýin og hvussu vit kunnu skipa henda á besta hátt við tí, sum letur seg gera. Eg vil fegin vísa til frálíku verkætlanina, “Havnin innan Stóragarð”, sum Hans Mortensen tók stig til og sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum fyrr í ár (sí www.havnin.com), har skilafólkini Mette Skjold, Ósbjørn Jacobsen og Gunnar Hoydal, gjørdu sær nakrar tankar um, hvussu lív aftur skal fáast í miðbýin. Sjálvandi vil eg sum politikkari lurta eftir teimum, hvat tá!

Við hesum er tað hálva arbeiðið faktiskt longu gjørt fyri býráðið - og eftir mínum tykki er hendan verkætlanin so mikið væl frágingin, at tað meiri ella minni er klárt at fara í gongd. Hetta tiltakið fekk eisini stak góða undirtøku og er ein ábending um, at tað rørist eitt ynski í fólkinum um, at okkurt munagott estetiskt nú má gerast við hendan býin. Hesum mugu politikkarar ikki bara síggja burtur frá!

Eg vil við hesum mæla til, at Tórshavnar Býráð næstu árini tekur støði í hesi verkætlan í tilgongdini at skipa miðbýin og gera hann tíðarhóskandi. Byrjast kann hóskandi við økinum niðri við Vágsbotn og niðan á Vaglið. Og Vaglið, ja, tað er jú ráðhúsplássið í Havn, so tað skal sjálvandi hava ta tign, tað hevur uppiborið við eini opnari Havnará rennandi omaneftir.

Mentan og list

Ongin høvuðsstaður uttan eitt breitt alment útboð av mentan og list! Eitt professionelt, fult útgjørt spælistað er ein sjálvfylgja í høvuðsstaðnum. Politikkarar siga, at tað verður arbeitt við hesum, men eg trúgvi tí ikki, fyrr enn eg síggi tað. So hesum fari eg at berjast fyri, um eg verði valdur. Annars fari eg eisni áhaldandi at arbeiða við tónleikalívinum í høvuðsstaðnum.

Musikkskúlin skal hava nýggj høli, hava politikkarar sagt. Hesum trúgvi eg heldur ikki, fyrr enn eg síggi tað – og eg fari at trýsta á fyri at fáa tað ígjøgnum.

Nýggjur Tjóðpallur skal raðfestast frammarlaga í mentanarpolitikkinum, og finnast skal út av í hvønn mun, TK kann stuðla við at veita Tjóðpallinum betri karmar at virka í. 

Aktivitetirnir hjá Østrøm við Steinprenti, Bloch Studio og framsýningarhølum eru virðismiklir fyri býin og eiga at verða virðismettir í býráðspolitiskum høpi við stuðli á ymsan hátt. Møguleikarnir skulu kannast fyri at seta á stovn ein listaskúla. Møguliga kundi hesin verið gjørdur í samstarvi við Østrøm.

Bókasavnið skal fáa eina veruliga funktión. Óhóskandi ísbarrin skal burtur, og kanska ein hugnalig kafé koma ístaðin - og vit skulu fáa meiri upplýsing inn um føroyskan og útlendskan skaldskap, t.d. við tiltøkum og upplestri.

List í almenna rúminum er, umframt byggilist, eisini standmyndir og listprýðingar. Umráðandi er, at hetta ikki bert eru minnisvarðar, men eisini list, sum fær okkum at hugsa og gevur okkum avbjóðingar - altso nútíðarlist. Vit skulu lata fakfólkini, og ikki politikkarar ella fyrisiting, velja út list og listprýðingar í almenna rúminum.

Samanumtikið skal kommunan í nógv størri mun stuðla ymsum mentanarligum tiltøkum, eitt nú ymsum festivalum, framsýningum og temadøgum í býnum.

Ynskiligt er, at vit fáa fleiri matstovur í høvuðsstaðnum, tí slíkt fær lív í býin. Eg skjóti upp, at kommunan stuðlar hesi vinnuni so ella so, t.d. við lagaligum leiguavtalum, har tað er gjørligt.

Tað sosiala

Kostnaðarstøðið er, sum vera man, ein týdningarmikil faktorur, tosa vit um fólkafráflyting. Tað skerst ikki burtur, at bústaðarkostnaðurin er størsti vansin í Havnini. Her er dýrt at seta búgv. TK kann aktivt fara inn her og veita fleiri bústaðarmøguleikar til fólk, sum ikki nýtast at vera so dýrir. Um vit tosa um at fáa fólk at flyta aftur til landið, so er hetta segment vanliga tað, sum býr í íbúðum í stórum býum, eitt nú Keypmannahavn. Ístaðin fyri t.d. at veita grundstykki til stór sethús, ella at dúva uppá, at privatfólk leiga sínar kjallarar út, kann TK byggja minni íbúðir bæði til leigu og keyps - og kanska eisini lutaíbúðir. Tað skal vera ein fyrimunur at búgva í Tórshavnar Kommunu - bæði trivnaðarliga og fíggjarliga. Og tað skal vera ein fyrimunur at seta búgv í Tórshavnar Kommunu.

Eitt samfelag definerar sína vælferð út frá teimum verri stillaðu í samfelagnum. Tey heimleysu mugu ikki bara gloymast, kommunan má onkursvegna hava okkurt tilboð til hesi fólkini. Vit skulu sygrja fyri, at tey brekaðu hava góðar umstøður at koma runt um í kommununi. Tey, sum illa nokk hava ráð til mat í munnin, mugu ikki gloymast. Teimum kann kommunan veita lagaligar bústaðarumstøður, antin við beinleiðis stuðli ella við at útvega kommunal leigumál.

Útbúgving

Havnin skal vera lestrarbýur burturav. Tí eigur Tórshavnar Kommuna aktivt at fara inn í samstarv við landsmyndugleikarnar, har TK veitir bestu hugsandi karmar og treytir í sambandi við verandi og komandi útbúgvingarmøguleikar. 

Eitt lestraríbúðarhús, vanliga rópt kollegium, skal byggjast sentralt í býnum, t.d. í Kommunuskúlanum, so aktivitetirnir hjá hesum fólki sæst aftur í býarlívinum, og at umstøðurnar hjá teimum lesandi gerast so góðar sum gjørligt. Við hesum bygningi kunnu ymisk umhvørvislig átøk gerast, t.d. orkusparing við sólarorku og vindorku.

Tað má ikki henda, at hægri útbúgvingar gerast offur fyri lokalpolitikki og enda í onkrum útjaðara, tí so fæst neyðuga umhvørvið ikki. Vit skulu gera landsmyndugleikunum greitt, at tað er neyðugt, at vit miðsavna allan hægri lestrur í landinum her í høvuðsstaðnum.

Fólkafráflyting

Ein reellur trupulleiki tvørtur um politisk mørk er stóra fólkafráflytingin. Alt gott um barnafrádrátt o.s.fr. - men tað er jú ikki so einfalt, trupulleikin er meiri kompleksur enn so. Eg síggi fíggjarligar veitingar og frádráttir heldur sum eina bráfeingis hjálp enn eina varandi loysn - og varandi loysnum er júst nakað, eg vil arbeiða við í politikki. Býráðspolitikkarar skulu vera førir fyri at hugsa minst 100 ár fram, og ikki bert fram til næstu ferð, krossur skal setast. Okkara ættarlið skal gera okkurt munagott fyri okkara eftirkomarar, sum vónandi koma at velja ta deiligu Havnina sum sín framtíðar bústað.

Takk fyri, at tú gavst tær stundir at lesa hetta.

Hygg á mína facebook vangamynd og fá meir at vita um meg.

Vinarliga,
Leivur Thomsen,

útvarpsmaður, tónleikari og vónandi eisini býráðspolitikari